týsdagur 25. januar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tvær vikur eftir at
hann hevði vunnið
JM eydnaðist tað
lambamanninum,
sum áður hevur róði
við Eysturoyingi og
Havnarbátinum, at
gerast fimti bestur í
kappingini millum
teir tyngstu í Dan-
mark
ÚTISETARÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Jón Rosenblad úr Lamba
smokkaði ikki burtur ímill-
um, tá ið hann leygardagin
bjóðaði seg fram í innan-
dura DM kappingini. Bestu
rógvararnir
í
Danmark
kappaðust í ítróttarhøllini í
Gladsaxe. Fleiri føroyingar,
sum nýta ein part av frí-
tíðini í neystinum í Ishøj,
royndu seg í Gladsaxe, har
umstøðurnar vóru rættuliga
góðar at rógva, men tað var
bara fyrrverandi rógvarin á
Havnarbátinum og Eystur-
oyingi, sum stakk seg fram
millum teir bestu.
Jón Rosenblad luttók á
2000 metrum í tí, sum teir
nevna tungvekt. Átjan vóru
við í júst hesi kappingini,
og Jón endaði á fimta
plássinum.
Eftir luttøkuni at døma so
er tað vorðið populert at
kappast á rógvimaskinum.
42 róðrar vóru á skránni, og
tað var í átjanda róðrinum,
at føroyski rógvarin rakk
fimta plássinum. Tíðin hjá
Jón Rosenblad var 6.11.2.
Talan var um nýtt persón-
ligt met, men tað var kortini
fitt lop fram til vinnaran,
Jacob Jespersen, sum vann
við tíðini 5.57.6. Nítjan
tóku lut í hesi kappingini.
Fróði Waag, nevndarlim-
ur í Klaksvíkar Róðrar-
felag, var hjástaddur, og
hann hevur á heimasíðuni
hjá Klaksvíkar Róðrarfe-
lag, góða lýsing av kapp-
ingini. Fróði greiðir soleið-
is frá, hvussu tað gekk, tá ið
Jón Rosenblad royndi seg:
- Í 18. róðrinum var lagt
upp til spenning, tá ið nítj-
an av sterkastu rógvarunum
í ríkinum møttust. Tað var
týðuligt, at hetta fór at
verða ein harður róður fyri
Jón, tí fleiri av mótstøðu-
monnunum vóru sera stórir
á at líta. Men Jón lat ongan
iva vera um, at hann ætlaði
sær fram í oddin. Tá teir 19
tóku fyrsta takið, man hava
staðið nógv á gólvinum í
høllini. Jón helt seg beinan-
vegin frammanfyri miðj-
una, og so helt hann tørn.
Tá ið farið var um túsund
metra málið, legði Jón so
við og við fleiri aðrar rógv-
arar aftur um seg, og tað
tóktist sum um, at tað kom
meiri ferð á hjá honum. Tá
ið tað avtornaði, endaði Jón
á fimta plássinum. Tíðin
var 6.11,2, og tað er eisini
persónliga met hjá honum.
Tá ið Jón var liðugur at
rógva, og hevði rindað
møðina eitt sindur, greiddi
hann soleiðis frá um,
hvussu hann hevði upplivað
róðurin, um tað ber til at
kalla hetta soleiðis:
–
Mótstøðumenninir
vóru ógvuliga stórir og
bulmiklir. Eg hevði ætlað
mær at røkka 6.10.0. Men
hóast tíðin gjørdist eitt
sindur meiri enn eitt sekund
lakari enn tað, sum eg
hevði ætlað, so kann eg ikki
siga annað, enn at eg eri
væl nøgdur við avrikið. Eg
setti persónligt met, og um
tíðin hevði havt verið eitt
stórt sekund betri, so hevði
tað kortini ikki broytt
endaligu plaseringina.
Tíðirnar
hjá
teimum
bestu í kappingin 23-29 ár
og í tungvekt vóru hesar: 1.
Jacob Jespersen 5.57.6, 2.
Peter Sylvest 5.58.2, 3.
Anders Moustgaard 6.00.5,
4. Thomas Larsen 6.05.0, 5.
Jón Rosenblad 6.11.2.
Í vikuskiftinum fer at
bera til at finna fram til,
hvussu støðið hjá føroying-
um heima á landi er á
maskinuni, tá ið sammett
verður við teir, sum hesar
seinastu
vikurnar
hava
kappast í JM og DM.
Jón Rosenblad hevur
boðað frá, at hann fer at
taka lut í FM kappingini,
sum Havnar Róðrarfelag
fer at skipa fyri í vikuskift-
inum. Einki er at ivast í, at
tað, at jyski meistarin og
fimti tann fimti besti í DM
á 2000 metrum í kappingini
millum tungvektarar í aldri-
num 23-29 ár verður mill-
um luttakararnar, fer at
hava við sær, at áhugin fyri
kappingini verður uppaftur
størri, enn hann longu
tykist at vera.
Dómararnir
settir
Hondbóltssambandið
hevur
boðað
frá,
hvussu dómaraáseting-
arnar til hálvfinalurnar
í Coca Cola kappingini
verða.
Aðra staðni í blað-
num stendur, at dystur-
in millum Stjørnuna
og VB verður miku-
dagin, men hetta er
ikki rætt. Beint undan
evstamarki
okkara
komu boð um, at dyst-
urin verður leiktur
hóskvøldið.
Dómaraásetingarnar
eru annars soleiðis, at
Hannis og Uni Ward-
um skulu døma mans-
dystin millum StÍF og
H71, meðan teir báðir
klaksvíksbrøðurnar,
Kristian og Karstin
Joensen skulu døma í
Vestmanna, har VÍF og
Kyndil takast.
Hjá
kvinnunum
skulu Andras F. Han-
sen og Eyðun Samuel-
sen døma dystin í
Havn millum Neistan
og Søljuna. Kristian
Johansen og Sámal
Hansen skulu døma
hóskvøldið,
tá VB
aftur vitjar hjá Stjørn-
uni.
-jm
Nr. 16 • týsdagur • 25. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Jón millum teir bestu
í Danmark
Tað eydnaðist ikki Jón Rosenblad at vinna DM-gullið, men eitt pláss um fimti besti rógvarin í ríkinum er heldur ikki soleiðis at
forkasta
Mynd: www.krf.fo