Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 31. desember 1999 Epli, takk 11 ára gamli Jákup Liitzen í Havn hevur ongar trupulleikar við at fáa frítíðina at ganga. Fiólin hevur verið hansara fylgis- neyti síðani hann var fimm. Hann syngur í dreingjakóri og er við á fløgunu um Epla-Petur. Og er tað ikki fi6lin, ja so er tað ein badmin- tonketsjari, hann hevur í hondini. Og so er hann grammur at lesa. Um astrologi og mystikk og mangt annað sum rørist millum himmal og jørd. Haraftrat dåmar Jåkupi væl epli. So væl, at tey koma dyggiliga upp i part, nå hann lítir afturá. Sambært Jákup er størsti persón- ur í alheims hópi nevniliga Carlos kokkur. — Tað var hann, sum vildi taka eplini úr Andesfjøllunum í Suður- ameriku til Evropu. Hinir vildu ikki hoyra um hesa urtina, men Carlos bar so í bandi, at øll verðin fekk epli, sigur Jákup. — Størsta hending í Føroyum haldi eg vera, tá eplini komu til Før- oya, leggur Jákup afturat og vísur á at, at kalla hvor føroyingur man í dag eta epli. Hvønn dag. Størsta hending heiminum heldur Jákup vera, tá bílurin varð uppfunnin. — Øll koyra bil í dag, sigur havn- ardrongurin, sum kortini ongan serligan áhuga hevur í bilum annars. — Tydningarmiklasti føroyski persónurin må vera Nólsoyar Páll. Úttan hann høvdu helst upp aftur fleiri = sjórænarar herja okkara oyggjar. Eingin storur Irena Bech lærir til fri- sør. 21 åra gamla havnargent- an hevur eitt ár eftir í læru hjá Salong Tótu. — Eg veit I rætt og slætt ikki, hvat eg skal velja, sigur Irena, ið eisini hevur búð í Dan- mark eitt skifti. Har gekk hon í - Vejlefjord skúla. Í Føroyum hevur Irena gingið bæði í Adventistaskúlanum og Eysturskúlanum — Størsta alheims hending sigi eg at vera 2. heimsbardaga. Sum skilst hevur Irena loddað dýpið og spurt seg fyri, hvat nú man vera best at velja. Hon nevnir Elvis, tá talan kemur inn á týdningarmiklasta per- són úti í heimi, men leggur aftrat: — Mær dámar nógv betur Madonnu. Madonna er tann kvinnuligu poppartisturin, ið | meira enn nakar hevur gjøgnumført “girl power" I og hon hevur síðani tíðliga í 80'unum selt um 100 | milliónir fløgur. — Størsta hendingin i Førovum haldi eg vera, tå Føroyar fingu flaggið. — Tá tað kemur til persónar so havi eg ikki nakað idol her í Føroyum. Her er ongin stórur persónur. Kristning og sjógarpar Við Stangabrúnna í Klaksvík liggur línubáturin Líðhamar. Á brúnni rýkur av salti og agni og gummistylvar og oljuklæði rekast á dúrkinum. Skiparin og reiðarin, Jaspur Klakkstein, lurtar eftir veðurtíðindum. Hann lovar høgætt og nógvan vind, so tað tað sær ikki gott út. Síðsti túrur var lakur, men prisurin var góður. Jaspur klagar ikki. -Mánalendingin var tað størsta. Tað var eitt øgiliga stórt undur, sigur skiparin, sum heldur Móður Theresu vera størsta persón, sum livad hevur í okkara túsundári. -Hon hevur hjálpt so ræðuliga nógvum fólki. Og tá tað kemur til størstu hending í Føroyum ivast skiparin á Líðhamri onga lotu: -Tað var tå Føroyar vórðu kristnaðar. Tann hendingin hevur havt stóran iydning fyri alt okkara samfelag, sigur skiparin, sum heldur, at Nólsoyar Páll er tydningarmesti føroyingur í túsundárinum. -Hann kveikti lív aftur i Føroyar. Og so eri jú bæði klaksvíkingur og sjómaður sjálvur, sigur Jaspur og flennir í kíki. | | | |