Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 25. januar 2005 7 Tað er ikki ein spurn- ingur, sum er til við- gerðar, sigur Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður í inn- lendismálum ALMENN UTTANLANDSSIGLING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fyribils verður tað av ongum, at nýggi Smyril verður settur í beinleiðis sigling ímillum Suður- oynna og Havnina. Tað skilst á Jógvani við Keldu, landstýrismanni í innlendismálum. Nú samgongan hevur tik- ið trupulleikarnar hjá Suð- uroynni til viðgerðar, hevur tað verið frammi, at ein stórur trupulleiki hjá suður- oyingum er, at tað er onki beinleiðis samband ímill- um Suðuroynna og Skot- land. Í tí sambandi hevur eitt uppskot verið, at Smyril skal sigla ímillum Suður- oynna og Skotland einaferð um vikuna. Í tí sambandi skal Smyril fara av Drelnesi fríggja- kvøld og vera aftur á Tvør- oyri seinnapart sunnudag. Ímeðan hann er burtur, skal Smyril, sum nú er, røkt suðuroyarsiglingina. Men hetta er ikki ein loysn, sum landsstýrismað- urin í innlendismálum hev- ur hug til – í hvussu so er ikki, sum landið liggur í løtuni. Nakað væl frammi í tíðini Hann sigur, at hetta er ein loysn, sum tað er nomið við í viðgerðini av trupul- leikunum í Suðuroy. Men hann heldur, at enn er tíðin ikki búgvin at taka hesi viðurskiftini við í við- gerðina. – Hetta er ein spurningur, sum í minsta lagi liggur nakað væl frammi í tíðina, sigur hann. Hann sigur at tað einasta, sum er hent á flutnings- økinum, er, at umboð fyri privatu flutningsfeløgini, Strandferðsluna og lands- stýrið hava tosað saman. Á hesum fundinum hendi ikki annað enn at partarnir løgdu síni sjónarmið fram fyri hvørjum øðrum og at teir avtalaðu, at teir skuldu møtast aftur. Jógvan við Keldu heldur at flutningsmøguleikarnar til og úr Suðuroynni eru eitt úrslit av tí tørvi, sum er á flutningi. Tí heldur hann, at skulu suðuroyingar gera sær vón um meiri flutning, mugu teir fyrst kunna vísa á, at tað er ein tørvur á tí. – Og orsøkin til, at tað als ikki ber til at tosa um uttanlandssigling enn, er, at ongin veit hvat kemur á henda á landi í Suðuroy og ongin veit, hvørji virki verða har í framtíðini. – Tað ber í øllum førum ikki til at tosa um at seta nýggja Smyril í uttanlands- sigling fyrrenn eitt útspæl er komið úr Suðuroy, har ein tørvur á flutningi verður ávístur. – Men tað verður ikki lætt at loysa trupulleikarnar í Suðuroy. Tað fer at taka tíð at fáa Suðuroy á føtur aftur og trupulleikarnir skulu loysast í rættari rað- fylgju. Og tað er ikki rætt at byrja við at fara undir beinleiðis sigling ímillum Suðuroy og Skotland, uttan at hava eitt vørugrundarlag at byggja á, ella at grundar- lagið sæst í framtíðini. Men Jógvan við Keldu leggur eisini afturat, at hava suðuroyingar, ella onkur annar, hug til at leiga Smy- ril, sum nú er, til endamál- ið, er hann sinnaður at tosa um tað við vælvild. – Vit mugu seta okkum langtíðarmál fyri, hvussu Suður- oyggin skal mennast í framtíðini, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum ØKISMENNING Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg ivist ikki í, at tað eru bæði dugnaligir íverksetar- ar og dugnaligar leiðarar í Suðuroy. Men eg stúri fyri, at samanhaldið er ov lítið. Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður í innlendismál- um er ein týðandi politikari í royndunum hjá samgong- uni at finna semju um polit- isk tiltøk at fáa Suðuroy á føtur aftur. Men hann stúrir fyri, at manglandi evni hjá suður- oyingum at at standa saman og draga somu líni, er ein stórur snávingarsteinur í royndunum at fáa menning- ina í oynni aftur á beint. Jógvan við Keldu saman- ber støðuna í Suðuroy við støðuna í Klaksvík og sig- ur, at tað sum bjargaði Klaksvík, var, at Fiskavirk- ing aldrin slapp framat nøkrum virki í Klaksvík. Hann ivast ikki í, at Fiskavirking fatur á virkj- unum í Klaksvík, vóru fleiri av teimum stongd og tað høvdu teir ikki kunna livað við – Suðuroyggin er langt burtur frá meginøkinum og eg haldi, at tað er umráð- andi at fáa virkini í oynni, sum Fiskavirking hevur, yvir á privatar hendur. Hann heldur, at tað er neyðugt at tær lokalu kreft- irnar sleppa framat og fáa lagað viðuskiftini útfrá teirra egnu fortreytum og ikki útfrá fortreytum, sum hóva eini virkisleiðslu norðuri á meginlandinum. Og hann heldur somu- leiðis, at við teimum at- finningum, sum bæði polit- iska skipanin hava ímóti framferðini hjá Fiskavirk- ing, ber tað ikki til, at Fiskavirking letur eitt heilt økið liggja deytt. Hinvegin heldur Jógvan við Keldu eisini, at politik- arar eru mangan ov ótolnir. – Tað er ikki altíð, at tað verður hugsað nóg langt fram í tíðina. Sjálvur minnist hann, at tá ið sum borgarstjóri í Klaksvík síðst í áttatiárun- um, metti, at vit fingu undirsjóvartunnil um Leir- víksfjørð og at klaksvíking- ar fingu ein nýmótans miðbý um eini 15 ár. – Hetta var ikki altíð líka væl móttikið. Atfinning- arnar vóru harðar og í besta føri ristu fólki við høvdin- um og hildu meg ikki vera rættsiktaðan. Hann sigur, at hetta er eitt dømi um at tað viðhvørt er neyðugt at hugsa framum »her og nú loysnir« og arbeiða fram ímóti einum máli, sum liggur longri frammi í tíðini enn politik- arar vanliga hugsa um. Loysnin má koma úr Suðuroy Hinvegin heldur Jógvan við Keldu eisini, at tað er av størsta týdningi, at lands- stýrið ikki átekur sær leik- lutin sum lokomotivið, ið skal draga Suðuroynna fram á leið. – Tað eru fyrst og fremst suðuroyingar sjálvir, ið mugu loysa trupulleikan og skera út í kortið, hvussu oyggin skal síggja út fram- yvir. Eru tað so viðurskifti, ið eiga at broytast og sum landsstýrið hevur ávirkan á, má landsstýrið taka tað upp og broyta tey neyðugu viðurskifti, tí útjaðaraøkini mugu hava loyvi at mennast til gagns fyri alt samfelag- ið. – Tað er ikki landsstýrið sum skal ganga á odda. Tað nyttar ikki, at landsstýrið gongur á odda við tiltøkum, sum ikki eru kjølfest í lokaløkinum, sigur lands- stýrismaðurin í innlendis- málum. – Tað má heldur ikki vera so, at suðuroyingar føla seg tiknar av ræðið av landsstýrinum, tí talan má ikki vera um, at fólk missa sjálvvirðingina. Hinegin heldur hann, at landsstýrið kann arbeiða síðuleypandi við ymsum tiltøkum, eitt nú við at beina ójavnan í flutnings- kostnaði burtur. – Men eg havi eina kenslu av, at landsstýrið situr mitt í eini viðgerð, sum av røttum átti at farið fram í Suðuroynni. Tað er nógv meiri áhugavert, hvussu suðuroyingar kundu hugsað sær, at trupulleikin verður loystur. – Hinvegin hevur lands- stýrið sera stóran áhuga í, at Suðuroyggin verður ment, so hetta er avgjørt rætta tíðin hjá suðuroying- um at gera vart við seg og gera greitt, hvussu teir halda, at oyggin skal skip- ast. – Vit skulu minnast til at, tá ið Føroyar eru bundnar saman í eitt stórt meginøki, og bara Suðuroyggin liggur fyri seg, stendur hon meiri einsamøll enn nú. Tí er neyðugt, at vit longu nú taka atlit til hesi viðurskifti, soleiðs, at Suðuroyggin er ein samanhangandi, sam- starvandi og sterk eind. Tá verða tveir tímar til restina av Føroyum og bara 10 tímar til Skotlands. Jógvan við Keldu heldur, at tað verður rætt borið at, eru stórir møguleikar fyri framman. – Vit skulu eisini minnast til at 10% av føroyingum búgva í Suðuroy og tí er umráðandi at Suðuroyggin ikki gerst ein útoyggj, í framtíðar Føroyum. Neyðugt at skapa arbeiðispláss Hann heldur, at tað er neyðugt at Suðuroyggin fær arbeiðspláss í oynna, tí hon kemur í øllum førum í nakað nógv ár afturat at verða avskorin frá megin- økinum. – Arbeiðsloysið er tað hvassasta svørðið av øllum og er fólkið ikki í arbeiði í mánaðir, fyri ikki at tala um í fleiri ár, missir tað upp- driftina og tað er tað mest hættisliga av øllum. – Framtaksgrunnurin varð settur á stovn við tí endamáli at seta vinnulig tiltøk í verk, sum síðani skuldi seljast. – Men tá ið Framtaks- grunnurin ikki ber seg at sum væntað, eigur tað at bera til at skifta eina nevnd út. Men tað er kortini ikki bara svart og hvítt, tí nevndin hevur eisini ábyrgdina av pengunum í grunninum. – Samstundis verður neyðugt at fáa avtalu við skipini, so at virkini í Suðuroy fáa trygd fyri eini ávísari nøgd av rávøru. Men Landsstýrismaðurin í innlendismálum leggur aftur eisini hetta má síggj- ast sum ein heild, tí spurn- ingurin er so eisini, um hetta fer at máa støðið undan øðrum pørtum í landinum. – Tí er tað neyðugt at síggja alt í eini heild, sigur Jógvan við Keldu. Fer at taka tíð Samstundis heldur hann, at tað er neyðugt at broyta kommunuviðurskiftini í oynni verða broytt, so at øll Suðuroyggin dregur somu línu. – Tað er ikki lætt at loysa trupulleikarnar í Suðuroy. Tað fer at taka tíð at fáa Suðuroy á føtur aftur. Tað skal nýhugsan til og tað skal hart og miðvíst arbeiði til. – Men tað er eisini ógvuliga umráðandi, at tey tiltøk,sum verða sett í verk, røkka tvørturum næsta løgtingsval.Sostatt mugu tiltøkini hava greiða undirtøku í Løgtinginum, so at vit ikki koma í ta støðu, at næsta samgona setir tað úr gildi aftur, sum hendan samgongan setir í verk. Tað fer at máa álitið undan skipani og fer at gera støðuna hjá suðuroyingum enn verri, eitt nú vissi almenn uttanlandssigling verður sett í verk og verður niðurløgd aftur um nøkur fá ár. Vit mugu seta okkum langtíðarmál við Suðuroy Tað er avgerð- andi, at virkini í Suðuroy verða loyst frá Fiska- virking og at grundarlagi á privatum øki kemur ístaðin, heldur lands- stýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu Nýggi Smyril ikki í sigling ímillum Suðuroy og Skotland Tíðin er ikki búgvin til at taka málið um uttanlandssigling við nýggja Smyrli upp til viðgerðar, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum