týsdagur 25. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 16 - 25. januar 2005
Fríggjadagin 21. januar 2005 andaðist
Olivur Olsen í Klaksvík, 79 ára gamal.
Olivur var ættaður úr Svínoy, sonur
Jógvan á Geilini og Elsebeth Malenu
(Elsmalenu), sum var ættað úr bónda-
húsinum Uppi í Húsi. Millum svínoy-
ingar og mong onnur varð Olivur vanliga
róptur Olivur á Geilini.
Teir vóru 4 brøður. Petur (Pedda) var
elstur. Hann búði úti í Svínoy alla sína
tíð. Næstur var Olivur. Síðani Esbern,
sum fekk sær eftirnavnið á Geilini. Eisini
hann búði úti í Svínoy. Yngstur er Jukim,
sum býr í Havn.
Olivur vaks upp úti í Svínoy og livdi
har sítt lív sum aðrir dreingir úti á bygd
tá á døgum. Hann gekk í skúla, róði út og
var við í arbeiði í bø og haga.
Ungur fór hann til Klaksvíkar at læra at
smíða hjá mammubeiggjanum Heina í
Svínoy. Eftir kríggið fór hann til Dan-
markar á Tekniska skúla í Haslev.
Heimafturkomin arbeiddi hann nógv
saman við Heina bæði í Klaksvík, í Havn
og aðrastaðni.
Hann fór síðani til Íslands og arbeiddi
har eina tíð. Hann var m.a. við til at
smíða stólarnar í kirkjuni á Bessastøðum.
Í november 1959 giftist hann við
Jóhannu (Lukk-Hannu), dóttir Malvinus
í Vátutoft og Daniellu. Tey búsettust í
barnaheimi hennara.
Í sjeyti-árunum fór hann at arbeiða hjá
byggifelagnum Kanjon. Hetta var tá ein
stór fyritøka, sum hevði stórarbeiði víða
um í landinum. M.a. bygdu teir nógvar
keiir.
Olivur hoyrdi til Brøðrasamkomuna og
gjørdi nógv sjálvboðið arbeiði fyri hesa
samkomu. Hann arbeiddi bæði á Zarepta
í Vatnsoyrum og í barnalegunum í Grøn-
landi, har hann hjálpti til við at byggja
ein pier.
Olivur skaddist illa í 87, tá hann var í
Svínoy og bygdi eina høll. Datt niður úr
einum stiga. Hann gavst tá at arbeiða
lønandi arbeiði.
Lukk-Hanna og Olivur fingu dóttrina
Ruth, sum er fødd 16. mars 1961. Hon er
gift við Fróða Thomassen úr Svínoy, og
tey eiga døturnar Jóhannu, sum er 12 ár,
og Jenny, sum er 10 ár.
Olivur var fróðarmaður.
Fyri nøkrum døgum síðan
høvdu vit hesa myndina í
blaðnum, ið er tikin á ólav-
søku 1938 í Dr. Jacobsens-
gøtu í Havn, har vit heittu á
tey, sum kendust við fólkini
á myndini, um at koma við
røttu nøvnunum og øðrum
upplýsingum, ið vit nú hava
fingið upp á pláss.
Um onkur hevur okkurt at
viðmerkja hesum viðvíkj-
andi, er viðkomandi væl-
komin at seta seg í sam-
band við Birgar Johannes-
sen á telefon 314647 /
273168.
Vit hava eisini fingið onnur
ítróttarúrslit hesa ólavsøk-
una:
Kappróður
1. Havnarbáturin
2. Klaksvíkingur
3. Stangabáturin, Klaksvík
Svimjing
Willy Rasmussen
Ásmundur Olsen, Kolla-
fjørður
Kappsvimjing
Harry Rubeksen og Finnur
Helmsdal svumu kapp.
Harry Rubeksen vann.
Nicodemus
Rasmussen,
Julian Egholm og Ole
Guttesen
svumu
kapp.
Nicodemus
Rasmussen
vann.
Síðan svumu tvær gentur,
tær vóru: Esther Petersen ár
Bergen og Esther Zacha-
riassen úr Hvalvík.
Kappríðing
(menn)
1. Meinhardt Hansen
2. Jóhs. Olsen (Hvalvík)
3. Alex Samuelsen
(dreingir)
1. Viljormur Tórsheim
Fótbóltur
Ólavsøkuaftan: HB-KÍ 5-1
Ólavsøkudag: B36-TB 0-1
Havnar leksikon:
Nøvn og ítróttarúrslit á ólavsøku 1938
Olivur Olsen farin
Fólkini á myndini eru, f.v.: Tummas Rubeksen, Viggo Lützen, Cornelius Reinert (á Fløtunum) Norðradalur, Símun Poulsen, Tummas Reinert (á Fløtunum),
Norðradalur, Jóhs. Patursson, Kirkjubøur, Magnus Tórsheim, Leivur Hansen (Leivur hjá Trónda) og Mogens Lützen. Smágentan fremst á myndini er Hjørdis hjá
Rosu (hjá Petur í Mattalág).
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.