týsdagur 25. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 25. januar 2005
9
STRÍÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jan Allan Muller og Helgi
Larsen, sum í sínari tíð
uppfann og fekk patent upp
injector-trollemmarnar,
hava sent út eitt tíðinda-
skriv.
Í skrivinum vísa teir til
tíðindini um, at Føroya
Sparikassi og Sp/f Rock
hava framleiðslurættindini
til Injector lemmarnar.
- Vit kunnu ikki góðtaka
hesa kunngerð og frásiga
okkum alla ábyrgd, um
nakrar injector trolhurðar
skuldu komið frá Sp/f Rock
og Føroya Sparikassa.
Teir vísa á, at Injector
ApS er einasta felag, sum
hevur framleiðslu-og sølu-
rættindini til Injector trol-
hurðarnar, world wide, sum
tikið verður til í skrivinum.
- Ein og hvør, sum byrjar
at framleiða Injector trol-
hurðarnar uttan loyvi frá
okkum, ger seg inn á rætt-
indini, sum patenteigarin
og licensbrúkarin hava.
Tíðindabrævið er undir-
skrivað av Jan Allani Müll-
er, vegna Injector ApS og
Helga Larsen, vegna Injec-
tor
ApS
og
Patent
PCT/DE9700196.
Stríðsmál
Í samrøðu við Dimmalætt-
ing leygardagin, sigur sak-
førarin hjá uppfinnaranum,
Anfinn V. Hansen, at loyv-
ið, sum Føroya Sparikassi
hevur givið Sp/f Rock við
stjóranum, Hans J. Joensen,
er ólógligt.
Fyritøkan hjá Jan Allan
Muller, Injector ApS, hevur
keypt rættindini frá Helga
Larsen at framleiða og selja
umrøddu trollemmar.
Anfinn V. Hansen sigur,
at hevur Føroya Sparikassi
givið aðrari fyritøku rætt-
indini til at framleiða og
selja trollemmarnar, fer
málið í rættin.
Føroya Sparikassi hevur
trygd í patentinum upp á
trollemmarnar, og í greinini
sigur Anfinn V. Hansen, at
hetta er fyri skuld, men sak-
førarin leggur dent á, at
Helgi Larsen eigur rættind-
ini til patentið.
Dimmalætting
hevur
fingið innlit í eitt skjal, sum
sigur, at "Føroya Sparikassi
sum veðhavari er sinnaður
at lata Helga Larsen fáa
kjans til at gera nýtslu av
patentinum, heruppí at lata
øðrum felag nýtslurættindi
til patentið, áðrenn Føroya
Sparikassi tekur stig til at
søkja fullnað í patentin-
um…"
Undir framleiðslu
Hans J. Joensen sigur við
blaðið, at Sp/f Rock bland-
ar seg ikki upp í trætuna
millum Føroya Sparikassa,
Helga Larsen og Jan Allan
Muller, men at felagið fer
at framleiða trollemmar so
skjótt, keyparar eru.
Bogi Bendtsen, undir-
stjóri í Føroya Sparikassa,
sigur við Dimmalætting, at
tá ið lánistovnurin hevur
fingið veð í einum aktivi í
samband við lánveiting, er
tað náttúrligt, at stovnurin
verjir síni rættindi.
- Men vit kunnu einki
ítøkiligt siga um ávís mál,
leggur hann aftrat.
Ósemja um rættindi til trollemmar
Tann, sum fæst nakað
við fisk, sær av og á,
at fiskur av eini ella
aðrari orsøk kann
vera skaddur á
ymiskan hátt
SKADDIR FISKAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í desember í fjør sendi
skiparin á útróðrarbátinum,
Gudrun í Klaksvík, Kristin
Vilhelmsen, Fiskirannsókn-
arstovuni tvær hýsur, sum
vórðu fingnar á sama línu-
stampi – út fyri Rytuvík í
november.
Rógvi Mouritsen á Fiski-
rannsóknarstovuni sigur, at
hesar báðar hýsurnar á ein
ella annan hátt høvdu fing-
ið ein gummiring tvørtur-
um kroppin.
- Diameturin á ringunum
var nóg stórur til at sleppa
afturum høvdið, men ikki
nóg stórur til at fara afturav.
Sostatt høvdu ringarnir sett
seg fastar um uggarnar. Í
øðrum førinum sat ringurin
soleiðis, at búkfjaðrarnar
lógu ímillum og kundu tí
ikki brúkast.
Rógvi sigur, at annar
ringurin var ein svartur
tettningsringur til onkra
rørsamankoming, og hin
var ein pakningur av einum
loki - líknandi teimum, ið
eru undir lokinum á grøn-
metisgløsum.
- Ringarnir høvdu iva-
leyst ligið nakað leingi í
sjónum, um vit skulu meta
eftir tí vøkstri, sum sat á
teimum.
Rógvi sigur, at ringarnir í
báðum førum høvdu sett
týðilig merkir í fiskarnar;
støðini vóru avtikin, og
fiskarnir høvdu fingið sár.
- Tí kann væntast, at hýs-
urnar hava havt ringarnar
uppi á sær í eina tíð, heldur
hann.
Ikki óvanligt
Rógvi sigur, at tað er ikki
so óvanligt at síggja fiskar,
sum hava fingið okkurt so-
vorðið um kroppin.
- Á einum túri hjá hav-
rannsóknarskipinum,
Magnusi Heinason í mai
2004, har skipið royndi við
flótitroli heilt uppi undir
vatnskorpuni einar 100
fjórðingar í útnyrðingnorð-
an úr Mykinesi, var ein lítil
laksur í, sum hevði ein
reyðan plastring um kropp-
in.
Hann sigur, at laksurin
var týðiliga merktur av hes-
um ringi.
- Hann var rak, og ugga-
fjaðrarnar sótu innanfyri
ringin, so tær ikki kundu
brúkast til tað, tær eru ætl-
aðar til.
Á Fiskirannsóknarstov-
uni hava tey gjøgnum tíð-
irnar sæð fleiri slíkar til-
burðir, har fiskur hevur
havt okkurt hangandi uppí
á sær. Eitt nú hava pettir av
gørnum ella nakrir meskar
hingið uppi á fiskinum.
Rógvi sigur, at tann eini
fiskurin hevði eina bukt av
eini snelludorg uppi á sær.
- Ja, vit hava enntá fingið
ein seið, sum hevði ein ring
av eini narrisuttu uppi á
sær, sigur hann.
Nylonbukt á síli
Hann sigur, at fyri einum
30 árum síðan var eitt sjó-
síl, sum hevði fingið eina
nylonbukt upp á seg.
- Ovari parturin av bukt-
ini hevði etið seg niður í
fiskin so hvørt, sum hann
vaks og stóð at enda mitt
ígjøgnum fiskin - frá síðu
til síðu. Vaksið var afturí-
aftur sárið omanfyri, bæði
við fiski, skræðu og roðslu.
Um búkin hevði buktin
gjørt stórt og ljótt sár, og
var næstan komin inn
ígjøgnum.
Rógvi Mouritsen sigur at
enda, at tíverri var eingin
mynd tikin av hesum síli.
Dálking pínir fiskin í havinum
Hesar báðar hýsurnar fekk
útróðrarbáturin, Gudrun úr
Klaksvík, á sama línustampi
út fyri Rytuvík
Myndir: Rógvi Mouritsen
Hesin toskurin hevur fløkt seg upp í eitt nylonnet – og hann hevur ikki havt tað
gott, sæst á myndini
Mynd: Rógvi Mouritsen
Hendan laksin, sum hevur fingið ein plastring um kroppin, fekk Magnus
Heinason, tá ið teir royndu við flótitroli uppi í vatnskorpuni, 100 fjórðingar í
ein útnyrðingnorðan úr Mykinesi
Mynd: Rógvi Mouritsen