týsdagur 25. januar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kristina Háfoss
Kjakið um uttanríkispoli-
tisku heimildir Føroya tók
seg upp undir undanfarnu
fullveldissamgongu.
Nú
hevur kjakið so tikið seg
uppaftur, og niðurstøðan er
heilt greitt, at neyðugt ikki
er við fleiri lógum á økin-
um, fyri at Føroyar skulu
kunna fáa sjálvstøðuga al-
tjóða umboðan, ella skulu
kunna taka aftur útdelegar-
aða valdið á uttanríkis-
politiska økinum. Hartil
kemur, at vandi er fyri, at
heldur enn at økja um
sjálvstýri Føroya, kann ein
nýggj løgfrøðilig binding
millum Føroyar og Dan-
mark, ið ikki er grundað á
altjóða rætt, bera við sær
skerd tjóðarrættindi.
Forðingin fyri føroyskari
sjálvstøðugari umboðan á
altjóða leikpallinum í dag
er ikki løgfrøðilig — bert
politisk.
Danska grundlógin -
ongin forðing
Danmark fer í næstum at
hava fólkaatkvøðu um at
lata m.a. uttanríkismál til
ES at umsita. Hetta meta
danskir myndugleikar ikki
verða í andsøgn við donsku
grundlógina. Tá Danmark
kann flyta hesar heimildir
til ES at umsita, so kann
danska grundlógin als ikki
verða nøkur forðing fyri at
flyta
uttanríkispolitiskar
heimildir aftur til Føroya.
Somuleiðis er ongin ivi
um, at kann heimild gevast
fyri, at Føroyar og Grøn-
land
kunnu
umboða
”Kongeriget Danmark” í
altjóða høpi, so kann sanni-
liga eisini finnast heimild,
ið tryggjar Føroyum og
Grønlandi at umboða seg
sjálvi í altjóða høpi — ikki
minst grundað á altjóða
rætt.
Talan er í størri mun um
manglandi vilja — heldur
enn manglandi heimild.
Heimastýrislógin —
ongin forðing
Tá umræður heimastýris-
lógina, so er talan um eina
politiska avtalu, ið varð
gjørd landanna millum í
1948. § 1 í heimastýrislóg-
ini staðfestir, at: ”Føroyar
eru sjálvstýrandi tjóð í
danska ríkinum _”. Harvið
hava føroyingar sum tjóð
— sambært altjóða rætti —
rætt til at biðja um broyting
av
viðurskiftunum
við
danska statin, og m.a. taka
aftur øki til Føroya at um-
sita, tá hetta verður ynskt.
Leggjast kann afturat, at
lógin er frá 1948 og er fleiri
ferðir toygd. Eitt nú eru
málsøki, ið ikki eru nevnd í
lógini tikin heimaftur til
Føroya. Er politiskur vilji
til staðar, vil heimastýris-
lógin, sum tann politiska
avtala hon er, tí ikki verða
nøkur forðing fyri sjálv-
støðugari føroyskari um-
boðan í altjóða høpi.
Altjóða samfelagið —
ongin forðing
Føroyski atlimaskapurin í
International
Maritime
Organization (IMO) — ið
er ein altjóða felagsskapur
undir ST — staðfestir
óbeinleiðis at føroyingar
eru tjóð, ið hevur rætt til
sjálvstøðuga umboðan - eitt
nú í altjóða ST-felagsskap-
um. Hesin atlimaskapur er
bert eitt dømi av mongum
um, at tað ikki er altjóða
samfelagið, ið er ein forð-
ing, tá umræður sjálvstøð-
uga føroyska umboðan í
altjóða felagsskapum v.m.
Fólkarætturin
— ongin forðing
Føroya Løgting hevur stað-
fest, at føroyingar eru tjóð
við
sjálvsavgerðarrætti
sambært altjóða rætti. Før-
oyingar uppfylla eisini allar
treytir, ið settar verða, fyri
at verða viðurkendar sum
tjóð við sjálvsavgerðarrætti
sambært altjóða fólkarætt-
inum. Tí er tað ikki ein
spurningur, hvørt føroyskir
myndugleikar hava rætt at
umboða Føroyar í altjóða
høpi. Tað hava vit um vit
ynskja hetta. Einasta forð-
ingin er tann politiski viljin
— ella mangul uppá sama.
Manglandi politiski viljin
— ein forðing
Velja føroyingar at átaka
sær økta ábyrgd og ávirkan
á uttanríkispolitiska økin-
um eigur hetta at verða
grundað á, at føroyskir
myndugleikar umboða seg
sjálvar, ikki ”Kongeriget
Danmark”. . Men politiski
trupulleikin er, at danskir
myndugleikar vilja verða
við, at Føroyar ikki kunnu
umboða seg sjálvar — bert
”Kongeriget Danmark for
såvidt angår Færøerne”.
Danska stjórnin hevur ferð
eftir ferð víst á, at hon
metir, at danska ríkið er eitt
eindarríki, har bert ein tjóð
er til, og tað er tann danska
tjóðin. Tí er sera hugsandi,
at danska stjórnin við at fáa
føroyskar myndugleikar at
umboða ”Kongeriget Dan-
mark”, og við at vísa til
donsku grundlógina í við-
merkingunum til heim-
ildarlógina, soleiðis roynir
óbeinleiðis at fáa eina við-
urkenning frá føroyingum
av, at danska ríkið er ein
eindarstatur.
Danska stjórnin
— ein forðing
Ein onnur orsøk til oman
fyri nevnda illgruna er, at
danska stjórnin longu hevur
gjørt føroyingum greitt, at
øktar uttanríkispolitiskar
heimildir ikki koma at
merkja ávirkan á trygdar-
politikk ella á sjálvstøðug-
an limaskap í Norðurlanda-
ráðnum og IWC. Hvat
skulu Føroyar so ”fáa” sum
vit ikki hava í dag ?
Heimildarlógin
fyri
Grønland, ið skuldi til 1.
viðgerð á Fólkatingi 21.
jan. 2005, vísti eisini, at
talan als ikki verður um
øktar heimildir — bert
staðfesting
av
nøkrum
núverandi rættindum, og
skerjing av fleiri øðrum
rættindum.
Veljið Føroyar !
Heldur enn at gera nýggja
løgfrøðiliga binding mill-
um Føroyar og Danmark, ið
kann hava við sær, at føroy-
ingar óbeinleiðis viður-
kenna danska eindarstatin,
viðurkenna avmarkaði rætt-
indi til at umboða okkum
sjálv og seta tjóðarrættindi í
vága, átti Føroya Lands-
stýri at farið veruliga til
verka.
- Átti at fingið altjóða
staðfest og viðurkent
tjóðarrættindi føroyinga.
- Átti at kravt sjálvstøðuga
umboðan, ábyrgd og av-
gerðarrætt í uttanríkis- og
trygdarmálum.
- Átti at valt Føroyar fram
um ”Kongeriget Dan-
mark for såvidt angår
Færøerne”.
Les meira á heimasíðuni:
www.hafoss.com
Nr. 16 - 25. januar 2005
11
Jenis av Rana
Nógv óføroyskt er, sum
millum ár og dag kemur inn
á okkum uttanífrá, og royn-
ir at máa støðið undan tí
kristna grundarstøði, land
okkara byggir á. Náttúrligt,
vegna aldragamla sam-
bandið tjóðanna millum,
koma høvuðsárinini um-
vegis Danmark, og heilt
náttúrligt er tí at royna at
venda streyminum og fáa
tað góða, sum tjóð okkara
hvílir á, út til hesa og aðrar
tjóðir. Her er fólkatingsval-
ið ein veruligur møguleiki,
tí júst her hava vit, via tað
umboð, ið verður valt at
umboða okkum í Danmark
og á Fólkatingi, ein møgu-
leika at senda ein greiðan
boðskap út, sum kann vera
við til at byggja upp, og
kanska eisini virka sum ein
forðan móti tí, ið annars
kemur á okkum.
Miðflokkurin hevur eina
greiða hugsjón á økjum,
har fleiri av grannatjóðun-
um tørva slíka. Eg hugsi
um økir sum tað etiska,
moralska,
listarliga
og
átrúnaðarliga. Boðskapur
floksins var nýbrot her á
landi fyri fáum árum síð-
ani, skapti kjak og dróg
sjónarmið fram, sum í
áravís høvdu verið tagd
burtur. Men so við og við
hevur hann fest røtur, og
sett varðandi spor á samfe-
lagið.
Ein av stóru flokkunum
vísir á, at hann hava havt
fólkatingslim í sjeyti ár- alt
gott um tað. Men uttan at
taka støðu til virði í um-
boðan teirra kann sigast, at
júst tí hevði kanska verið
skilagott at umhugsa at valt
ørðvísi hesaferð, at roynt
onkran annan.
Annars eru vit fult samd-
ir við teimum sum føra
fram, at okkum tørvar ikki
flokkar á Fólkating, sum
kritikleyst finnast at dønum
og donskum politikki, ella
flokkar hvørs einasta enda-
mál er at tosa samband ella
loysing. Hugsjónir teirra,
sum fáa hetta frálíka høvið,
at tosa viðurskifti føroyinga
á danatingi, má verða
djúpri fest og meira víð-
sýnt.
Tí er Miðflokkurin eitt
veruligt alternativ hjá tær at
hugsa um á fólkatingsvalin-
um 8. februar.
VIÐMERKINGAR
Lisbeth L. Petersen
fólkatingslimur
Í seinastu viku hevði eg
høvi at hoyra útvarps-
sendingina,
ið
m.a.
snúði seg um fólkatings-
arbeiðið, har viðmerk-
ingar vóru frá ymiskum
sokallaðum
”serfrøð-
ingum”.
Eg hevði hug at gera
nakrar
viðmerkingar,
men fekk ikki høvi til
tess, so her skal eg bara
taka okkurt dømi.
Tá skrivarin í Norður-
atlantsbólkinum,
sum
ein teirra, sera avgjørd-
ur kom við pástandum,
ið onki hald var í, krevur
tað eitt aftursvar.
Úttalilsið um at sam-
bandsumboðið
longu
hevur ”selt” seg til And-
ers Fogh Rasmussen, er
tikið burtur úr leysari
luft. Tað sama kann
sigast um pástandin, at
sama
umboð
hevur
bundið seg at atkvøða
fyri øllum, sum danski
flokkurin Venstre kemur
og fer at koma við!
At skrivarin segði seg
hava verið á fólkatingi í
3 ár, er væl rætt, men
tað er hann so ikki
einsamallur um, og við-
víkjandi samstarvi mill-
um Sambandsflokkin og
Venstre skuldi eg sum
fólkatingslimur
helst
vitað betur enn hann. Eg
kann fortelja honum, at
eg, eins og okkara flokk-
ur herheima, havi sam-
starvað við Venstre, men
eri ikki limur í danska
flokkinum. Eg havi ver-
ið limur í tingbólkinum
hjá Venstre, og tað er
ikki tað sama.
Sama samstarv ætlar
nýggi formaður Sam-
bandsfloksins at halda
fram við.
Fyri mín part kann eg
siga, at samstarvið hesi
árini hevur verið sera
gott, eisini tá eg í ávís-
um føri havi boðað frá,
at eg havi eina aðra
støðu enn teir. Tað
hevur als ikki verið nak-
ar trupulleiki, og sjálv-
andi havi eg greitt teim-
um frá hví.
At vera limur í ting-
bólkinum hjá størsta
danska flokki, ið m.a.
telur fleiri ráðharrar, er
ein stórur fyrimunur.
Tingbólkafundirnir geva
eina holla vitan og innlit
í nógv mál, og møgu-
leikarnir at fáa ávirkan
eru góðir, tí tú hevur
góðar møguleikar bein-
leiðis at koma á tal við
fólk
við
politiskari
ávirkan. Fleiri teirra
hava verið hollir stuðlar
at heita á, tá ymiskir
spurningar hava tikið
seg upp.
Tað eru ikki rópini
ella tað at dyrka kon-
frontatiónir, ið byggja
nakað
upp,
tvørtur-
ímóti!!
Fimmarin
Eingin náttúrlóg er, ið sigur at fólkatingslimur
skal veljast úr einum av stóru flokkunum
Føroyar ella ”Kongeriget Danmark
for såvidt angår Færøerne” ?
VAL05
VAL05
Gjald fyri valgreinar
Tað er nú greitt, at fólkatingsval verður 8. februar í
ár. Eins og tað hevur verið vanligt í tíðini fram til
eitt val, fer Sosialurin aftur hesa ferð at taka pengar
fyri valgreinar, sum verða settar í blaðið.
Enn er freistin fyri at lata vallistar inn ikki lokin,
men frá og við Vikuskiftisblaðnum komandi fara vit
at taka pening fyri greinar, sum beinleiðis eru
tengdar at valstríðnum. Gjaldið fyri valgreinar er
helvtin av vanligum lýsingarprísi.
Sosialurin