fríggjadagur 31. desember 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
Nr. 250 - 31. desember 1999
Søren Hansen, formaður í Noulisk Kulturfond um aldarmótið
Sterkur mentanarpolitikkur besti
førningur at hava við inn í ár 2000
-Tað hevur stóran týdning, at vit, hó-
ast vit eru partur av altjóða samfel-
agnum, royna at halda lív í teimum
norrønu virðunum. Bæði teimum, ið
liggja í tónleikinum, bókmentunum,
matinum og á øllum øðrum økjum
við. Vit eru hvønn dag undir sera
stórum trýsti frá amerikanska medie-
og undirhaldsídnaðinum. Vilja vit
nakað við okkara norðurlendska sam-
leika, skulu vit hava fatur í røturnar,
og nókur av teimum, sum duga best
at halda fast um róturnar eru nettupp
fórovingar og hinar smátjóðirnar í
Norðurlondum.
JAN MULLER
Hvert ár letur Nordisk
Kulturfond pengar il
mentanartiltøk i
Førovum ella i utlandinum.
1 tvey árini hevur
folkatingsmadurin
tøron |
ØTOVSA
verið for-
num. Hann
Har Vitjaði í
Føroyum í heyst og nýttu
tt høvi til at tosa við
um týdningin, sum
N SK Kulturfond hevur
fyri mentanarpolitikkin
virkin
hevur
} tí norðurlendska
gin sun
ill
DOTIKKUT
lond
fond må
reskipid og
ydning-
jå Norð-
um og Ráð-
1 við. Av saml-
aðu rætlanini hjá
Ráðnum uppá góðar 700
mill. kr. ræður Nordisk Kul-
turfond yvir umleið 25 mill
kr. árliga, og av teimum fara
ein hálv til tvær til verk-
ætlanir, sum føroyingar
kunnu taka lut i ella sum
beinleidis studul til føroyskt
mentanarligt virksemi å
hvørjum åri. Fyri at fåa
studul år Nordisk Kultur-
fond, so skulu try lond ella
sjálvstýrandi oki vera við
Tó í einstøkum førum tvey.
Grunnurin stuðlar ikki
verkætlanum í einum ein-
støkum landi. Tí har má tað
vera landið, kommunan ella
grunnar í landinum, sum
stuðla. Tó so, at grunnurin
stuðlar tiltaki í einum landi,
sum so eisini hevur tilknýti
til onnur norðurlond. Eitt nú
stuðlaði grunnurin útgávuni
av Atlantslogum hjá Regini
Dahl. Hetta var eitt føroyskt
projekt burturav, men av tí
at Regin hevði gjørt løg til
danskar, svenskar, íslendsk-
ar og norska yrkingar varð
hetta mett sum eitt norð-
urlendskt projekt.
Grunnurin hevur stuðlað
stórum projektum sum
SHAKE umframt at hann
eisini stuðlar ráðstevnum
innan bæði útbúgving,
gransking og mentan og
mangt annað.
Søren Hansen heldur tað
er gott, at nógvir av peng-
unum fara til projekt í
teimum smærri tjóðunum í
Norðurlondum, herundir
Føroyum, tí her hendir so
nógv spennandi og áhuga-
vert á tí mentanarpolitiska
økinum.
Norðurlandahúsið
Ein av teimum týðandi
karmunum um føroyskt og
norðurlendskt mentanarlív
er Norðurlandahúsið. Søren
Hansen heldur sjálvur, at
Norðurlandahúsið í Havn
hevur ein ómetaliga stóran
tydning fyri Føroyar.
-Eg havi verid i Føroyum
einar 4-5 ferðir, síðani
Norðurlandahúsið varð vígt.
Og hverja ferð havi eg upp-
livad at sæð ómetaliga
vekur og spennandi ment-
anarprojekt í Norðurlanda-
húsinum, alt frá tiltókum
um William Heinesen til 17
sangarar úr Klaksvík. Hetta
húsið er at meta sum ein
magnet, ið dregur virksemi
og evnarík fólk til sín. Og
tað var eisini nettupp hugsa-
nin aftanfyri Norðurlanda-
húsið
Halda fast um
røturnar
Søren Hansen er annars
sannførdur um, at tad eru
væl givnir pengar, sum fara
til mentanartiltøk i Før-
oyum, Grønlandi og Alandi.
-Er tað nakar, sum heldur
fast um sínar røtur, so eru
tað hesi tríggjar smátjóð-
irnar. Tá eg vitjaði í Føroy-
um fyrr í ár át eg skerpi-
kjøt, grind og spik og dans-
aði føroyska dans. Her held-
ur man fast í traditiónunum,
sjálvt um tey ungu eisini eta
pizza og burgarar. Og tað
ger man eisini í Grønlandi
og á Alandi.
ES og Norðurlond
Nú ES flytur seg eystureftir
eisini og ein stórri og stórri
partur av Europa verður
integreraður í henda felags-
skap heldur Søren Hansen
tað vera so mikið meira
týdningarmikið at varðveita
og menna norðurlendsku
mentanarbondini.
-Tað hevur stóran týdn-
ing, at vit, hóast vit eru
partur av altjóða samfelagn-
um, royna at halda lív í
teimum norrønu virdunum.
Bæði teimum, sum liggja í
tónleikinum, bókmentun-
um, matinum og á øllum
øðrum økjum við.
- Vit eru hvønn dag undir
sera stórum trýsti frá ameri-
kanska medie- og undir-
haldsídnaðinum. Vilja vit
nakað við okkara norður-
lendska samleika, so skulu
vit hava fatur í røturnar, og
nøkur av teimum, sum duga
best at halda fast um røt-
urnar eru nettup føroyingar
og hinar smátjóðirnar í
Norðurlondum.
Søren Hansen minnir
eisini á, at tað ikki bert finst
eitt mentanarligt stríð mill-
Søren Hansen, formaður í
Nordisk Kulturfond heldur
tjóðir sum Føroyar hava
nógvan íblástur at geva
øðrum á mentanarøkinum,
sum eitt nú evnini og
viljan at halda fast um
róturnar.
um USA og Europa men
eisini eitt millum Norður-
lond og Suðureuropa. -Eg
haldi framvegis, at styrkin í
europeisku mentanini er
tann sannroynd, at vit eru
so ymisk. Vit hava eina
grikska, eina franska, eina