Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Muller Gott nyggjår Oddagrein HETTA er seinasta blaðið í hesum árinum, í hesum tíggju ára skeiðinum, í hesum hundrað ára skeiðinum og túsund ára skeiðnum við. Blaðið er nr. 250 og er hetta met í foroyskari blaðútgávu. Við sinum „ungu“ 73 árum á baki fer Sosialurin inn í eina heilt nýggja eld - til eina vónandi spennandi og áhugaverda tíð. Vit taka hetta serstaka aldarmótið sum eina stóra avbjóðing og ætla tí eisini at halda fram við menna blaðið í ár 2000. Seinasta árið hava vit m.a. brúkt til at menna teknisku deildina og hava í tí sambandi sett ungar og dugnaligar lærlingar. Nýggja tøkni- froðin krevur nógv av einum slíkum ar- beiðsplássi, og ti er eisini nógv orka løgd I júst at vera á hædd við tey tøkniligu krov, sum verða sett nútímans blaðtilgerð. BLAÐUTBERINGIN er vorðin munandi dýrari, og hetta er ein høvudsorsøkin til, at blaðprísurin er hækkaður. Her eiga vit eisini at hava lønarhækkingarnar í huga- num. Tó skal sigast, at blaðprísurin ikki minst til haldararnar hevur verið nærum Obroyttur í langar tíðir. Vónandi fara hækk- ingarnar ikki at hava við sær, at vit fáa færri lesarar. VIT fara í nýggja árinum at gera alt vit kunnu fyri at menna innihaldið og gera tað enn meira fjølbroytt. Eisini er ætlanin at geva blaðnum eina nýggja útsjónd, tá vit eru komin nakað inn í nýggja árið. Vónandi kann alt hetta hava við sær, at blaðið kann økja um lesaraskaran. Vit miðja eisini eftir at gera blaðið meira sjón- ligt úti kring alt landið. UMFRAMT eina góða og vælmannaða redaktion halda vit eisini, at tað hevur stóran tydning, at lesararnir kunnu brúka blaðið. Her hugsa vit bæði um lýsingar- torg, navnasíður, aðrar nýggjar brúkara- teigar og tjak. Serstakliga síggja vit fram til, at Sosialurin í ár 2000 kann verða karmurin um eitt livandi og breitt alment orðaskifti um flest allar samfelagsspurn- ingar. Stórmál standa fyri framman, eitt nú viðurskifti okkara við Danmark og um- heimin annars, her ikki minst ES. Pen- sionsskipanir og eldraøkid sum heild eru eisini eitt stórmál. A vinnuøkinum stendur ein møgulig oljuvinna fyri framman, og her ræður um at fóta sær rætt. Búsetingin og arbeiðspláss í útjaðaranum eru eisini eitt stórmál. Sosialurin vil gera sítt til, at For- oyar framhaldandi verða eitt gott land at liva í. Vit bjóða okkum fram at lýsa og viðgera mál, sum hava almennan áhuga og ynskja vit ollum okkara viðskiftafólki eitt gott nýggjár josialuri 9 ygg)j Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjóri: | Eirikur Lindenskov i Marknaðardeild: | Jonhard Hammer | Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dånjal Højgaard | Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tréndarson Eyðun Klakkstein | Niclas Johannesen Yngd: Jåkup Mørk Postadr: Postsmoga 76, Myndamenn: c Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Álvur Haraldsen Telefon: 311820 Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720. Sp/t Sosialurin | e-mail: post 2 sosialurin.fo Bústaður: | Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin ensjonsskipanin skal betrast Helena Dam á Neystabø fer á fyrsta landsstýrisfundi at taka málið upp, um at gera ymiskar broytingar í nýggju pensjónsskipanini JOHN JOHANNESSEN Helena Dam á Neystabo. landsstýriskvinna í al- manna- og heilsumálum, á- sannar, at ymisk brek eru við í nýggju pensjónsskip anini, ið mugu rættast sum skjótast Mest átrokandi heldur Helena Dam á Ney stabø tað vera at fáa greiðu á viður skiftunum hjá avlamispen sjónistunum Avlamispensjónistar hava rentur og avdrøg at gjalda fyri hus sini, eins og øll onnur, og ti er neyðugt, at avlamispensjónistar fáa ta pensjón, teir hava rætt til. Tað skal ikki vera avger- andi, um tú ert giftur av- lamispensjónistur ella ikki, sigur landsstýriskvinnan. Oheppin støda Helena Dam á Neystabø ásannar eftir viðtaluna við Lailu Solmunde, forkvinnu í Ráðnum fyri Brekað, í Sosialinum í gjár, at tað er ein ógvuliga óheppin stóða, avlamispensjónistarnir eru komnir í, eftir at nýggja pensjónsskipanin varð sett í gildi Laila Solmunde vísti á, at nýggja pensjónslógin, sum Helena Dam á Neystabø sigur vera nógv greiðari enn tann undanfarna, í veruleik- anum er nógv torgreiðari. Somuleiðis vísti hon á, at tað er lygn, tá landsstýris- kvinnan í útvarpinum sigur, at Ráðið fyri Brekað hevur havt uppskotið um nýggju pensjónslógina til ummælis. Landsstýriskvinnan sigur seg ikki vita betur, enn at uppskotið hevur verið til ummælis hjá ráðnum. Men hon vil kortini ikki síga Lai lu Solmunde ímóti Tað kann vera, at tað bara er gamla lógaruppskot- ið hjá Kristiani Magnussen, ið hevur verið til ummælis hjá Ráðnum fyri Brekad, men so er hetta nakað, ið er hent av misgávum. Helena Dam á Neystabø sigur seg ikki kunna svara hesum spurninginum ná- greiniliga júst nú, tí fólkini, ið hava við málið at gera, eru ikki til arbeiðis nú mill- um jólanna. Landsstýriskvinnan lovar tó at kanna hetta nærri seinni. Atti at verið gjørt fyrr Tað er púra rætt, at tað er keðiligt, at vit seta í verk eina skipan, ið ikki er heilt fulfíggjað. Tað ábreiðslu skal eg nokk taka á meg, sigur Helena Dam á Neyst- abg, tá vit spyrja hana, um ikki skipanin átti at verið fulfíggjað áðrenn hon varð sett í verk. Men samstundis vísir landsstýriskvinnan á, at neyðugt var at seta skip- anina í verk nú um ársskifti og at tað eru nógvar sans z * 8 á z á 'EBISE BREDER — . — * fr Helena Dam á Neystabø vissar um, at pensjónsskipanin verdur dagførd ymsikar orsøkir til, at fólk eru komin illa fyri av nýggju pensjónsskipanini. Millum annað vísir Hel- ena Dam á Neystabø á, at væl kendi ár 2000 trupul- leikin hevur havt sín fingur við í spælinum. Telduskip- anin er øll løgd um hjá Al- manna- og Heilsumálastýr- inum, og hevur hetta havt sina åvirkan á pensjónsút- gjaldingarnar. Harafturat hevur ógvuliga stórt arbeiðstýrst verið á Al- manna- og Heilsu- málastýrinum upp móti árs- skiftinum. Skatturin lagar seg I Sosialinum i gjår vistu vit á, at avlamisviðbótin eftir nýggju pensjónsskipanini verður skattað. Hetta varð hon ikki fyrr. Somuleiðis vístu vit á, at hóast viðbótin eftir nýggju skipanini er hægri, enn hon var eftir gomlu skipanini, er avlopið nú nógv minni hjá pensjón- istinum. Men hetta hevur sambært Helenu Dam å Neystabø eina frågreiding. Tad er nevniliga soleiðis, at skattur í desember ofta er hægri enn aðrar tíðir av árinum, og tí er pensjónin eisni harðari skattað, enn vanligt. Helena Dam á Neytsabø Vissar um, at betrað verður um viðurskiftini, so pen- sjónistarnir ikki verða við sviðusoð. Tað, teir hava mist, fara teir uttan iva at fáa aftur, vissar hon um og heitir á á fólk um at brynja seg við toli.