týsdagur 25. januar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 16 - 25. januar 2005
Hóast VB við stór-
sigrinum í Klaksvík
tók eitt risa-fet móti
gullinum, so er hetta
nakað, sum spælar-
arnir sjálvar als ikki
vilja gretta orð um
HONDBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er einki at taka seg aft-
ur í, at tær sótu væl nøgd-
ar kring borðini umborð á
Dúgvuni. VB-kvinnurnar
høvdu alla orsøk at smíl-
ast, tá tær eftir eitt strævið
hondbóltsvikuskiftið aftur
løgdu leiðina til Vágs.
Við
stórsigrinum
á
Stjørnuni hevur VB nevn-
liga lagt seg á odda í bestu
kvinnudeildini. Og ikki
minst, so mundi dysturin
hesaferð
geva
greiða
ábending um, at tað nú eru
tær úr Vági, sum skulu
roknast sum favorittar til
FM-gullið.
HSF motiveraði
Umborð á Dúgvuni fingu
vit orðið á Christinu
Holm, sum nú aftur er á
VB-liðnum. Og hon duldi
ikki fyri, at tær vóru
fegnar um sigurin. Ein
sigur, sum tær í øllum
førum ikki høvdu roknað
við, skuldi gerast av
hesum dimensiónum.
– Nei. Tað høvdu vit so
slettis ikki roknað við. Vit
høvdu eisini ein dyst í
beinunum frá ígjár, og tað
vóru vit eisini bangnar um
kundi kosta okkum nakað
av kreftum. Men tað rigg-
aði bara tað heila í dag.
Fyri bara tveimum vik-
um síðani vann VB fyri
fyrstu ferð í hálvt annað
ár á Stjørnuni. Mann
kundi kanska hildið, at
hetta
gav
leikarunum
eyka treysti til uppgávuna
hesaferð, men tí var
Christina als ikki samd í.
– Sjálvt um Stjørnan
hevur vunnið nú fleiri
ferðir, so hevur talan
hvørja ferð verið um
javnar dystir. Hvør dystur
er eisini ein nýggj upp-
gáva fyri okkara viðkoma-
ndi, so í tann mun haldi eg
ikki, at sigurin í hálvfin-
aluni gav nakað eyka. Skal
eg nevna nakra einstaka
orsøk, so var tað kanska
heldur tað, at vit ilskaðust
inn á kappingarnevndina,
tí vit skuldu spæla í Vági
leygardag og so oddadyst í
Klaksvík sunnudag. Tað
gav okkum í øllum førum
eyka motivatión, helt hon.
Einki FM-tos
Sum nevnt aðrastaðni, so
kann tað væl henda, at
sigurin í Klaksvík gevur
VB ein eyka fyrimun í
oddastríðnum. Trivaligur
sum hann var, so merkir
hetta helst, at Stjørnan nú
í øllum førum skal hava
trý av fýra stigum móti
VB í endaspælinum, um
tær ætla sær at enda ovast,
men
slíkt
tos
vildi
Christina Holm so slettis
ikki hoyra talan um.
– Hatta hava vit so ikki
tosað um. Vit taka ein dyst
í senn. Sjálvandi við tí fyri
eyga at vinna hvørja ferð.
Nú hava vit enn eina hálv-
finalu mikudagin, tá vit
aftur skulu til Klaksvíkar.
Og tað verður kanska
ein øðrvísi dystur?
– Tað rokni eg við. Eg
rokni eisini við, at tær í
Stjørnuni nú vilja vísa
nakað, men tað mugu vit
so bara taka við. Vit vilja
altíð stríðast fyri okkara
søk, og so mugu vit bara
vóna, at tað er nóg mikið,
staðfesti strikuspælarin
hjá VB at enda.
Ein dyst í
senn
Smílini á VB-kvinnunum vóru stór, tá tær sunnudagin
høvdu sett seg umborð á Dúgvuna
Mynd: Álvur Haraldsen
Var talan um nakrar
stjørnur í Klaksvík
sunnudagin, so vóru
tað í øllum førum ikki
tær á hondbóltsliðn-
um.VB vann nevnliga
ein knúsandi stórsigur
í oddabrakinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Ein stúgvandi full KÍ-høll
hevði helst roknað við ein-
um øðrum úrsliti enn tí, sum
gjørdist veruleiki sunnu-
dagin. Og í øllum førum
mundu tey roknað við, at
talan skuldi gerast um ein
spennnandi dyst millum tey
bæði fremstu kvinnuliðini í
landinum. Og hartil tvey lið,
sum ferð eftir ferð tey
nógvu seinnu árini hava
serverað nakrar av bestu
kvinnudystunum í landinum
fyri áskoðarunum.
Bremsaðu
kontraspælinum
Ein av orsøkunum til hetta
er ivaleyst, at liðini bæði
hóska væl til hvørt annað.
Báðum dámar teimum at
leggja dent á skjótan hond-
bólt, har stórur dentur
verður lagdur á kontra-
spælið, og soleiðis tóktist
tað eisini at skula gerast
hesaferð. Í øllum førum
fyrsta korterið ella so.
Tað var eisini greitt, at
báðir partar gjørdu nógv, til
tess at mótstøðan ikki
skuldi fáa gongd á hetta
vápnið. Ikki minst var tað
imponerandi at síggja retur-
renningarnar hjá VB. So
skjótt sum skotið varð móti
málinum, vóru tað hvørja
ferð einar tríggjar ella fýra
av VB-spælarunum, sum
við fullari ferð runnu aftur,
og hetta hevði so eisini við
sær, at Stjørnan als ikki
fekk gongd á sítt kontra-
spæl. Málið til 1-0 kom
gott nokk eftir kontra, men
so var steindeytt teir sein-
astu 58 minuttirnar!
Fyrstu løtuna fekk VB
heldur veruliga gongd á sítt
kontra-spæl. Tað hevði so
við sær, at báðir partar
noyddust at spæla meira
upp á bakspælararnar, enn
tey vanliga gera. Hjá
Stjørnuni tóktist hetta rigga
betri fyrstu løtuna, tá Kat-
arina, Alina og Joan fleiri
ferðir sýndu skjótt og gott
samanspæl. Hjá VB gekst
nakað tyngri hesa fyrstu
løtuna. Nógv tóktist liggja
á herunum á Auksu, sum
fleiri ferðir royndi at bróta
ígjøgnum,
men
sum
dysturin leið, so tóktist júst
hetta fáa avgerandi ávirkan.
Statiskur venjari
Hetta hevði nevnliga við
sær, at Stjørnan fekk lyndi
til bara at hugsa um Auksu,
og tað var so ikki nakað
gott hugskot. Skotsterki
litavin dugir nevnliga eisini
at síggja viðleikararnar, og
tá plássið til fríspælingar
gjørdist betri, fullu hesar
alsamt títtari, soleiðis at
Arnleyð,
Christina
og
Daiva fingu nakað nógv
betri pláss, enn ráðiligt var.
Tað var eisini merkisvert
í hesum, hvussu Stjørnan
alla tíðina helt fast við
útgangsstøði
í
verjuni.
Kann væl vera, at tað vildi
givið Daivu ov góðar treyt-
ir, um valt varð at verja
flatt, men tað vildi verið ein
roynd vert. Stjørnuverjan
stóð støðugt ov nógv á
hælunum, og tá gjørdist tal-
an ofta um millumstøður,
sum í hópin av førum førdu
brotskast til VB við sær.
Ikki minst gjørdist Una
stóri syndarin í hesum, men
tað skal hon so langt ífrá
einsamøll
lastast
fyri.
Snøgt sagt, so varð hon ov
ofta seld av viðleikarunum,
og tí stóð valið millum at
gera brotskast, ella at lata
leikaran fara.
Heldur enn at fremja
broytingar í hesum, so valdi
Stjørnan alla tíðina at halda
fast við útgangsstøði, og
hetta kom at kosta teimum
dýrt.
Seinastu løtuna undan
Stjørnan-VB 2
Stjørn