Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið SOS'2 UT Nr. 250 - 31. desember 1999 Kirkja fyri fólkið Kirkjufólkið er garðurin um kirkjuna og manngarðurin er tryggur. Tað er vandamikið at forkela fólkakirkjuna. Skulu vit hava eina sjålvstøduga fóroyska fólkakirkju, má hon fyrireikast væl. Og ivasamt er, um tað er rætt at skilja kirkjuna frá statinum. Tað heldur Hans Jacob Joensen, bispur, sum metir um føroysku kirkjuna nú vit standa við aldargrindina ORÐ: DÁNJAL HØJGAARD MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN Tað skerst íkki burtur Hægsti kirkjuleiðarin í Før- oyum er bjartskygdur, tá hann hyggur fram Meðan kirkjurnar í nógv- um av grannalondum okk ara standa meira og minni tómar eru førovingar fram gis trúgvir móti kirkjuni 85 prosent av ollum før- oyingum eru limir í fólka- kirkjum. Og sammett við onnur lond er kirkjufólkið í Føroyum ein tryggur garður um kirkjuna, metir Hans Ja- cob Joensen, bispur Eg hevði ikki sagt allan sannleikan, um eg segði, at eg slett ikki hugsaði um hatta. Tað, sum hendir í oðr- um londum kemur mangan til okkara seinni. Men í roynd og veru eri eg ikki so bangin fyri tí, fyrst fremst av eini ávísari grund I Føroyum hava vit hildið fast um tað kunnu vit í stóran mun takka deknalestrinum í kirkjuni fyri at fólkið syrgir fyri síni guðs- tænastu. Tað er ókent aðra- staðni. T.v.s. at hjá okkum er tað ikki eitt apparat, sum bara koyrir og tryggjar, at alt virkar — líkamikið um fólk koma í kirkjuna ella ikki. Hetta meti eg sum eina stóra og sterka mótvekt í- móti ollum kirkjurákinum. sum hevur verið aðrastaðni. og og sjalvt Uppalingin munar Og sambært bispi er tað uppalingin, sum føroysk foreldur geva børnum sín- um, sum er klípið í garði- num kring kiirkjuna Tað. sum verður lagt i barnið heimanífrá, hevur avgerðandi týdning. Sum børn vandust vit við til at kirkju. Vit lærdu, at kirkjugongdin hoyrdi minst líka nógv til lívið, sum tað. at tú skuldi í skúla aftur mánamorgun Fad er ein hóttan móti Følkakirkjuni, um heimini | Kirkjuna og hennara ið heilt ganga í piaser. prascTa DOOSKAD. Sur Fe ivist ikki i. at » kirk iuliea eindin j ; (17 rå Í (?{ V í Fyri meg er tað avgerðandi hvat ið fer at standa í eini føroyskart grundló g um fóroysku kirkjuna. Og tað eigur at standa meira enn í teirri donsku, sigur Føroya bispur, Hans Jacob Joensen ( h Ci F f f < positivar at Viðurskiftini eru ev Ipp vid Gjógv. Men Bjarnatænastan Tad merkir sul I 1 Men tá bispur hyggur inn í framtíðina, sær hann eitt vandamál í, at kirkjan verð- ir borin á lógvum. Vandir og sekk Einasti hátturin. tú kanska kanst beina fyri kirkiuni DI O ið he onku såe | kirkjuna, at bodskapurin hvørvur. Fólk tíma ikki at lurta, ti tey halda seg ikki hava bruk fyri ti. I négvum londum i vesturheiminum hevur kirkjan nóg mikið av peng um og bygningum. Hon hevur alt tað, sum skal til Vilt tú brúka tað, so kanst tú fara har. Vil tú ikki, so er tað líkamikið. Tú merkir so at siga ikki um kirkjan er har ella ikki. — Kirkjan skal ikki berast á lógvum. Tað er sunt fyri alt livandi, at vit viðhvort merkja, at tað verður kravt nakað av okkum. Somuleið- is skal tað eisini verða kravt nakað av kirkjuni. Og tá eg tosi um kirkjuna, so hugsi eg ikki um meg sjálvan, prestarnar ella kirkjuráðini. Kirkjan er fólkið. Eingin fríkirkja Fólkakirkjan hevur verið merkt av rembingum tey seinastu árini. Opið stríð hevur verið millum prestar og einstaklingar við heilt ymiskari bíbliufatan. Ein prestur hevur lagt frá sær, aðrir hava verið skuldsettir fyri ranglæru, og tað verður tosað hart um at stovna frí- kirkjur í Føroyum. Men bispur stúrir ikki fyri, at kirkjan klovar í næstu øld. Hetta grundgev- ur hann m.a. við, at stríðið ikki hevur staðið millum sjálvt kirkjufólkið. — Tær rembingar, sum hava verið innan kirkjuna, eru nógv meira nakað, ið er skapt av nøkrum heilt fáum persónum. — Eg haldi, at kirkjufólkið hevur verið rættuliga illa við av hesum. Kirkjan er nakað gamalt, sum føroy- ingar eru góðir við. Tey vita hvat kirkjan stendur fyri. Kirkjufólkið vil hava tað góðu gomlu kirkjuna, har tað er vítt til veggja og høgt til loftið. Har tú sjálvur gert av, um tú vilt koma ella ikki, og har tað ikki er prestsins uppgåva at meta um, hvor ið er verdugur og ikki, sigur bispur, sum heldur, at landið er ov lítið til at rúma fleiri kirkjum. Eg ivist ikki i, at kirkju- liga eindin verður varðveitt. Samfelagið er so pinkulítið. Tað kostar pengar at stovna fríkirkjur og tað má vera eitt ávíst fólkagrundarlag undir eini fríkirkju Gott við kjaki Tad eru eymi sum stríðið spurningar, Olkakirkjuni kvinnuligir HTÓKU ON