Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 25. januar 2005 19 Liðskiparin hjá Stjørnuni segði talan vera um stóra skomm, eftir at tær á heimavølli høvdu fingið bank frá VB HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk – Hatta var ein kata- strofudystur hjá okkum. Eg veit ikki, nær vit sein- ast hava fingið ein slíkan umgang, men tað er í øllum førum langt síðani. Nei, strikuspælarin og liðskiparin hjá Stjørnuni, Una Olsen, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hon eftir tapið fyri VB skuldi siga sína hugsan um dystin. Einki riggaði Spurd, hvør orsøkin til stóra tapið var, helt Una, at spælið snøgt sagt ikki var nóg gott. Og at tað serliga var í verjuni, at tað gekst illa í hond. – Vit spæla rætt og slætt illa, og so høvdu vit held- ur ikki tann viljan at vinna, sum skal til í slíkum dystum. Tað hevði VB. Tær góvu seg alla tíðina tað seinasta lítla pettið, og tað ger ofta stóran mun. Ikki minst, tí vit eru so óskipaðar í verjuni. Tað ger, at vit ofta koma í millumstøður, og tá tær so alla tíðina royna at stríða seg sein- asta pettið innum, kostar tað hópin av brotskøstum. – Hartil riggaði álops- spælið hjá okkum slettis ikki. Serliga tí skjúttarnir hjá okkum ikki halda seg til. Hetta roknaði VB skjótt út, og so kundu tær jú bara standa við eini flatari verju, sum sjálv- andi gjørdi tað munin truplari hjá okkum at spæla tunt. Pínligt Longu mikudagin skal Stjørnan aftur royna seg móti VB. Hesa ferð í hálvfinaluni í steypa- kappingini, og her hevur VB undan dystinum fyri- munin. Sjálv sær Una Olsen ikki hesa uppgávuna sum ógjørliga, hóast stórtapið sunnudagin. Men hon ásannar, at spælið tá skal vera betri. – Tað skulu í øllum før- um aðrir bollar á supp- una. Avrikið hesaferð var pínligt. Vit spæla fyri fullasettari høll, og fara niður við nakkanum á hendan hátt. Tað skal ikki góðtakast. So er bara at vóna, at tað fær okkum at taka okkum sjálvar í nakkan, og á tann hátt koma uppaftur, staðfesti liðskiparin hjá Stjørnuni at enda. Ein katastrofa Avrikið hesaferð var pínligt, staðfesti bersøgni liðskiparin hjá Stjørnuni eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen steðginum tóktist nevnliga, sum var orkan hjá Stjørnuni við at ganga undan. VB hevði við fløtu verjuni nýtt væl færri kreftir í hesum partinum av spælinum, og úrslitið kom spakuliga til sjóndar. Spælið hjá heima- liðnum gjørdist at kalla beinleiðis sløsut, tá tær ferð eftir ferð (vegna vantandi orku?) framdu elementer mistøk, og so kundi VB revsa. Frá 11-11 broyttist støðan til 11-16, og so gevur tað seg sjálvt, hvønn veg sálarliga barometrið peiggj- aði, tá farið varð til hálvleiks. Skriðulop Og heldur ikki í steðginum tóktust tær á heimaliðnum at hava funnið nakað vápn móti VB. Gaman í byrjaði seinni hálvleikur við tveim- um skjótum heimamálum, men VB hevði ongan hug at slaka. Tær fingu aftur gongd á, og so stóð greitt, at her skuldi nakað heilt serligt til, um Stjørnan skuldi venda dystinum. Men tað »serliga« átti Stjørnan ikki í sær. Einasta vápnið, sum roynt varð, var mansverja av bæði Aukse og Daivu, og hóast hetta seinni varð broytt til bara at umfata Daivu, so steðgaði hetta ikki VB. VB hevði annars ein dyst frá leygardegnum í beinun- um, og teimum vantaði eisini Margreth Augustin- ussen, sum fekk skaða leygardagin, men hvørki av hesum tóktist bila. Ivaleyst hevði sálarliga yvirvágin eisini sítt at siga, tá møðin als ikki tóktist seta inn hjá teimum, og ístaðin varð tað so Stjørnan, sum fullkomu- liga fall saman. Orkan á degnum var kanska ikki til meira, men tá hugurin at spæla so eisini hvarv, gjørdist talan um rættiligt skrædl. Seinastu tíggju minuttirnir siga helst alla søguna í so máta, tá VB økti úr 20-27 til 21-27! Kontra-álopini snøgt sagt skolaðu oman yvir Stjørn- una, sum at enda mátti lata sær lynda, at tíggju vág- bingar á benkrunum rung- aðu nakað nógv meira enn annars fullsetta høllin. VB átti dagin. Tær vunnu ein knúsandi sigur á odda- liðnum. Ein sigur av slíkari stødd, at hann í verandi støðu á stigatalvuni væl kann gerast meira enn eitt stig verdur. Dysturin í tølum Stjørnan-VB 21-37 (11-16) Støður í dystinum 10 min: 4-4 20 min: 9-10 40 min: 15-22 50 min: 19-27 Málskjúttar Stjørnan: Annika Ljósstein 5(5), Katarina Stepanov 4, Alina Olaru 4, Una Olsen 4, Joan M. Djordjevic 3, Bára S. Klakstein 1 VB: Daiva Toumaite 16(11), Christina Holm 6, Aukse Vysniaskaite 5, Arnleyð Hjelm 5, Laila Jespersen 3, Rannvá Aug- ustinussen 2 Brotskøst: Stjørnan 5, VB 11 Útvísingar: Stjørnan 5, VB 1 Dómarar: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen: Høvdu eina greiða linju frá byrjan, har talan ongan tíð gjørdist um stórvegis slingur í valsinum. 21-37 (11-16): ubank Ein sigandi mynd. Joan M. Djordjevic hjá Stjørnuni er tvey fet aftan fyri Arnleyð Hjelm og VB, sum hevur fult tamarhald á støðuni Seinastu minuttirnar gjørdist smílini hjá gestunum bara størri og størri, so hvørt sum málini skolaðu inn