Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 31. desember 1999 Lógreglan: tíðindablaðið S08'2/UT Takið eina spann av vatni við tykkum Fólk hava lyndið til at gloyma, at fýrverk kann fara skeiva leið, og tey hava eisini lyndið til at gloyma, at fýrverk gevur ein øgiligan hita frá sær, sigur Súni Vinther, stóðleiðari í Havn. Tí heldur hann tað vera góð ráð, at tey, sum fara út at skjóta, hava eina spann av vatni við sær út í tún, í fall, at okkurt hendir SVEINUR TRÓNDARSON Sum oftast er tað løgreglan, sum fyrst far bodini um 6- happini, og tí er tað eisini teir, sum fyrst hoyra um 6- happini í sambandi við nýggjárshaldið. Kortini hevur løgreglan eingi hagtøl, sum siga, hvussu nógv óhapp hendu, t. d. seinast tað var nýggjár. Súni Vinther, stødleidari í Havn, sigur, at tað fyri so vítt, kann gera tað sama, at føra hagtøl hjá teimum, tí tað er bert ein viðfáningur, sum kemur teimum fyri oyru. H6ast tad, so hevur hann góð ráð til fólk, sum ætla sær út at skjóta nýggjársaft- an. — Takið eina spann av vatni við tykkum út um í fall at okkurt hendir, sigur hann. Fólk gloyma hitan Súni Vinther sigur, at vóru fólk varug við, at fýrverk saktans kann fara skeivt, so var lættari at hava við at gera í mognum fórum, tí so høvdu fólk verið meira var- in tá tey arbeiddu við fýr- verki. — Eitt annað, sum tey eis- ini gloyma, og tað er, at fýr- verk gevur ein øgiligan hita av sær, og tað kann gera, at stórskaði stendst av, sigur Súni Vinther, sum tí gevur fólki ráðini við spannini og vatninum. Og hóast løgreglan ikki førir bók um tey 6happ, sum henda nýggjársaftan, so eru tey á stødini púra greið yvir, at tað allarhelst aftur í ár verður onkur, sum fær skaða av fýrverki. Einki ólógligt fýrverk Hóast tað í øðrum londum verður keypt og selt nógv ólógligt fyrverk, so hevur løgreglan her heima ikki rent seg í henda trupulleika, hvorki í ár, ella í fjør. Súni Vinther sigur, at løg- reglan hevur havt eitt fram- úr gott samstarv við handl- arnar um landið, og tað hev- ur havt við sær, at trupul- leikin við ólógligum fýr- verki tykist vera beindur av vegnum. — Fyri nøkrum árum síð- ani var ein, sum hevði keypt okkurt í Danmark, haldi eg, men tað var eisini tað ein- asta. Tað var konfiskerað, og síðani vita vit ikki um nakað ólógligt fýrverk, tí- betur. Eg haldi, at keyp- menninir kring landið, hava verið ógvuliga seriøsir, tað, sum vit hava arbeitt saman við teimum, og tað eiga teir rós fyri, sigur Súni Vinther. Hann vísir á, at keyp- menninir hava samarbeitt við løgregluna allan vegin, og hava ivamål verið, so hava teir sett seg í samband við støðina, so teir hava vist, at teir taka uppgávuna í full- um álvara, heldur stødleid- arin í Havn. — Vit hava eisini verið á vitjan í teimum ymsu handl- unum, og vit hava ikki havt orsøk til at finnast at nøkr- um, sigur Súni Vinther. Væl mannaðir nýggjársaftan Sum vera mann, tá okkurt serligt er, hevur løgreglan syrgt fyri at hava nóg mikið av fólki til at taka í fall, at okkurt skuldi borist á, men hvussu nógvir løgreglu- menn eru til arbeiðis gamla- årskvøld vil stødleidarin kortini einki siga um. — Vit hava eina innanhys- is reglugerð sum sigur, at vit uppgeva ikki hvussu vit eru mannaðir, so tað halda vit fyri okkum sjálvi. Eg kann tó siga so mikið sum, at vit eru toluliga væl mann- aðir, sigur stødleidarin. Eingin 2000 trupulleiki Í fleiri ár hava fólk nú tosað um, at tað fer at henda mangt og hvat í sambandi við tað ársskiftið, sum nú er beint fyri framman. Kort- ini sigur stødleidarin í Havn at tey verða ikki rakt av nøkrum 2000 trupulleika. — Frå Føroya Tele hava vit fingið at vita, at teir hava bundið um heilan fingur, so einki skuldi verið til hindurs fyri, at neydtelefonin virkar, um tað er tað tú hugsar um, sigur hann. Nógv hevur verið tosað um teldutrupulleikar, men skuldi okkurt hent við teld- unum, so er Súni ikki bang- in fyri, at tað kemur at ávirka teirra arbeiðið. — Vit hava nakrar teldur, men vit hava einki saman- hangandi net, so á tann hátt verður eingin trupulleiki. Skuldi tað kortini hent, so hava vit Palla og Hendrik til at leggja okkum lag á hvussu arbeiðið verður gjørt við hond, sigur Súni skemtandi. Hann leggur afturat, at ta týdningarmestu goymsluna, sum brúkt verður í sam- bandi við løgregluarbeidi, hava løgreglumenninir uppi á sær, tá teir arbeiða. — Og so vítt eg havi hoyrt, so verður tann teldan, sum situr >í ovastu hædd« ikki rakt av 2000 trupulleikan- um, sigur Súni Vinther. Vakurt er tað á at líta, men tað kann vera so øgiliga vandamikid um tey sum nyta tad ikki eru varin. Ti held- ur stødleidarin i Havn tað vera góð råd, um fólk taka eina spann av vatni við sær út í tún Aftan á | Pí. formula fo. Tað vi siga, at nøvnin Pf. Formula Føroyar Formula Xerox fella burtur januar 2000 kemur fyrtaka okkara at efta Við hesum vóna vit at tann arkyrniar ið stendst av at hava fleiri navn fellur burtur ynskir Øllum her á klettunum eitt gott og eydnu berandi ártúsund, og takka fyri tað brátt fama Je: +298 311 115 jr