Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 16 - 25. januar 2005 MARKNAðARRÁK Í farnu viku komu fleiri áhugaverd lyklatøl úr USA. Prísvøksturin er rættiliga komin í andglettin, m.a. eftir at nakrir nevndarlimir í amerikanska tjóðbankan- um, FED, eru farnir at ótt- ast hægri prísvøkstur. Brúkaraprísirnir hækkaðu tó bert 3,3% í mun til des- embur 2003, og tað var eitt vet minni enn væntað. Tað tóku lánsbrævamarknaðir- nir sum eitt tekin um, at FED eisini framyvir fer at hækka rentuna hóvliga. Tí lækkaðu lánsbræva-rentur- nar eftir kunngerðina. Sera týdningarmikið fyri fíggj- armarknaðirnar var eisini kunngerðin av, hvussu nógv útlendskir íleggjarar høvdu keypt amerikonsk virðisbrøv fyri í novembur. Netto varð keypt fyri heilar 81 mia. dollarar, har tað var væntað 59 mia. Tað hevði við sær, at dollarin helt áfram at styrkjast mótvegis evruni. Í ár er dollarin styrknaður frá 1,36 til 1,30 dollarar fyri evruna. Høvuðsorsøkin er ein lóg, sum kom í gildi 1. januar, ið ger tað møgu- ligt hjá virkjum, sum hava inntøku standandi uttan- lands, at flyta hesa inntøku til USA, har hon so einans verður skattað við uml. 5%, mótvegis umleið 35% áður. Hetta verður tó bara gjør- ligt í ár, og tí vænta íleggj- arar, at fleiri fyritøkur fara at flyta stórar upphæddir inn í USA í næstum. Eftir- sum fyritøkurnar verða noyddar at veksla hesar upphæddir til dollarar, styrkir hetta dollaran í mun til flest onnur gjaldoyru. IBM, Yahoo! og Motor- ola kunngjørdu øll góð inn- tøkutøl í farnu viku. Kort- ini hevur serliga Motorola ávirkað marknaðirnar um okkara leiðir, tí metingar- nar hjá Motorola um 1. ársf. í ár vóru nakað daprar. Hesi tíðindini hava ávirkað kursin á Ericsson og Nokia, ið lækkaðu ávíkavist 5,2% og 6,7% í farnu viku. Hós- dagin kunnger Nokia sjálvt roknskap. Um Nokia verur bjartskygdari um komandi tíðina og roknskapurin ann- ars verður góður metur Kaupthing, at Nokia kann vinna stóran part av lækk- ingini aftur. Annars kunn- gera eisini m.a. Texas, Microsoft, Siemens, Novo og H&M hesa vikuna. Ser- liga Microsoft kann fáa av- gerandi týdning fyri, hvussu vikan fer at hilnast fyri partabrøv. Hesa vikuna koma fleiri áhugaverd lyklatøl. Úr USA koma BTÚ-tøl fyri 4. ársfjórðing, brúkaraálit og privat nýtsla. Úr Evropa er tað Týskland, sum stendur ovast á breddanum. Haðani koma brúkaraprísvøkstur í ymsu landspørtunum, um- framt vinnuálit. Dollarin styrknaður Vika 3, 2005 www.kaupthing.fo Útróðrarbátarnir á Sandi draga svart Hóast lítil og eingin útróður hevur verið seinastu tíðina, tí veðrið hevur verið so vánaligt, er ikki líkt til, at nakar serligur fiskur er at fáa, tá ið roynandi er FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Lítil og eingin útróður hev- ur verið kring landið sein- asta mánaðin. Tað hevur viðrað illa í vetur, og sjáld- an hava líkindi verið til at loysa bátarnar. Men leygar- dagin var ein hampiligur dagur, og soleiðis var eisini mánadagin. Nakrir bátar av Sandi vóru á útróðri leygardagin, men sum skilst haðani, drógu teir at kalla svart, bæði eystanfyri og vestan- fyri. Tí er ikki líkt til, at steðg- urin, sum hevur verið, nú líkindini hava verið so vánalig, hava gjørt, at fisk- ur er at fáa. Sosialurin hevur tó frætt um bátar aðrastaðni, sum hava fingið upp í góð 100 pund á stampin. Men talan hevur sum heild ikki verið um teir stóru útróðrardag- arnar. Vit hava eisini frá onkr- um, sum leygardagin var farin at fáa sær nøkur kók, men sum skilst, var heldur eingin snørisfiskur at fáa. Til eftirlit Mánadagin landaði Eystur- búgvin á Sandi, men tá ið vit frættu haðani, høvdu tey fingið neyvu tølini. Nornagestur og Kolum- bus, sum plaga at leggja veiðina upp á Sandi, vóru inni seinasta hósdag við 160.000 pundum tilsamans, meginparturin upsi. Á Sandoy Seafood siga tey, at upsin, sum skipini høvdu, var rættiliga smáur. – Upsin hevur annars verið hampiliga góður í vetur, men nú er líkt til, at hann er smærri aftur. Nornagestur og Kolum- bus hava gjørt einar 2-3 túrar higartil í ár, men nú eru teir farnir á Tórshavnar Skipasmiðju til eftirlit, sum helst fer at taka nakrar dagar. Nornagestur og Kolumbus, sum vanliga leggja veiðina upp á Sandi, eru í løtuni til eftirlit. Mánadagin landaði Eysturbúgvin á Sandi. Mynd: Edvard Joensen