týsdagur 25. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 16 - 25. januar 2005
– Uttan góðan kunn-
leika í enskum eru vit
munandi verri fyri
enn onnur. Skulu vit
gerast betri enn tey,
sum vit kappast við á
útlendska marknað-
inum, má málið ikki
vera ein forðan. Tí má
undirvísingin í ensk-
um byrja fyrri enn
nú, sigur Magnus
Magnussen. Hann og
familja hansara komu
aftur til Føroyar í fjør,
eftir at hava búð eitt
ár í spanska býnum
Cadiz
MÁLLÆRA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
– Fyri mær er eingin ivi um
tað neyðuga í, at tað er
alneyðugt at læra okkum
enskt. Vit liva jú av øðrum.
Vit selja okkara vørur til
onnur lond, og tí mugu vit
kunna samskifta við tey á
einum góðum støði.
- Uttan góðan kunnleika í
enskum, verða vit munandi
verri fyri enn hini. Vit eiga
heldur at verða betri fyri
enn hini, sigur Magnus
Magnussen.
Eftir at hava búð í Spani-
en í eitt ár, saman við konu
og børnum, hevur hann
gjørt sær nakrar hugsanir
um tað at læra børn okkara
tað enska málið væl og
virðiliga.
Hesar hugsanir hansara
samsvara væl við tær ætl-
anir, sum landsstýrið ar-
beiðir við, nevniliga at flyta
undirvísingina í enskum úr
5. flokki niður í 3. flokk.
Fleiri hava longu gjørt
viðmerkingar til hetta mál-
ið. Og líkt er til, at ein kann
fáa eitt seriøst tjak í lag um
hetta málið, sum ikki bara
snýr seg um enskt, men
eisini um tað føroyska sam-
felagið í alheimsgerðingini.
Á altjóða skúla
Tað var undir arbeiðinum
við komandi Smyrli at
Magnus Magnussen og
familja hansara fluttu til
Spanien at búgva. Við sær
høvdu tey tríggjar synir
teirra, sum tá vóru 12, 8 og
5 ára gamlir.
Tað var jú skipasmiðjan í
IZAR-samtakinum í Cadiz,
sum hevur byggingina um
hendi, og sum hevur verið
so nógv umtalað manna
millum. Magnus var sendur
hagar sum projektleiðari av
arbeiðinum, meðan dreing-
irnir vórðu sendir á ein
skúla í býnum.
Frammanundan
høvdu
tey, undir fyrireikingunum
til avstaðferðina, kannað
skúlaviðurskiftini hjá børn-
um sínum í Cadiz, og komu
tá fram á ein altjóða skúla,
"Centro
Ingles"
(Tann
enski miðdepilin). Magnus
spurdi seg fyri á sponsku
skipasmiðjuni, og hagani
fekk skúlin somuleiðis sera
gott skoðsmál.
Á "Centro Ingles" gingu
einir 7-800 næmingur úr
mongum heimspørtum, og
tá skúlin hevði so gott orð á
sær, var lítil ivi í familjuni
Magnussen um, at hetta var
rætti skúlin fyri teir tríggjar
føroyingarnar. Tá so familj-
an flutti hagar á sumri 2003
byrjaðu teir á skúlanum.
Teir yngru brøðurnir
vóru jú á øðrum støði og
var undirvísingin tí løgd
eftir at fáa teir integreraðar
í flokkin. Men tað var ser-
liga í flokkinum hjá tí elsta
næminginum, at munur sást
á málkunnleikanum.
Og tað er henda munin,
sum Magnus heldur at
føroyingar kundu sloppið
undan, um undirvísingin
varð broytt í føroyska skúl-
anum.
- Fyri mín parts skyld
kundu vit gott byrja við í
enskum longu í 3. flokki –
um ikki fyrri!, sigur hann
avgjørdur á máli.
Fekk eitt sjokk
Tá hesin elsti sonurin kom í
skúlan skuldi tað skjótt vísa
seg, at hann var ikki á sama
støði sum onnur í flokki
sínum. Hetta var jú ein al-
tjóða skúli, og tí var undir-
vísingin á enskum máli.
Magnus gjørdist tá greið-
ur yvir, at hansara barn,
hesin eini føroyski næm-
ingurin var munandi verri
fyri í enskum enn javn-
aldrar hansara. Og hetta
hóast hann tá hevði lært
enskt í eitt ár í sínum fimta
skúlaári.
– Hann fekk faktiskt eitt
lítið sjokk, tá hann koma á
skúlan og sá, hvussu væl
hini dugdu í enskum, sigur
Magnus.
Tað var serliga nøgdin av
orðum, sum var munandi
minni. Hinir næmingarnir
dugdu væl enskt, høvdu
stóra orðanøgd og vóru har-
aftrat sera stinnir í mállær-
uni. Har vóru eisini næm-
ingar, ið vóru munandi
yngri enn hann, og sum
dugdu sera væl enskt. Mill-
um hesar var ein 9 ára gam-
al týskur drongur, sum var
sera frammarlaga í enskum.
Fyri Magnus er tí eingin
ivi um, at teir føroysku
næmingarnir eiga at læra
seg enskt fyrri enn nú.
Hann vísir m.a. til samrøð-
urnar sum Sosialurin í
farnu viku hevði við børn í
3. flokki í Velbastaðar
skúla, sum einki høvdu
ímóti hesum. Tey mettu
haraftrat ikki, at tað fór at
ganga út yvir innlæringina
av móðurmálinum.
- Og eg haldi tað eisini
vera rætt av landsstýris-
manninum í skúlamálum,
Jógvan á Lakjuni at taka
hetta málið upp til við-
gerðar, sigur hann.
Opin og móttakilig
Hóast Magnus ikki er
námsfrøðingur, so dugir
hann at síggja, at tað er í
seinna lagi at byrja við
enskum í 5. flokki, soleiðis
sum skipanin er í dag. Ein
eigur at byrja nógv fyrri.
- Eg haldi, at tey áttu at
byrja við enskum í 3. flokki
– kanska fyrri. Tí tá ein er 9
ára gamal, er ein nógv
meiri fríur og meiri mót-
takiligur fyri tí sum er nýtt.
Tíbetur var sonur okkara
opin, og kom tí skjótt eftir
enska málinum.
- Tí er fyri meg eingin ivi
um, at jú fyrri tey læra hetta
málið, tess betri verður
førleikin í framtíðini, sigur
hann.
Tá ein er vorðin 12 ára
gamal, so er ein á veg til at
gerast tannáringur, og tá
byrjar ein so smátt at hugsa
um, hvat øll hini siga og
gera. Og tá er ofta ikki
langt frá, at ein kann byrja
at drilla hvønnannan, um
onkur á einhvønn hátt er
uttanfyri.
So er tað onkur, sum ikki
dugur so væl í skúlanum,
kann
viðkomandi
hava
trupult við at koma fram
við tí hann veit, hóast hann
veit at tað er rætt. Tí velja
tey ofta bara at tiga fyri ikki
at koma til at siga nakað
sum er skeivt.
- Men tá tey so gerast
eldri, so skilja tey, at tað er
frægari at siga nakað sum
er skeivt, enn einki at siga.
Tí tá kann ein fáa tað rætt-
að, og soleiðis læra av tí,
sigur hann.
Málið má ikki
vera ein forðan
Hóast Føroyar á mangar
mátar liggja langt burtur frá
meginlandinum, so merkja
vit eisini til alheimsgerð-
ingina. Vit eru komin tætt-
ari til teirra sum búgva
langt burturi, og tað er ein-
falt at ferðast til fjarskotin
støð. Og vit frætta eisini
tíðindi aðrastaðni frá skjótt
og einfalt.
- Skulu vit ikki detta heilt
burtur ímillum, er neyðugt
at vit læra nakað um onnur.
Og uttan eitt mál at sam-
skifta við, ber hetta illani
til, sigur Magnus.
Nógv byrja at møta øðr-
um ungum tá tey eru 12-14
ára gomul, tá tey fara út í
heim til legur, ítróttarkapp-
ingar og tílíkt. Og her er
sera týdningarmikið at teir
føroysku ungdómarnir ikki
halda seg aftur, ella føla seg
verri fyri enn hini, tá tað
ræður um tað málsliga.
Uttan ein hollan málkun-
nleika fáa tey minni burtur-
úr, tí tey snøgt sagt ikki tora
at tosa við hini, ella spyrja
tey nakað.
- Eg eri sannførdur um, at
dugdu tey enskt betur, so
høvdu tey einki at smæðast
fyri, tí tá var málið ikki ein
forðan, sigur Magnus.
Eftir hansara meting eru
føroyingar ikki verri fyri
enn onnur, tá talan er um
tað tekniska, men tað er
haraftrat sera neyðugt eisini
at duga málið, so at ein
kann siga øðrum, tað ein
veit og hevur uppá hjarta.
- Tað er alneyðugt at mál-
ið ikki er ein forðan. Málið
gevur okkum atgongd til
umheimin, og tað er henda
umheimin sum vit sum
samfelag hava brúk fyri,
sigur Magnus.
– Enska málið
má ikki verða
nøkur forðan
– Fyri mín parts skyld kundu vit gott byrja við í enskum longu í 3. flokki – um ikki fyrri!, sigur
Magnus Magnussen, sum hevur búð í Spanien í eitt ár saman við konu og børnum