Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið Spælið ikki við heils- una nýggjarsaftan Fyri sekstan árum síðani fekk Árant Hansen úr Gøtu stóran skaða í vinstru hond, tá ein skipsbumba brast í hondini á honum. Hann heitir tí á fólk um at vera varin við fýrverkin- um í kvøld SVEINUR TRONDARSON t R íð skriva vit i 1983 1 gamli Arant Gøtu, er. sum hini farin út at halda nýggj ársaftan. Hann hevur bara einki fýrverk. Hann tímir ikki at »befatta« seg við tað, og tað ger ikki hugin betri. at veðrið ikki er so heldur gott Kortini er tað hann, sum fær skaðan tá til stykkis kemur. Onkur er har, sum hevur eitthvørt, sum Årant ikki kennist við, og tí stend- ur hann við í hondini tá tað brestur. Urslitid er, at Arant fær stóran skaða í hondina av skipsbumbuni, sum tað Vísir seg at vera tá avtornar. Tey. sum hava hoyrt eina skipsbumbu bresta vita, at tað er ikki hissini brestur, og tí er ikki ilt at ímynda sær tann skaðan hon kann gera, um tú stendur ov nær. Var heppin í Ohappinum Hóast Arant fekk stóran skaða, so var hann kortini heppin, tá samanumkom. Hann fekk >bert< skaða í Smíli fær eingin tikið frá honum, men sum tað sæst á innsettu myndini, hevur hann fingið sera stóran skaða í hondina hondina, og hóast tað var ovmikið ringt, so fekk tað ikki beinleiðis ávirkan á lívsleið hansara frameftir Soleiðis sæð var eg heppin, tí eg var júst farin á Læraraskúla tá óhappið hendi, so tað heyði eg valt sjálvur av egnum fríum vilja, sigur Arant, sum ann- ars var til skips beint áðrenn hann fór á Læraraskúla. - Men mann kennir seg so illa, at ein er so býttur at vera so Oskettin, leggur Ar- ant afturat. So »heppin« sum Årant, eru kortini ikki oll, og tað skal eisini havast í huga, tá Nr. 250 - 31. desember 1999 ein fer út um at spæla við fýrverkið gamlaårskvøld. Ein lota í ósketni kann broyta allar tínar ætlanir framyvir, og tú verður ikki spurdur eftir. Verið varin Tí heitir Arant Hansen á øll tey, sum fara út at skjóta fýrverk á nýttárinum, at vera øgiliga varin. Brúki fýrverkið til tað, sum tað skal brúkast til, og ikki brúka tað at spæla við, sigur hann. Í hansara føri var tað ym- iskt av skipi, sum skuldi skiftast út, sum var komið í Yrant var heppin í óhapp inum. Hansara lívsleið var ikki stórvegis merkt ai skaðanum, men tað kann meiri enn so henda hjá óðrum, eru tey ikki ansin land, og hann kendi tað ikki. Tað fekk stórar avleiðingar fyri hann, og tí eiga øll børn at hava i huga, at tey ikki skulu fåast vid fyrverk tey ikki kennast vid. Skaðin, sum kann stand- ast av fyrverki, kann vera óbótaligur, og tað fer ikki at loysa seg, at oyðileggja sær framtíðina við aav Osketni. Hættisligt at skjota vid heimagjørdum! Tad trytur ikki við åvaringum í sambandi vid fýrverk á nýggjárinum. Serliga er tað ókent fýrverk og heimagjórt, sum ávara verður ímóti, men tað er nú ikki nakað nýtt. Í desember mánaði 1955. hevði Pauli Dahl, lækni grein í Gluggan- um, um just sama fyribrigdið. Vit endurprenta greinina í fullari longd, niðanfyri Tá toran og ljósini ganga, er menniskjan enn á okkara døgum eitt sindur illa við: ja, mong eru ræðslusligin, og soleiðis hevur tað verið frá tíðarinnar morgni. Men skjótt lærdi menniskjan seg at nýta ljósið og toruna til so mangt annað og upprunaliga mest móti villum djórum, móti myrkrinum, móti myrkursins trøllum og øllum illum. Kin- verjar vóru teir fyrstu, ið funnu uppá at gera krút, og í tí høvdu teir bæði toruna og ljósið. Tá var lagamanni at halda alt ilt burtur. Nú nærkast jólini og : FR nýggjárið. Hvor tíð av åri- num hevur síni serkenni og sínar hátíðir. Í norðurløndum verður joansøkan hildin mest í Svøriki og Danmørkini við stórum bálveitslum - ->hver Egn sine Trolde, dem vil vi fra Livet med Glædesblus holde«, kvødur Drachmann. I Føroyum orka bålini um joansøkuna einki móti sólini: men á jólum og á nýggjárum tendra vit ljósini i hvørjari lon, í fjósum og úti á bónum. Hetta er fyrndargamal siður. Tá eg var smádrongur, gingu vit gamlaárskvold flestallir dreingir í bygdini við blussi, á seidatrøum, tikin undan hjallinum, bundið um endan við tí, ið brennandi var, og steinolja stoytt í. Tað var ein vøkur sjón við øllum ljósunum á rað ovast undir bøgardinum, og oll bygdin hugdi at. Men hví vit gjørdu hetta. var okkum ikki greitt. Vit vistu ikki, at tað var ein øldargamal siður fyri at halda trøllunum og ollum tí ónda burtur. Sama verður gjørt hjá øllum tjóðum, ljós og buldur verða nýtt til at halda vanlukkur, sjúkur og sorgir burtur. Vit kunnu bert minna á, at tað verður skotið við veitslur, á nýggjárum, fyri brúðarpari; fyri kongum við kanónum - fyri smáfólki við byrsum og >kinesarum<. Grønlendingar skjóta fyri konfirmantunum, tá teir koma úr kirkjuni - alt fyri at halda tað illa burtur. Tíanverri verða eisini til hesa skjóting nýtt vandamikil amboð, sum kunna verða til stóran skaða, og mong eru dømini - eisini í Føroyum - um vanlukkur, sum standast av tílíkari skjóting, og ætlanin við hesi grein er at minna á, at spreingievni altíð ber vanda í sær og serstakliga tað »heimagjørda«. Hesar bådar myndir (rønt- genmyndir) syna høvdid å einum 8 åra gomlum dreingi, sum stóð og hugdi at, hvussu hinir eldru skutu nýggjárið inn. Fyrsta myndin sýnir skallan frammanifrå við einum jarnrýri tvørtur igjøgn- um alt andlitið - eitt 13,5 cm langt jarnrør. Onnur myndin sýnir skallan frá síðuni við Henda røntgenmyndin sýnir høvdid hjá 8 ára gomlum smådrongi, sum stóð ov nær tá heimagjørt fýrverk sprongdist. Svarta strikan í myndini, er eitt 13,5 cm langt jarnrør, sum stóð fast í skallanum á dronginum, bert 1/2 cm frá heilanum Kelda: Gluggin, nr. 2, frá desember 1955 sama rørinum. Rørid fór gjøgnum tvøran skalla, tók annað eygað við sær og var bert 1/2 cm frá heilanum. Tað sat so fast, at sterkar kreftir skuldu til at hála tað úr aftur. Drongurin slapp toluliga væl, men næstu ferð verður tað kanska tú, sum kemur fyri B vanlukkuni. Tí - burtur við øllum hættisligum spreingi- evnum á nýggjárum og latið okkum halda okkum til jóla- ljósini og blussini og bálini gamlaårskvøld! Glediligt nyggjår! Pauli Dahl