fríggjadagur 31. desember 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 31. desember 1999
— Kirkju-
fólkið vil
hava tað
góðu
gomlu
kirkjuna,
har tað er
vítt til
veggja og
hógt til
loftið,
sigur
Hans
Jacob
Joensen,
bispur
skyldum.
Spurningurin er um 6-
semjan ikki er so grund-
leggjandi, at tað er hopleyst
hjá pørtunum at semjast, so
at kirkjan sum frálíður verð-
ur pínd niður av teologiska
tvídráttinum.
— Hasum eri eg ikki bang-
in fyri. Í ávísum førum kann
mann gott liva við spenn-
ingunum og vidhvørt kann
tað vera nokkso positivt, tí
tað kann fáa fólk at hugsa,
sigur Hans Jacob Joensen.
Kortini viðgongur bispur,
at eisini hann hevur hugsað
tankan, at almenna teolog-
iska toganin kann elva til,
at fólk velja at siga fólka-
kirkjuni farvæl.
— Ja tað geri eg vidhvørt.
Men vidhvørt haldi eg eis-
ini, at summi fólk eru
kanska mestsum ov bangin
fyri konfrontatiónini. Tað er
rætt, at tað hevur verið grúi-
liga friðaligt hjá okkum,
men tað merkir ikki at prest-
ar altíð hava verið samdir
um alt, sigur bispur.
Samkynd og
fosturtøka
Spurningurin er so, um
fólkakirkjan verður so fri-
lynt i næstu øld, at hon t.d.
fer at góðtaka vígslu av
samkyndum og fosturtøku?
— Nei, eg rokni ikki við,
at kirkjan fer at góðtaka ella
góðkenna hetta við sam-
kyndum. Hvat fólk gera,
mugu tey sjálvi taka ábyrgd
av. Men, kirkjan eigur at
halda fast við, at hjúnarlagið
er millum mann og konu.
— Hvussu fólk vilja liva
saman er teirra egna ábyrgd.
Tað hevur okkara kirkja fyri
sovítt ikki lagt seg út í, á
annan hátt enn gjøgnum
boðskapin. Boðskapurin er
eisini lóg og evangelium, og
so mugu fólk taka støðu til
tað.
— Vilja fólk fyri várharra
verja tað, tey gera, ja so er
tað teirra... Tað er prote-
stantiskur = kristindómur.
Presturin ella kirkjan standa
ikki ímillum guð og tann
einstaka. Einstaklingurin
stendur beinleiðis yvirfyri
guði.
Hans Jacob Joensen metir
ikki at tað er uppgávan hjá
fólkakirkjuni, at siga sína
hugsan um fosturtøku, eins
og katólska kirkjan hevur
gjørt.
— Fosturtøka fer altid at
Vidhvørt haldi eg, at
summi fólk eru mest sum <
> ov bangin fyri konfronta-
tiónini
tíðindablaðið |
vera eitt kjakevni í fólka-
kirkjuni. Tað má so merkja,
at fólk gera sína ávirkan
galdandi mótvegis teimum
politisku flokkunum. Tí tað
er har avgerðirnar verða
tiknar á hasum økinum.
Skapar ósemju
— Hevði tað greiðasta ikki
verið, at fólkakirkjan boð-
aði alment frá hvørja stóðu
hon hevur til spurningin
um fosturtóku, tey
samkyndu og allar hinar
eymu spurningarnar?
— Hygg at katólsku
kirkjuni. Hon hevur
meldað út og har er
sanniliga ikki semja. Tað
hevði verið hundrað ferðir
verri her hjá okkum, tí
protestantarnir hava, í 500
ár verið vanir at hava sínar
egnu meiningar. So tað
haldi eg slett ikki, sigur
bispur, sum heldur, at teir
eldfimu — spurningarnir
heldur eru eitt mál fyri tað
verðsliga valdið, at taka
stóðu til.
— Nakað heilt annað er
so, at pávin kann melda út,
tí hann er also umboð fyri
katólsku kirkjuna. Men á
hasum gkinum eru hvorki
eg ella prestarnir ella nak-
ar…hvør skal melda út við
hvørjum? Og á ein hátt
bilar tað einki, at vit íkki
hava eitt beinleiðis
mandat, at melda út.
— Men tað at fólk, sum
kristin fólk, spyrja hvat
flokkarnir halda um hesar
spurningar — tað er í lagi.
Grundlógin
avgerðandi
Gongst, sum samgongan
vil, verða Føroyar skipaðar
sum fullveldisríki áðrenn
lang um líður. Hetta merkir,
at vit fáa eina sjålvstøduna
føroyska fólkakirkju, ið er
leys av donsku fólkakirkj-
uni.
Hans Jacob Joensen held-
ur, at tað trupult at spáa um
hvønn tydning tað fær fyri
kirkjuna, verður hon sjálv-
støðug. Tað veldst í stóran
um, hvat ið fer at standa í
føroysku grundlógini, sum
beint nú er í stoypiskeiðini.
— Fyri meg er tað avgerð-
andi hvat ið fer at standa í
grundlógini um føroysku
kirkjuna. Og eg meti, at í
føroysku grundlógini eigur
at standa meira enn í teirri
donsku. Tað var jú eitt eks-
periment hjá dønum. Teir
ásettu eina lógargrein, sum
sigur: >Folkekirkens for-
hold ordnes med lov...<.
Greitt er, at teir meintu, at
tað skuldi haldast ein stórur
kirkjufundur, okkurt slag av
stýri av kirkjuni, sum skuldi
vera lóggevandi. Men so
langt kom tað ongantíð, tí
semja fekst ikki í lag.
— Tí haldi eg, at ein
føroysk grundlóg eigur at
taka hesar spurningarnar
upp. Skal orðingin verða
nøkunlunda tann sama sum
í donsku grundlógini, so má
ásetast á hvønn hátt tey
kirkjuligu = vidurskiftini
skulu skipast við lóg, sigur
bispur.
„Kirkjan eigur at halda
» fast vid, at hjúnarlagið er <<
millum mann og konu«
Hans Jacob Joensen held-
ur tað hava hava alstóran
tydning, at føroyingar geva
sær góðar stundir, tå ein yv-
irtóka av kirkjuni skal fyri-
reikast.
— Tað er als eingin grund
til, at vit skunda nakað í-
gjøgnum, at vit ikki geva
okkum stundir til at fáa eina
nattúrliga avloysing av tí
danska, har nakað føroyskt
kemur í staðin. Lat tað okk-
um ikki vera nakað hast-
verk.
Statur og kirkja
- ella statskirkja
Sum partur av donsku
fólkakirkjuni er føroyska
kirkjan ein statskirkja. Men
spurningurin er hvussu
leingi hon verur tað afturat.
Í Svøriki er avgerð tikin
um at skilja kirkjuna og
statin sundur. Í Noregi
kannar ein nevnd hendan
møguleika, og eisini í Dan-
mark verður skilnaðurin
umrøddur.
Tiskil bendir okkurt å, at
kirkjan i Føroyum kanska
ikki verður ein statskirkja í
framtíðini, sigur Hans Jacob
Joensen.
— Sjålvur haldi eg, at tann
skipan, sum vit hava í dag
- har kirkjan stórtsæð slepp-
ur at passa seg sjálva og
viðurskiftini við statsmakt-
ina eru góð — hevur sínar
dygdir. Tað er heilt givið.
— Eg trúgvi onga løtu upp
á, at tað hevði gjørt tað lætt-
ari, um vit fingu eina sy-
nodukirkju, har so og so
nógv fólk skulu semjast…
Eina slíka kirkju hava tey í
Noregi. Har hendir mangan
tað keðiliga, at bisparnir
ikki eru heilt samdir, og at
kirkjufundurin gongur ímóti
bispunum.
— Eg haldi, at vit hava ein
skipan, har frælsið innan
kirkjuna er rættuliga stórt.
Og har kirkjan ikki verður
tvingað av statsmaktini
hvorki til eitt ella annað,
sigur bispur sum heldur, at
kirkjan er fult so væl vard í
verandi skipan.
Hans Jacob Joensen
gongur út frá, at spurning-
urin um støðu kirkjunnar
verður vidgjørdur, nú før-
oysk grundlóg verður fyri-
reikað. Samstundis leggur
hann dent á, at hann heldur
tað vera púra nattúrligt, at
umboðini fyri kirkjuna
verða spurd eftir, tå lunnar
verða lagdir undir framtíðar
kirkjuna í Føroyum.