týsdagur 25. januar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 16 - 25. januar 2005
Talvið hesa vikuna
Bruzon,L (2652) - Topalov,V (2757)
Corus A Wijk aan Zee (8. umfar), 23.01.2005
1.e4 c5 2.Rif3 e6 3.d3 Ric6 4.g3 g6 5.Bg2 Bg7 6.c3
Rige7 7.0—0 0—0 8.Re1 e5 9.Ria3 (Topalov helt
eftir talvið, at betur var at leika a3 og síðani b4)
9...d6 10.Be3 b6 11.Fd2 Bg4 12.h3 Bxf3 13.Bxf3
Fd7 14.Bg2 f5 (Svartur hevur ongar trupulleikar,
stendur minst javnt) 15.exf5 gxf5 16.f4 Rad8
17.Re2 Fe6 18.Fc2 Fg6 19.Kh2 Kh8 20.Fa4 d5
21.fxe5 Bxe5 22.Bf4 Ff6 23.Bxe5 Rixe5 24.d4
Ri5g6! (Topalov letur a-finnuna fyri álop, sum
eisini sær skilagott út) 25.dxc5 bxc5 26.Rf1 f4! (Ein
finna aftrat!) 27.gxf4 Rif5 28.Fxa7 Fh4 29.Fxc5
Rixf4 (Ringt er at bjarga hvítu støðuni. Fyri at gera
ilt verri, er kubanin eisini í svárari tíðneyð) 30.Rd2
Rixh3! 31.Fc7 (Ikki hjálpir at leika: 31.Bxh3 Fg3+
32.Kh1 Fxh3+ 33.Kg1 Rg8+ vinnur] 31...Rd6
32.Ric2 (32.Rxf5 bjargar heldur ikki hvítum,
orsakað av 32...Rif4+ 33.Kg1 Fe1+ 34.Bf1 Rg6+)
32...Fg3+ 33.Kh1
Støðumynd eftir 33.Kh1
33...Rh6! Og Bruzon gavst. Besti kjansur er
34.Fxg3, men eftir 34...Rixg3+ og 35...Rixf1 hevur
svartur rók meir. Ómetaliga gott telvað av Topalov,
sum revsaði heldur passivu telving Bruzons
0—1
Eftir stórsigrar til
oddaliðini í 8. umfari,
er tað greitt at kapp-
ingin um FM nú bert
stendur millum
Klaksvík og Havnina
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Klaksvíkingar vórðu undir
stórum trýsti frá hvalvík-
ingum í vikuskiftinum,
men fingu kortini heili 3,5
stig burturúr á teimum fýra
borðunum.
Rógvi W. Rasmussen
heldur fram við góðari
telving og úrslitum. Ein
relativt skjótur javnleikur
við svarta fólkinum móti
Heina Olsen, eigur ein at
vera nøgdur við. Tað frætt-
ist úr Hvalvík, at støðan var
rættiliga kompliserað tá teir
tóku javnt.
Talvið á 2. borði varð
nokkso skiftandi. Ólavur
Simonsen misti finnu tíð-
liga í talvinum móti Finn-
bjørn Zachariassen, men
fann síðani eyðkenda takt-
iska álopsstílin, sum hevur
ligið í dvala heldur leingi,
fram aftur og vann loksins.
Finnbjørn Vang og Mart-
in Brekká høvdu fullkomi-
liga javna støðu, tá Martin
knappliga setti rók sín í
deyða. Finnbjørn takkaði
fyri og vann sjálvsagt talv-
ið. 7,5 stig av 8 hevur Finn-
bjørn nú ognað sær sjálvum
og klaksvíksliðnum.
Tað sá einki serligt út hjá
Rana Nolsøe í talvinum
ímóti Kára Petersen. Men
við eitt varð Kári óneyvur
og Rani sló til og setti Kára
skák og mát.
Eitt rimmar úrslit hjá
klaksvíkingum, sum nú
vónaðu at kollfirðingar
kundu gera okkurt við
nærmastu kappingarneyt-
arnar úr Havnini.
Eingin hjálp frá
kollfirðingum
Men nei. Kollfirðingar
fingu bank sunnudagin.
Við Martin Poulsen á odda,
vunnu havnarmenn heili
3,5-0,5.
Martin Poulsen vann á
øðrum sinni í landskapp-
ingini á Hans Kristian Sim-
onsen. Føroyameistarin frá
2002 hevur ikki havt eitt
gott kappingarár, meðan
Martin hinvegin er trygg-
leikin sjálvur í ár. Tríggir
sigrar og fýra javnleikir er
úrtøka hansara higartil.
Torbjørn Thomsen varð
einasti kollfirðingur sum
fekk stig sunnudagin, tá
hann leikti javnt móti Olaf
Berg. 3-4. borðini hjá havn-
armonnum, Bogi Ziska og
Helgi D. Ziska, vunnu á
ávíkavist Eyðálvi Johanne-
sen og Bernhardi Thomsen
Við sigrinum eru havnar-
menn framvegis hálvttriðja
stig aftanfyri klaksvíkingar.
Dysturin millum tofta-
menn og vestmenningar er
útsettur til komandi viku-
skiftið.
Endaumførini og NM
Í 9. umfari hitta havnar-
menn vestmenningar, með-
an klaksvíkingar taka ímóti
kollfirðingum.
Vónandi
heldur spenningurin sær til
seinasta umfar, tá odda-
liðini bresta saman. Stríðið
um bronsuna er eisini
spennandi. Hvalvíkingar
liggja bestir fyri, men vest-
menningar kunnu koma
ájavnir teimum, um teir
vinna stórsigur í útsetta
dystinum móti toftamonn-
um.
Orsakað av, at Norður-
landameistaraskapurin fyri
unglingar verður 18-20.
februar í Oslo, er tíggjunda
og seinasta umfar í liðkapp-
ingini
framskundað
til
leygardagin 12. februar.
Venjingarlega fyri før-
oysku
NM-luttakararnar
verður eins og í fjør á Hotel
Vágum komandi vikuskift-
ið. Talvsambandið hevur
sett svian IM Emil Her-
mansson sum venjara fyri
okkara bestu unglingar.
Topalov á odda
Í superstórmeistarakapp-
ingini í Wijk aan Zee,
Hollandi, er bulgarin Vese-
lin Topalov einsamallur
fremstur eftir átta umfør.
Hann hevur eitt nú vunnið á
Vladimir
Kramnik
og
sunnudagin vann hann enn
eitt flott álopstalv móti
yvirraskilsinum úr Kuba,
Lazaro Bruzon, sum ó-
væntað lá í toppinum und-
an talvinum móti Topalov.
Talvið er við í blaðnum.
Eftir ringar kappingar-
byrjanir, hava Kramnik og
Viswanathan Anand nú
telvað seg heitar og eru við
í toppstríðnum.
Støðan í Wijk aan Zee
1 Topalov
(2757) 5,5/8
2 Leko
(2749)
5,0
3 Adams
(2741)
5,0
4 Anand
(2786)
5,0
5 Grischuk
(2710)
4,5
6 Kramnik
(2754)
4,5
7 Short
(2674)
4,0
8 Bruzon
(2652)
4,0
9 Ponomariov (2700)
4,0
10 Polgar
(2728)
3,5
11 van Wely
(2679)
3,5
12 Svidler
(2735)
3,0
13 Sokolov
(2685)
2,5
14 Morozevich (2741)
2,0
Seinast í hesum mán-
aðinum skulu fimm
føroyskir svimjarar
taka lut í altjóoða
kapping í Reykjavík
SVIMJING
tíðindaskriv
Í samband við at Reykjavík
tekur nýggja innandura
svimjihøll í nýtslu, verður
stór international svimji-
kapping í døgunum 28, 29
og 30 jan.
Íslendingar hava bjóða
svimjarum ymsastaðni frá
til hesa stórhending í
Reykjavík, og vísir tað seg
at svimjarar koma úr Bret-
landi, Luxemburg, Svøríki,
Noreg, Íslandi og Føroyum.
Henda svimjihøll í liggur
í Laugardali í Reykjavík er
nakað heilt serligt. Tann
stóri svimjihylurin er 50m
langur og 25m breiður so
høllin kann nýtast bæði til
kappingar á lang- og stutt-
bana. Kappingin sum før-
oyingar fara til verður á
langbana.
Svimjararnir úr Føroyum
verða: Sára Ejdesgaard úr
Tvøroyrar
Svimjifelag,
Andrass Thomsen úr Havn-
ar
Svimjifelag,
Elspa
Mørkøre og Karina Peter-
sen úr Fuglafjarðar Svimji-
felag, og Kristian Olsen úr
Ægir í Klaksvík.
Hetta er samstundis liður
í
fyrireikingunum
til
Oyggjaleikirnar, sum verða
í Hetlandi í summar. Higar-
til hava omanfyrinevndu
svimjarar klára kravtíðirnar
til Oyggjaleikirnar.
Kappingin er skipa í
tveimum bólkum, 16ár og
eldri, og 15ár og yngri.
Sigast kann at tann eini
bretin ið kemur at luttaka
hevur bretskt met í 1500 frí
svimjing, og luttók hann til
OL2004,
eisini
verður
norska Theresa Alshammer
ið somuleiðis luttók til OL
síðsta ár við í kappingini í
Reykjavík, so tað má sigast
at støði verður høgt.
Andrass Thomsen verður
verandi í Íslandi eftir kapp-
ingina, hann hevur gjørt
avtalu við svimjifelagið
Ægir í Reykjavík, og kemur
hann næstu mánaðirnar at
venja hjá Íslendska Ung-
dómslandsliðsvenjaranum,
í fyrsta umfarið fram til FM
í svimjing sum verður í
mai.
Aðrir føroyskir svimjarar
hava fyrr roynt seg hjá
Ægir í Reykjavík við góð-
um úrslitum, talan er um
Kristian Martin Joensen og
Dia Jacobsen.
Ferðalagið fer til Íslands
fríggjadagin 28 januar og
koma tey aftur mánadagin
31 januar.
Úrslit og støður
1. deild
8. umfar
Hvalvík
Klaksvík
0,5-3,5
Rógvi W. Rasmussen
Heini Olsen
0,5-0,5
Finnbjørn Zachariassen
Ólavur Simonsen
0-1
Martin Brekká
Finnbjørn Vang
0-1
Kári Petersen
Rani Nolsøe
0-1
Toftir
Vestmanna
Útsettur
Kollafjørður
Havnin
0,5-3,5
Hans Kristian Simonsen Martin Poulsen
0-1
Torbjørn Thomsen
Olaf Berg
0,5-0,5
Eyðálvur Johannesen
Bogi Ziska
0-1
Bernhard Thomsen
Helgi D. Ziska
0-1
Støðan
1. Klaksvík
24,5
2. Havnin
22,0
3. Hvalvík
16,0
4. Kollafjørður
12,5
5. Vestmanna
12,0
6. Toftir
4,0
GG: Vestmanna og Toftir hava leikt ein dyst færri enn
hini liðini
Klaksvíkingar hava
undanvind
Fimm føroyingar til Reykavíkar
Elspa Mørkøre hevur
veruliga gjørt um seg
seinastu tíðina, og hon er við
á liðnum, sum nú skal royna
seg í Reykjavík