fríggjadagur 31. desember 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 31. desember 1999 tíðindablaðið
23
Tíðaraksil sum vísir hví bert eru liðin 1999 ár síðani okkara tíðarrokning byrjaði
ol '% 71] 4 MW} 'h "| Ah haj '/ "df Í
EET
——————
oo
ep — ||
NO
—
,
Ar 2 u. Kr.f
kristnu epokuna. Hjå egypt-
runum var útgangsstøðið
íta ógreitt og skifti tá ið
ýggjur farao tók við. Juli-
iski kalendarin nýtti árið
Kr. f., tá Rom, sam-
bært søgnini, varð grund-
iður av Romulus, sum út-
rangsstødi. Jødakalendarin,
ein mána-sólkalendari, sum
enn í dag verður hildið seg
til tá tað kemur til átrúnaðar-
igar høgtidir, tekur ut-
gangsstødi í skapanini ár
376! u. Kr f. sambært
Gamla Testamentinum. Til
stuttleika kann í hesum
sambandi nevnast at fyrsti
kendi egyptiski kalendarin
er frá árinum 4236 u. Kr. f. Í
dag er sum sagt bert ein
remur = mánaálmanakki i
nýtslu og er tað hin islamski
kalendarin, sum tekur
utgangsstødi i tå Mohamed
varð noyddur at fara úr
Mekka til Medina hin 15.
juli í 622 e. Kr. f.
93 ú
Jólini trína inn á
leikpallin
At avgera nær páskirnar
skulu falla ár eftir ár er ikki
nakað lætt roknistykki. Á
kirkjufundinum í Nicaea í
árinum 325, undir leiðslu av
Konstantini kajsara, varð
viðtikið at páskirnar, stórsta
hátíð teirra kristnu, skuldi
haldast allastaðni á einum
og sama degi og at tær ikki
máttu falla saman við pásk-
mar hjá jødunum. Kon-
stantini dámdi ikki jødar.
Men onki varð sagt um
hvussu farast skal fram til at
leggja dagin fastan, so úr-
slitið varð at tað framvegis
varð litið upp í hendurnar á
astronomunum í Alexandria
at avgera dagin. Hetta for-
argaði ikki sørt pavastólin í
Rom og í árinum 525 bað
År 1 u. Kr.f
År | e. Kr.f
År 2 e. Kr.f
År 3 e. Kr.f
Utgangsstødid fyri okkara tíðarrokning
påvin Jóhannis I, abbotin
Dionysius Exiguus, sum var
eim framúrskarandi stødd-
og stjørnufrødingur, um at
rokna út dagfestingina av
páskunum fyri árið 526.
Fregnartænasta var heldur
ikki tá á døgum nakað
fremmant fyribrigdi og á ein
ella annan hátt heppnaðist
tað abbotinum at fáa fatur á
rokniháttinum sum alexand
rinarnir brúktu og kundi
sostatt gera ein páskaka
lendara sum gekk frá 532 og
heili 95 ár fram í tíðina til ár
627. Påvin gjørdist loksins
leysur av alexandrinsku
huldumonnunum.
Tad sum hevði stórri tyd
ning fyri eftirtíðina var tó
útgangsstøði fyri tíðarrokn
ingini sum Dionysius Exi-
guus valdi sær. Á páskatalv-
urnar hann læt frá sær skriv-
aði hann: "anni Domini nos-
tri Jesu Christi 532-627.” År
okkara harra Jesu Krists
Hann er sostatt fyrsti kendi
madur sum brikar eina
tíðarfesting vid útgangs-
stødi í Jesu føding. Framm-
anundan varð brúkt anno
Diocletianus við útgangs-
stødi í árinum hesin settist á
kajsaratrúnuna. Arið var
284 eftir okkara tíðarrokn-
ing. Einki er til skjals um
hvussu Dionysius roknaði
seg fram til at Jesus varð
føddur fyri 531 árum síðani
og líka lítið um hví hann let-
ur hann vera Í år tå hann
verður føddur. Maðurin var
hóðast alt matimatikari!
Lukas sigur at Jesus var
føddur tað árið Augustus
kajsari gav boð um fólka-
teljing í øllum ríkinum og
meðan Quirinius var lands-
høvdingi í Syria. Arid var 6
ella 7 eftir okkara tidarrokn-
ing. Hinvegin sigur Matteus
at Jesus var føddur undir
Herodesi ti stóra og hesin
doyði ár 4 undan okkara tíð
arrokning. Um vit siga at
Jesus verður føddur árið fyri
sum Herodes doyr koma vit
til ár 5 undan okkara tíðar
rokning og tað er tað árstal
ið flestu søgumenn halda
seg til í dag. Hví hann letur
Jesus vera eitt ár tá hann
verður føddur kann komast
av at nullið ikki enn var tikið
í nýtslu í Europa. Tað verður
tað ikki fyrr enn í seinnu
helvt a Hetta
vælsignada nullið hevur síð
ani voldt monnum høvud
brýggj og er orsøkin til at
bert eru liðin 1999 og ikki
2000 ár frá útgangsstoði
num fyri okkara tíðarrokn
ing. Rætta anno Domini
2000 var trúliga longu í
1996!
At taka utgangsstødi i
Kristi føding spreidir seg
síðani so líðandi innanfyri
kristna partin av Europa og
tá komið er inn í 1000 øld er
hetta vorðin mest vanligi
hátturin at raðfesta árið
Sjálvan dagin tá Jesus varð
føddur festi ongin seg við, ti
at halda fødingardag tå i tíð-
ini varð hildið at vera ein
heiðin siður. Veitsla hevur tó
frá fornøldini av verið hildin
tá sólin aftur er farin at flyta
seg norðureftir. I norður
londum sum hávetursblót,
har offrað varð til gudarnar.
I Rom gjørdi kajsari Aureli-
anus i årinum 272 e. Kr. f
hin 25. desember til halgi
dag til heiðurs fyri sólina,
“dies natales solis invicti”
(fødingardagur sólarinnar,
henni sum ikki kann vinnast
á). Sløk hundrað ár seinni
fóru kristnir rómverjar at
midøldini
halda dagin til minnis um
Kristi føding. Einki er at iv
ast í at tað hevur verið til at
viga upp ímóti sólardyrkan-
ini. Kirkjan hevði jú fyri
vana at taka yvir halgidagar
frá øðrum religiónum og at
kristna teir
Nú á døgum verður ofta
nýtt átrunaðarliga og ment-
unarliga neutrala málber
ingin undan og aftaná okk
ara tíðarrokning í staðin fyri
undan og eftir Kristi føding
Vikur og mánaðir
At telja tíð í vikum hevur
ikki stóði í nøkrum natúrlig
um syklusi, men man hóðast
tað fella væl til okkara lívs
lag, tí bæði seks-, otta- og
tiggjudagavikan eru royndar
og hava verið í brúki i stutt-
um og longum tíðarskeið-
um, men eru so aftur dottnar
burtur til frama fyri sjey
dagavikuna. Sjeydagaviku-
na hava vit, sum so mangt
annað, frá babylonarunum
At árið hevur 12 mánaðir
kemst natúrliga av at 12
mánamánaðir liggja so tætt
uppat sólarárinum. Men tað
var ikki altíð so. Eitt tíð-
arskeið nýttu rómverjar eina
tíggjumánaðarskipan fyri
árið, so sum nøvnini sep-
tember, oktober, november
og desember bera boð um.
Sjeyndi, ottandi, níggjundi
og tíggjundi mánaðin. Tað
riggaði sjálvandi ikki so væl
og varð tí broytt til frama
fyri tólvmánaðarárið.
Føroyskir
ålmanakkar
I 1896 kom ut fyrsti ålma-
nakkin, sum ískoyti til
“Hentu bók", útgivin í Før-
oyum av felagnum Sólar-
magni. Í bókini vóru hentir
upplýsingar um ymisk við-
urskifti so sum ferðaætlanir,
almennar skivstovur í Havn
(tær vóru 3) við meira, á før
oyskum máli og so ein ál-
manakki á donskum. Arið
eftir kom so álmanakkin frá
Keypmannahavnar = lærda
háskúla, útroknaður fyri
Føroyar og umsettur til før-
oyskt av Jakob Jakobsen.
Hesin ålmanakkin kom út
fyri seinasu ferð í 1978. H.
N. Jacobsens Bókahandils
álmanakki er komin út síð-
ani 1927 og kemur framveg-
is. Fyri árið 2000 er onkur
annar álmanakki eisini
komin afturat.
ne 9
Pávin Gregorius
XIII, ovast til
vinstru, luttekur
á fundi í
álmanakka-
neyndini,
áleið 1581
/ År 1999 e. Kr.f 4 Ár 2000 e. Kr.f
Klokkan 24.00
31. des. ár 1999
ella klokkan 00.00
1. jan. 2000 eru liðin:
1999 ár frá åtgangsstødinum fyri okkara tíðarrokning
2000 ár Jesu føding
5760 ár frå skapanini av, sambært Bíbliuni
6235 ár frá fyrsta kenda egyptiska álmankkanum
1001 ár frá fyrstu kristniboðanini í Føroyum
531 ár frá at abboturin Dionysius Exiguus fastleggur
Jesu føding til ár I.
103 år frá fyrsta álmanakkanum útgivin i Føroyum
102 ár frá fyrsta ålmanakkanum útgivin á føroyskum
Fara hestarnir at
renna aftureftir?
Nógv fólk hava havt úr at gera við at loysa 2000
trupulleikan, men tað er ikki fyrstu ferð at so er: Fyri
góðum 2000 árum síðani stóðu fólk í somu støðu -
við år Q trupulleikanum
skiftið frá fyri Krist til eftir Krist voldir okkum stórar
trupulieikar, og tíðin til skifti verður styttist. Eg veit
ikki um fólk eru greið yvir, at tey mitt í tí heila skulu
telja øvugtan veg?
Tað fólk vita um, hava vit talt niðureftir, men nú
skulu vit knappliga til at telja uppeftir. Løgid at eing-
in hevur hugsað um henda trupulleika fyri langari tíð
síðani - ístaðin fyri at kasta tað upp í okkara hendur
í seinastu lotu.
Eg tosadi við Cæsar fyri nøkrum døgum síðani.
Hann vár í ødini um, at Julius ikki hevði havt
trupulleikan i huganum tå hann gjørdi kalendarin.
Cæsar segði, at nú skilti hann væl hví Brutus var
vorðin so illur í sær. Vit bóðu um ein fund vid Cons-
ultus; men tað einasta hann hevði at siga var, at tað
eftir øllum at dóma ikki var skilagott at halda á, at
telja niðureftir og brúka minus fyri Krist. - Og sum
vanligt, skuldi hann hava nógvar pengar fyri einki
konstruktivt at gera.
Heldur tú, at vit vera noyddir til at sleppa okkum av
við allan telduútbúna og byrja av nýggjum? Um so
er, fer Macrohard at forvinna eina rúgvu burtur úr tí.
Hjá pengaútlánarunum er verri statt. Teir eru um at
fara úr sínum góða skinni. Teir hava frætt, at rentur
teirra vera øvugtar, og tað merkir, at teir framyvir
skulu gjalda kundum teirra fyri at upptaka lán.
Rentan- gerst jú negativ! Um so er kann talan gerast
um vandamikla støðu.
Sjálvur havi eg tann stóra trupulleika, at eg í mínum
villasta hugi, ikki dugi at ímynda mær sandin í
tímaglasinum renna uppeftir. Vit hava hoyrt um
tríggjar vísar menn eystanfyri, sum arbeiða við
trupulleikanum, men tíverri vera teir ikki her fyrr
enn alt er yvirstaðið!
Eg havi hoyrt, at tað eru ætlanir um at seta allar
hestarnar inn í stallin stutt fyri midnått, av tí at fleiri
eru bangin um at teir brádliga steðga og fara at renna
aftureftir, og tað kann gerast lívshættisligt fyri
reiðmenninar og kann gera stóran skaða á
hestavognarnar. Haraftúrat eru fleiri sum halda, at
verðin gongur undir tá vit flyta til ár 0.
Ná, men vit arbeiða framhaldandi við hesum
forbrenda ár 0 trupulleikanum og eg sendi tær eitt
nýtt pergament tá vit hava funnið út av onkrum
nýggjum. Hevur tú okkurt gott hugskot, so læt meg
endiliga frætta.
Plutonius