Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 31. desember 1999 tíðindablaðið Sosialurin enn eitt útgávumet m- Við 250 útgávum í ár hevur Sosial- urin aftur sett fóroyskt útgávu- met EIRIKUR LINDENSKON Blaðið tygum sita við í dag er 250. blaðið, sum Sosial- urin gevur út í ár — og harvið skriva vit føroyska blað- søgu, tí higartil hevur einki føroyst blað megnað at komið so ofta á gøtuna. Tað var tann 13. mars 1990, at sosialurin fór undir fimmdaga útgávuna. Fyri ta tíð kom blaðið út tríggjar ferðir um vikuna. Tað var í sjeytiárunum, at Sosialurin rættuliga fór at menna seg sum tíðindablað, og við nýggju blaðhúsunum á Argjum í 1982 bar til at geva blaðið út tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag. I 1989 var blaðframleiðsl- an so smátt løgd yvir á teld- ur. Blaðfólkini settu nú sín egna tekst, og lætti hetta væl um hjá teknisku deildini. Tá kreppan fór at raka blødini fyrst í nitiårunum, gjørdust lysingarnar færri og harvið eisini urtøkan minni. Tí mátti finnast upp á onnur ráð. — Neyð lærir nakna konu at spinna, sigur Jan Miiller, sum eisini tá var ábyrgdar- blaðstjóri á Sosialinum. - Eitt tíðindablað fær ikki røkt sínar skyldur, um tað ikki er á gøtuni hvønn dag, og tí gjørdu vit av at loypa út í avbjóðingina, sum tað var at gera blaðið út fimm ferðir um vikuna, sigur hann. Men síðani Sosialurin gjørdi fyrstu íløguna í teld- urnar, er nógv broytt á tekn- sika økinum. Tær teldurnar, sum tå vóru keyptar, eru veruligir fornlutir í dag, og teldur, sum klára fleiri hundrað ferðir so stórar uppgávur, eru fingnar til vega - umenn Schmeichel keypt barndómsfelagið prísurin á teimum í dag er munandi lægri, enn prísurin á fyrstu teldunum. I 1997 - tá føroyingar vórðu knýttir upp í interneti, gjørdi Sosialurin eisini av at royna seg á tí økinum. Síðani 4. september 1997 hava fólk kring allan heimin havt møguleika at lisið tað, sum stendur í Sosialinum á internetinum. Í dátabásini hjá Sosiali- num á internetinum finnast um 18.000 greinar. Tann, ið hevur atgongd til Internet- Sosialin, kann leita frítt í øllum hesum tekstinum. Tað var í 1990, at Sosial- urin á fyrsta sinni kom út fimm ferðir um vikuna Árligu útgávurnar av Sosialinum síðani 1990: 1990 210 1991 239 1992 247 1993 248 1994 249 1995 249 1996 248 1997 246 1998 246 1999 250 A eykaaðalfundi tyskvøldid keypit danski landsliðsmálverjin, Peter Schmeichel, allan partapeningin í barndómsfelagi sínum, Hvidovre JÁKUP MORK Mikudagin frættist, at heim- sgitni danski landsliðs- málverjin, Peter Scheichel, heyði keypt allan partapen- ingin í fyrrverandi felagið sínum, Hvidovre. Hvidovre var felagið, har Schmeichel av fyrstan tíð gjørdist kendur millum dan- ir. Ikki einans tí hann var ein framúr evnaríkur mál- verji, men so sanniliga eis- ini av teirri orsøk, at hann ofta kom fram við, tá horn- aspørk vórðu send inn fyri m6tstødumålid. Seinni varð hann keyptur av Brøndby, og har gjørdist hann partur av liðnum, sum á vári 1991 einans var fáar minuttir frá at leika seg til finaludystin í UEFA cup kappingini. Gjørdist heimsgitin i Manchester Eftir góðu avrikini við Brøndby, hevði Alex Ferg- uson, sum tá var í fer við at uppbyggja eitt stórlið í Manchester, sæð nóg mikið, og gjørdi hann tískil av at keypa Schmeichel. Arini í Manchester megn- aði Schmeichel so at siga at vinna alt, sum vinnast kundi. Fimm sigrar í lands- kappingini, trý silvurmerki í somu kapping, 4 FA-cup finalur, har av 3 vórðu vunnar, ein sigur í liga-cup og at enda sigur í UEFA Champions-League. Final- an í Barcelona seinasta ár var samstundis seinasti dysturin hjá Schmeichel fyri Manchester United, og tað var honum væl unt, tá hann sum liðformaður fór upp eftir stóra steypinum. Lítið er at siga til, at danski risin hesi árini varð mettur millum heimsins bestu málverjar. Í Onglandi og í Danmark vóru fólk í hvussu so er ikki í iva, og áskoðararnir hjá danska landsliðnum og enska felagi hansara eru á einum máli um, at hetta er besti mál- verjin teir nakran tíð hava átt. Á landsliðnum hevur hann sett danskt met fyri leiktar dystir, og megnar hann at varveita stødid í eini tvey ár, er ikki óhugsandi at hann tekur metið fyri landsdystir, sum týskarin, Lothar Matháus, setti fyri stuttum. Stórur áhugi Sum vera man, so hevur av- gerðin hjá Schmeichel ført við sær, at Hvidovre brád- liga er vorðið eitt sera áhug- avert felag fyri íleggjarar og stuðlar av ymsum slag. Sostatt ljóðar longu nú, at svenska Telia er til reiðar at rinda eina tveysiffraða mill- ionaupphædd, og vil hetta sjálvsagt vidføra, at Hvid- ovre brádliga fer at teljast millum sterku felggini í Danmark. Í hvussu so er fíggjarliga. Hvussu fer at ganga ítrótt- arliga er sjálvandi ikki greitt enn, men roknast kann við, at stóri málverjin er áhug- aður í at lata nakað av pen- ingi til felagið, og eftir donskum mátistokki man tað skula nógv til, áðrenn pengapungurin gerst tómur. Heimabio Nýggir filmar hvørja viku 45) Statoilstoðin i Gundadali te Statoilstødin í Kollafirði te Statoilstødin i Saltangarå te Statoilstødin i Klaksvik te THE MATRIX SLAN CONNERY (CATHERINE ZETA-FONES THE MUMMY Leiga videofilmar å hesum stødum: . 314770 421083 . 449133 . 457353 Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001 Statoilstødin i Sørvågi te Statoilstødin i Leirvik te O STATOIL staðirnar kring landið . 332001 . 443360