Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 16 - 25. januar 2005 Tað er breið semja um, at Leiklistaráðið, ið er set- anarmyndugleiki hjá Tjóðpallinum, hevur verið sera heppið við valinum av stjóra fyri nýggja stovnin. Jenny C. Petersen hevur virkað innan umsiting av sjónleiki í mong ár, hon kennir sum fáur umhvørvið, hon er ein royndur fyrisitari og hon hevur gott innlit í leiklistina. Sum næsti med- arbeiðari hjá stóra manninum innan føroyska leik- list, Eyðuni Johannessen, hevur hon ognað sær holla vitan um føroyska eins væl og altjóða leiklist. Vit vilja her fegin taka undir við teimum mongu, sum í hesum døgum siga: "Er tað nakar, sum klárar hasa torføru fyri ikki at siga ómøgu- ligu uppgávu, so er tað Jenny C. Petersen". Vit ynskja Jenny, leikarum og tjóðpallinum tillukku og ynskja alt gott fyri hetta týdningarmikla ment- anarøki. Leiklistin í Føroyum hevur veruliga brúk fyri øllum góðum ynskjum, tí tað verður ein tung og torfør uppgáva at byggja upp ein tjóðpall, eitt nationalteatur, við eini játtan, sum ikki røkkur til meira enn ein-tveir leikir árliga. Hetta krevur, at leiðslan skal nýta nógva orku til at útvega fígging til virksemið, sum ikki kann røkkast innan karm- arnar av løgtingsfíggjarlógini. Her er ein stórur vandi fyri, at leiðslan fer at nýta alla sína orku til at finna sponsorar og til at fáa raksturin at hanga saman. Ikki tí tað eru ivaleyst góðir møguleikar til at finna stuðul innan eins og uttanlanda, eitt nú úr norðurlendskum grunnum, men hesin parturin kann ikki verða høvuðsálitið. Tjóðpallur eigur at metast og virðast sum einhvør annar mentanar- stovnur t.d. Landsbókasaavnið, og eigur sostatt sín sjálvsagda part av løgtingsfíggjarlógini. Nú fer so Tjóðpallurin av álvara at virka. Vit ivast ikki í, at hetta verður leiklistini og føroyskari mentan til stórt gagn. Leiklistin er ein hin elsta listagreinin hjá mannaættini. Hon hevur alstóran týdning fyri menningina hjá eini tjóð. Tað er av stórum týdingin, at hitt almenna tryggjar leik- listini góð virkiskor. Tjóðpallurin skal vera fyri allar føroyingar. Hetta merkir, at hann eisini má út um landið við sínum framførslum. Hetta kann gerast heilt ítøkiligt við at farið verður á turné ella leikferð við nøkrum av teimum leikum, ið verða framførdir. Ein annar og alt ov líti brúktur møgu- leiki er at nýta útvarp og sjónvarp. Nú hesir stovnar eru lagdir saman skuldu møguleikarnir fyri betri samskipa verið munandi øktir. Al- menningurin hevur tí orsøk at vænta meira drama í ÚF og SvF í framtíðini í einum tøttum samstarvi við Tjóðpallin. Við hesum ynskja vit Tjóðpalli, leikarum og stjóra alt tað besta! DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt heppið val VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jenis av Rana .....viðmerking til Jógvan í Løðuni, í sambandi við lesarabræv í Dimmalætting leygardagin. Týsmorgun, fyri skjótt 14 døgum síðani, ringdi út- varpsjournalistur og spurdi meg um hetta at kunna draga frá í skatti gávur, ið verða latnar til góðgerðandi endamál. Eftir vanligum føroyskum fólkasiði svar- aði eg beinleiðis spurning- um hansara, prátið okkara millum metti eg vera posi- tivt og sera skilagott, og nógvar viðmerkingar síðani hava eisini bent á tað. Til leygardagin, tá kem- ur Jógvan í Løðuni brádliga við einari minni vakrari viðmerking í Dimmalætt- ing, har hann skuldsetur Miðflokkin fyri at fremja atkvøðuspekulatión. Eg varð uppringdur, spurdur og svaraði. At mað- ur ókravdur fer í bløðini við órættvísum álopi, sigur nokk meira um hvør speku- lerar. Finnleif Guttesen Tvøroyri Vónandi er tað ikki so galið, at alt býráði tekur undir við framferðarháttin- um hjá borgarstjóranum. Hvat í allari víðu ver við- kemur tað borgarstjóranum á Tvøroyri, hvat tær smærru kommunurnar við- gera og viðtaka. Skulu tær smærri kommunurnar, sum hava samstarv við Tvøroyri og Vág straffast , tí tær tora at viðgera mál, sum tær halda verða frægast. Ein greið hóttan Í Sosialinum 22. januar 2005, hóttir borgarstjórin óbeinleiðis Hvalbiar-og Fámjins kommunu, tí tær viðgera spurninginum at flyta heilsuskúlan av Tvør- oyri. Sjálvsagt hava allar kommunur rætt til at við- gera hvat tær halda verða frægast fyri Suðuroy. Og borgarstjórin á Tvøroyri skaðar alt Suðuroy, við at fara alment út og óbein- leiðis hótta tær smærri kommunurnar.. Tað verður ikki hóttanir móti øðrum kommunum og persónum, sum far Suður- oynna á føtur aftur. Er tað bert borgarstjórin á Tvøroyri, sum hóttir tær smærri kommunurnar í Suðuroy? Hvør spekulerar í atkvøðum? Annita á Fríðriks- mørk valevni Tjóðveldisfloksins Fólkating er ikki ein far- støð, har tú situr og bíðar eftir og hyggur eftir fólki, til onkur annar kemur og avgerð, nær tú skalt víðari. Fólkating er ein farstøð, har tú arbeiðir fyri at koma víðari, har tú brúkar teir møguleikar og tey amboð, sum eru til taks til tess at sleppa víðari. Soleiðis síggi eg munin á teimum fólkatingsumboð- um, sum hava viljað nakað á fullveldisleið, og so á teimum, sum onki hava viljað. Vilt tú ikki víðari á fullveldisleið, hvat skalt tú so gera á Fólkatingi. For- telja dønum um Føroyar? Jamen, hvør annar á Fólka- tingið enn Norðuratlants- bólkurin og Erlendur Patursson í síni tíð, hevur skipað so fyri, at danir verða kunnaðir um Føroyar og um føroysk viðurskifti. Um tú spyrt teg sjálva, hvør føroysk umboðan í Fólkatinginum fer at stríð- ast fyri t.d. hesum: • at Føroyar ikki verða drignir inn í ES við t.d. nýggju ES grundlógini ella • at vit fáa føroyskan lima- skap í Norðurlandaráðnum ella • upplýsa um týdningin, at eisini danir viðurkenna okkum sum tjóð, so vit kunnu samstarva á jøvn- um føti við eisini danir. Tað verður neyvan nøkur, sum fer at stríðast fyri hasum, sum ikki eisini ynskir, at vit eru eitt land javnbjóðis øðrum londum. Kemur Tjóðveldisflokk- urin innaftur við umboðan á Fólkating, so veit føroy- ingurin: • at Føroyar fáa eitt sjón- ligt umboð og • eitt umboð, sum hoyrist og • eitt umboð, sum vil ar- beiða fyri at koma víðari Tey úrslit umboð floksins hava lagt eftir sær, og tær ítøkiligu ætlanir, sum flokkurin hevur við fólka- tingssessinum, siga so mikið, at á Danatingið sita vit ikki og bíða eftir, til onnur eru klár. Á Danatingi veist tú, at tú skalt arbeiða, og hvussu tú skalt arbeiða fyri at koma víðari! Farstøð, har tú arbeiðir fyri at koma víðari VAL05