týsdagur 25. januar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 25. januar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Nú komu tey tíðindini, sum vit,
sum kendu til sjúkuna hjá Maritu,
kundu vænta okkum, men tó ikki
høvdu roknað við, at Marita var
farin frá okkum – høvdu vónað til
tað síðsta, at okkurt kundi bjarga
henni undan herviligu sjúkuni.
Tíðindini eru nú um at verða
veruleiki fyri okkum, og vit merkja
tómleikan, nú ein av okkara hevur
lagt árarnar inn. Tað ber til at siga,
at Marita í okkara høpi hoyrdi til
tað nýggja ættarliðið av arkitekt-
um, sum kom aftaná Olaf Morten-
sen síðani Palla Gregoriussen og
við Gunnari Hoydal sum eitt inter-
mezzo.
Marita gjørdist bert 56 ára gomul
og hevði fyri nøkrum árum síðan
stovnað arkitektastovuna Arkitekt-
ar 99 saman við Jóhan Laksáfoss,
og framtíðin hjá Maritu og virkin-
um tyktist vera ljós.
Eg havi frá ungum árum vitað
um Maritu og kom at kenna hana á
arkitektateknistovuni hjá Palla
Gregoriussen í 1974, tá eg í summ-
arfrítíðini, meðan eg las til arkitekt,
arbeiddi har, og seinni í 1976, tá eg
fekk starv hjá Palla og kom at
arbeiða saman við henni. Seinni í
1984 kom Marita at starvast á
teknistovuni hjá okkum til hon í
1992 fór í annað starv.
Sum menniskja var Marita av
skynsamastu fólkum, var altíð við
tí góða orðinum og allur hennara
atburður var merktur av tolsemi og
vælvilja og í framferð var hon há-
bærslig og ladylike – tað er eyðsæð
at hon hevur fingið gott í beinini
heimanífrá.
Tær listarligu gávurnar komu
henni til góðar í arbeiðinum, men
altíð helt hon seg aftur í lítillátni,
hvat tí listarliga viðvíkti, men ong-
in, sum kom í samband við hana,
var í iva um hennara skapandi
evnir. Sum samstarvsfelagi var hon
íðin og nærløgd og arbeiddi væl
saman við øðrum til tess at náa
dygdini, hetta sóu vit á teknistovuni
og henda hugburð bar hon við sær,
tá ið hon gjørdist sjálvstøðug.
Dømi um hetta síggja vit í sam-
bandi við umbyggingina av Quill-
ingsgarði, sum er eitt gott dømi um
skilagott tilfarsval og góða propor-
tionering í royndini at sambyggja
gamalt og nýtt. Eisini er stóra um-
byggingin av Tryggingini verd at
nevna.
Bert spell, at tað ikki untist
Maritu longri tíð sum sjálvstøðug
at virka í fakinum.
Eitt skifti var hon formaður í
Arkitektafelag Føroya og í hennara
formansskeiði
mentist
felagið
munandi og hon gjørdi her eitt stórt
arbeiði saman við Gunnleyg Dur-
huus og øðrum, til tess at fáa felag-
num altjóða viðurkenning, so at vit
í dag sita javnbjóðis við fundar-
borðið, tá norðurlendsku feløgini
hava stýrisfund. Samskifti millum
okkum og hini norðurlendsku fe-
løgini er gott, og hava vit nakrar
ferðir verið vertir í Føroyum fyri
hesar stýrisfundir, og hevur Marita
í sambandi við stýrisfundarnar ver-
ið fyrimyndarligur ambassadørur
fyri Føroyar bæði her og uttan-
lands.
Vit eru mong, sum sakna Maritu,
og eg hugsi serliga um tykkum
Katrin, Heini og Diaba, sum nú
hava
mist
eina
kærleiksfulla
mammu og konu.
Vit drýpa høvur í samkenslu og
lýsa frið yvir minnið um Maritu
Weihe.
Albert Isfeld
Minningarorð um
Maritu Weihe
arkitekt
Dagurin
25. januar. Pálsmessa. Verður hildin til minnis um
umvending Paulusar á leiðini til Damaskus í árinum
36. Á pálsmessu koma súlan og lomvigin at landi.
Súludagurin er hátíðardagur í Mykinesi, og í eldri
tíðum varð dansað har henda dagin .
Erlendur biskupur var bispvígdur hendan dagin í 1269.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu, tá ið okkara kæra systir, manssystir,
fastir og abbasystir
Minna Jacobsen
so brádliga doyði og varð jarðað.Tøkk til tykkum
mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldar-
stað. Ein serstøk tøkk til Hera Joensen, prest,
fyri fjálgandi orðini við jarðarferðina.
Fyri tey avvarðandi
Ingrid og Steinbjørn
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma,
vermamma og omma okkara,
Brynhild Niclasen
Hestur
fødd Midjord, úr Havn
andaðist á Lágargarði 21. januar, 75 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Hests kirkju
týsdagin 25. januar kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Børnini
Tey ið ynskja at minnast Brynhild kunnu lata Lágargarði
eina peningagávu.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Oliver Olsen
(vanl. nevndur Olivar á Geilini, ætt. úr Svínoy)
Klaksvík
andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi 21. januar,
79 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Betesda
týsdagin 25. januar kl. 13. 00.
Jóhanna
Ruth,Fróði og genturnar
Tey, ið vilja minnast Oliver, kunnu lata Zarepta eina
peningagávu.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum
samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma,
omma og langomma
Ragnhild Bisp
Argir
andaðist og varð borin til hvíldar.
Tøkk til Bergur D. Joensen, prest, fyri orðini
í heiminum og í kirkjuni.
Tøkk til sangarar, tøkk fyri blómur og kransar,
og tøkk til øll tykkum, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.Tøkk til tey, ið hjálptu til við
ervinum. Ein serstøk tøkk til heimahjálpararnar,
ið vóru um hana til tað seinasta.
Familjunnar vegna
Børnini
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum
aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30
kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er
hósdag kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Lesið
- so eru tit við