fríggjadagur 31. desember 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
tíðindablaðið
NK Nr. 250 - 31. desember 1999
Nyttar ikki at provokera við
landslagsmyndum longur
Í samband við aldar- og túsundáraskiftið, hava vit sett listamanninum Zacharias Heinesen stevnu til eitt leyst prát um list og
annað, nú skoðast kann aftureftir og frameftir. Vit hava havt mentamálaráðharrar, ið hava gjórt nógv, men so er tað sovnað
aftur. Men enn hevur tað nærum bert verið so hjá okkum, at onkur hevur tikið seg saman og so eru politikarar komnir aftan á,
kemur, ið er frammanfyri, vónar Zacharias
metir Zacharias Heinesen. - Men kanska onkur
Blíður bjóða!
i verkstaðin. tå
e blaðmaður
stevnu 1
t
húsunum á Dalagetu 4 í
Havn beint = omanfyri
barnaheimið húsini hjá
Williami Heimesen
Mamman. Lisa, býr fram-
vegis har. Hon er 93 åra
scomul og á borðinum á
erkstaðnum hevur Zacha-
as tekningår av mammuni
SIK c evst prat un
€ g me g. Nu far
y verð k. ber t
sKOO ettir og fram
Men s sagt KE
Lax tas Heinesen
B eð erks o m
& Cc
S } y Havnin:
S då SjáiVUM sæ DE
»t SKIÓ mong V
ce unum hjá HS
nun Hann hevur
ndevni. ið ein kann seta
band við vakra útsýnið
Dalagøtu
Smáttan
Aðrenn vit seta okkum
við einum kaffimunni. fær
forvitni blaðmaðurin víst á
smáttuna. har William sat
og skrivaði, og sum ofta er
víst og nýtt í einum
pappírsklippi Smáttan
stendur omanfyri húsini,
men er í dag tóm. Har sat
William og skrivaði og
hann hevði ovn frå, fyri at
hava hita
Í samband við 100 ára
dagin. verður skipað fyri
ymiskum. Gunnar Hoydal
skipar eina framsyning, har
henda smáttan
verður endurskapað
ra
Mikines
Fyri likasum at nærkast
aldarskiftinum, so seta Vit
Zachariasi spurningin. hvat
hann sum listamaður metir
sum eina ta størstu hending
i hesi øldini
Hatta er ein øgiliga trup-
ul spurningur. Innan listina
er hent nógv. Tá eg kom
aftur av listaskúla í Keyp-
mannahavn í 1966, var
ringt at selja nakað. Men
seinni. í sjeytiårunum, kom
gongd á, sigur Zacharias.
- Eisini við at myndprýða
bøkur var illa stat. Einki
fekst fyri nakað og teir av-
Myndir:
Jens
Kristian
Vang
gjørdu sjálvir prisin, minn-
ist Zacharias.
Men hvar kann ein seta
byrjanina fyri føroyska mål-
ningalist?
- Tað byrjaði líkasum við
Mikines. Hann kastaði seg
veruliga út í tað. Tað er
hann, sum hevur gjørt, at alt
fór í gongd. Aðrenn var tað
frítíðarítriv, metir Zacha-
rias, men nevnir tó eisini
Waagstein og Chr. Holm
Isaksen, sum gjørdu nógv
við tað
Men hann er ikki í iva
um, at veruliga málninga-
listin byrjaði við Mikines
Zacharias Heinesen held-
ur, at skal ein sammeta um-
stødurnar hjå listamonnum
å døgum
Mikines, vid umstødurnar i
dag, so er stórur munur.
- Mikines fór jú niður til
Danmarkar og málaði og
seldi har og lívbjargaði sær
Men tað var sum sagt ikki
fyrr enn í sekstiárunum. at
tað byrjaði at bera til at liva
av listini í Føroyum. Nú eru
føroyskir listamenn niðri í
Danmark í heilum. men tá
vóru heldur ikki so nógvar
framsýningar nirðir, metir
Zacharias og minnir á, at
lættari er eisini at ferðast í
dag.
Danir
undangongumenn
Er tilvitanin og politiski
viljin meira opin nú?
- Ja, eg haldi tað. Men
oftani hava t.d. danir verið
undangongumenn. Nonne-
gaard var bankastjóri og
broytti hetta við at keypa
gávur. Tá var t.d. kgl. posta-
lin vanlig gåva, men hann
broytti hetta til føroyska list
og onnur fylgdu við. So-
leiðis kom tað í gongd og
hann gjørdi nógv fyri før-
oyska list, sigur Zacharias
Heinesen.
Men innan mentapolitikk,
so hava vit nýliga fingið
nakrar heidursgåvur, ið
verða latnar listaf6lki.
- Ja, tað er framstig! Men
ein kann siga, at málarar
hava altíð klárað seg betri,
enn t.d. rithøvundar. Teir
hava ikki selt nógv, metir
Zacharias
- Vit, sum eru eftirkom-
arar hjá Mikines og Ingálvi,
og mála við olju, vit klára
okkum nøkulunda, men tað
koma ung fólk til, ið mála
ødrvisi, og eg vænti, at tey
Zacharias Heinesen hevur mangar myndir, ið júst hava
myndevni, ið ein kann seta í samband við vakra útsýnið úr
stovuvindeyganum á Dalagøtu.
fáa trupult við at sleppa av
við málningarnar.
- Landslagið hevur spælt
út sín leiklut. Tað nyttar ikki
at provokera við tí longur.
Nú roynir ein at mála lands-
løg, og síðani abstrahera so
mikið. at tað nærum ikki
kenst aftur, men heldur er
ein lýsing í litum, sigur Zac-
harias.
Hann væntar, at yngri
fólk mugu fara burtur, tí tað
hevur ikki gingist teimum
so væl. Hann er samdur við
teimum, ið hava eftirlýst
stuðuli og legat, tí Zacharias
metir, at tey yngru eiga at
fáa ein møguleika.
- Heiðursgávurnar, ið nú
verða latnar, enda ofta hjá
teimum eldru, ið hava gjørt
tað, teir skulu. Líkasum, at
ein hevur forsømt teir sum
yngri, men so verður long
tíð, áðrenn komið verður
til tey yngru, metir Zacha-
rias Heinesen, ið eftirlýsir
eina skipan, so tey yngru
kunnu byrja.
Hann metir tó, at tað kem-
ur, at listin hjá teimum
yngru verður keypt.
á
pil lu