Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 16 - 25. januar 2005 Fríggjadagin vóru liðin 100 ár, síðan Miðvágs Bóltfelag, MB, varð stovnað. Sjálvur føðingardag- urin varð hildin við ítróttarguðstænastu og móttøku í bygdar- húsinum FØðINGADAGUR Edvard Joensen Miðvági: MB hátíðarhelt fríggjadag- in, at 100 ár eru liðin, síðan felagið varð stovnað. Nógv fólk, bæði miðvingar og onnur, vóru komin saman at ynskja felagnum tillukku. Føðingardagshaldið byrj- aði við ítróttarguðstænastu í Miðvágs Kirkju, sum var at kalla fullsett. Tað vóru prestarnir David Johannesen og Inga Poulsen Dam, sum høvdu guðstænastua. Ung- dómskórið í Vágum sang nakrar sangir, eins og Eivind á Presttrøðni og Sámal Ravnsfjall eisini sungu hvønn sín sang. Ein sera hugnalig løta, har Sámal Ravnsfjall enn einaferð prógvaði, at hann telist millum fremstu trubadurar okkara yvirhøvur. Um hann syngur drykkjuvísur ella, sum hetta kvøldið, ein sálm við guitarundirspæli, ger tað sama. Eftir guðstænastuna beyð MB til móttøku í bygdarhúsinum, har heilt nógv fólk kom at heiðra felagið. Har vóru miðving- ar og gestir ymsastaðni úr landinum. Nógvar heilsur vóru komnar frá ítróttarfel- øgum og øðrum, sum vildu markera dagin, og nógv vóru tey, sum tóku orðið á samkomuni og heilsaðu felagnum. Eisini MB ynskti at markera, at tað eru fólk, sum av sínum eintingum taka tøk fyri felagið. So- leiðis vóru hetta kvøldið fýra fólk, sum nevndin metti høvdu gjørt seg ser- liga fortjent til tess, heiðr- að við hvør síni gávu frá felagnum fyri tað., MB hátíðarh