týsdagur 25. januar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 25. januar 2005
21
58 og
ikki
87
Einki er at ivast í, at
stóri sigurin hjá VB
kann gerast gull verdur.
Sum støðan er í løtuni,
so er javnt í stigum
millum oddaliðini bæði,
og skal roknast í málum,
so er VB væl betri fyri.
Stigatalvan sigur, at VB
hevur heili 169 mál í
yvirskoti
á
kontini,
meðan talið hjá Stjørn-
uni er 82. Altso ein
munur á 87 mál.
Heilt so stórur er veru-
ligi munurin tó ikki.
Stjørnan hevur nevnliga
vunnið tann eina dystin
móti
botnliðnum,
Tjaldri, uttan dyst, og tí
gerst málmunurin nakað
misvísandi.
Kappingarreglurnar
siga, at um lið tapir utt-
an dyst, og at hesin
dystur kann fáa avger-
andi ávirkan á enda-
støðuna, so skulu dyst-
irnir hjá hesum liði ikki
teljast við, tá mál-
munurin verður upp-
gjødur.
Tilsamans hevur VB
vunnið 59 mál móti
Tjaldri, meðan talið hjá
Stjørnuni er 20. Tað vil
siga, at stendur á jøvn-
um, so skulu hesi málini
dragast frá. Hóast hetta,
so er iki nakar ivi um, at
VB hevur ein væl betri
málmun enn Stjørnan.
Dystirnir móti Tjaldri
undantiknir, so hevur
VB 58 mál at geva av í
mun til Stjørnuna, og
tað er nú ikki so lítið.
Og tá 32 av hesum 58
stava
frá
dystinum
sunnudagin, hava tey í
Vági alla orsøk at fegn-
ast um júst tað úrslitið.
-jm
Eitt sera uppsett KÍF-
lið tók øll á bóli
sunnudagin, tá ið teir
vunnu ein tryggan
sigur á oddaliðnum
VÍF í Vestmanna
ATLANTIC AIRWAYS-
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Oddaliðið undan vikuskift-
inum VÍF tapti heldur
óvæntað á heimavølli fyri
kollfirðingum sunnudagin,
og um vestmenningar ætla
sær í steypafinaluna, noyð-
ast teir at taka annað skinn
um bak, tá ið Kyndil kemur
á vitjan í Vestmanna miku-
kvøldið.
Ágrýtnir kollfirðingar
Tað gekk annars eftir ætlan
hjá VÍF fyrstu løtuna av
dystinum, og um miðjan
fyrra hálvleik var heimaliðið
á odda við trimum málum,
men so segði KÍF stopp.
Við einum sera væl upp-
løgdum Regin Petersen á
odda otaðu teir seg inn aft-
ur á vestmenningar, og
tíggju minuttir fyri hálvleik
løgdu teir seg á odda, og
VÍF megnaði ongantíð aft-
ur í dystinum at koma upp á
javnt.
Kollfirðingar vóru ann-
ars skerdir, longu tá ið
tíggju minuttir vóru farnir
av dystinum. Tá fekk ein av
lyklaleikarunum hjá KÍF,
Gert Hansen, beinleiðis
reytt kort. Áki Olsen var
við ferð á veg fram eftir
vøllinum, tá ið Gert kom
tuskandi aftaná honum.
Gert togaði í Áka aftanífrá,
og dómarin metti, at hann
eisini slerdi Áka í andlitið,
og reyða kortið var beinan
vegin havt á lofti.
Hetta tóktist tó ikki nerva
kollfirðingar nakað serligt,
og móti tunnu verjuni hjá
vestmenningum høvdu fót-
fimu leikararnir hjá KÍF
lætt spæl. Sum nevnt var
tað serliga landsliðsleikarin
Regin Petersen, sum var í
rætta hýrinum, og tá ið
verjan hjá VÍF var so gávu-
mild, langaði hann bóltin
ferð aftaná ferð í meskarnar
aftan fyri Dejan Lacok í
málinum hjá VÍF. At loyva
einum manni sum Regin at
sleppa heilt inn til 3-met-
urin, uttan at hann verður
taklaður, er ikki serliga
skilagott, tí hann hevur eitt
gott avsett, og skotið hjá
honum er neyvt og hart.
Rótut spæl
Dysturin var ongantíð ser-
liga væl spældur. Kollfirð-
ingar spældu í sínum eyð-
kenda stíli við fullari ferð,
har tað snýr seg meiri um at
berja seg ígjøgnum verjuna
hjá mótstøðuliðnum heldur
enn at spæla seg ígjøgnum
hana. Tá ið so verjan hjá
VÍF virkaði so illa, sum
hon gjørdi sunnudagin, so
gevur tað eisini úrslit.
Í hinum endanum var tað
trupult hjá vestmenningum
at fáa gongd á nakað veru-
ligt álopsspæl, tí kollfirð-
ingar
vardu
so
mikið
frammalaga. Í veruleikan-
um nýtti KÍF verjuskipan-
ina 3-3, har teir høvdu
tríggjar mans frammi á
bakkunum og spælskipar-
anum hjá VÍF. Tað merkir
so, at tað fyri tað mesta eru
vengurnir og strikuspælar-
in, sum spælið koyrir
ígjøgnum, og tá er ringt at
fáa nakað rútmu í spælið.
Ágrýtna spælið hjá koll-
firðingum gav eisini úrslit,
tí VÍF fann ongantíð stevið.
KÍF legði seg á odda við
trimum málum, tá ið fyrri
hálvleikur leið móti endan-
um, og síðani hildu teir
tørn, tað ið eftir var av dyst-
inum. Tað tættasta, ið VÍF
var gestunum, var trý mál,
men sigurin hjá KÍF tóktist
ongantíð at verða í vanda.
Sjálvt um bæði Eli Müll-
er og Daniel Rapa gjørdu
come-back á liðnum í
seinna hálvleiki sunnudag-
in, var hetta ikki nóg mikið
til at venda gongdini, og
VÍF noyddist at boyggja
seg fyri grannunum úr
Kollafirði.
Uppreisn
mikukvøldið
Tað er nokk einki yvir at
dylja, at ósigurin fyri KÍF
sunnudagin, var eitt sindur
eyðmýkjandi fyri vest-
menningar, og eingin ivi er
um, at teir ætla sær upp-
reisn mikukvøldið, tá ið
Kyndil kemur norð.
Onkur helt fyri, at tað
sunnudagin sá út til, at
tankarnir hjá vestmenning-
unum longu vóru farnir at
snúgva seg um hálvfinal-
una móti Kyndli, har vest-
menningar hava tað betru
útgangsstøðuna, tí at teir
vunnu við einum máli í
Havn.
Hinvegin tóktist Kyndil
verða væl fyri, tá ið teir
sunnudagin bastu H71 á
Hálsi, og í mun til fyrru
hálvfinaluna, hava havnar-
menninir nú bæði Janus
Einar Sørensen og Høgna
Klein við aftur á liðnum
ávíkavist
leikbann
og
stuttan skaðasteðg.
Skulu
vestmenningar
gera sær nakrar sum helst
tankar um at koma í final-
una, er tað neyðugt hjá
teimum, at teir fáa skil á
verjuna hjá sær, sum í fleiri
dystum í ár hevur víst seg at
verða í so tunn.
Kollfirðingar eru hin-
vegin úti av steypakapping-
ini, og teir kunnu tey seta
afturá í nakrar dagar og
njóta sigurin á VÍF, sum
harvið misti oddasessin til
Kyndil.
VÍF-KÍF 26-31(13-16)
VÍF: Harald Bjørgvin 6,
Áki Olsen 6(1), Sámal Jo-
ensen 4, Agnar Joensen 3,
Áki G. Olsen 2, John Zach-
ariassen 2, Ingi Olsen 2,
Jákup Súni Andreasen 1
KÍF: Regin Petersen 11(1),
Rógvi Weihe 7, Jóan Pauli
Olsen 4, Eddie H. Joensen
3, Teitur Joensen 3, Mirko
Milenkovic 2, Petur Martin
Poulsen 1
Brotskøst: VÍF 1(1), KÍF
3(1)
Útvísingar: VÍF 3, KÍF 3
Diskvalifikatión: KÍF 1
Dómarar: Sámal Hansen
og Kristjan Johansen
VÍF-KÍF 26-31(13-16):
Kollfirðingar rendu VÍF um koll
Kollfirðingar stríddust. Tað gloymdu vestmenningarnir, og so endaði alt við, at oddaliðið varð koppað av ovastu rók