Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 16 - 25. januar 2005 Tjaldur-StIF 13- 33: Stórsigur til stranda- kvinnur Kvinnuliðið hjá StÍF tryggjaði sær leygardagin tann fyrra av tveimum sigrum um viku- skiftið SUNSET- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo StÍF vann sum væntað útidystinum móti grann- unum hinumegin fjørðin úr Tjaldur leygardagin. Strandakvinnur vunnu ein trivaligan sigur við ikki færri enn 20 málum fleiri enn vertirnir úr Runavík. Úrslitið av dystinum gjørdist 33-13 til StÍF. Fingu fult í tveimum dystum Sigurin á Tjaldur leyg- ardagin var tann fyrri av teimum sigrum hjá StÍF um vikuskiftið. Eins og VB noyddust tær í StÍF á vøllin bæði leygar- dagin og sunnudagin, og eins og vágskvinnur fekk StÍF fulla úrtøku burtur úr báðum roynd- unum. Harvið hevur StÍF lagt seg nakað fram um næstaftasta liðið Kyndil, sum tær bastu á Skála sunnudagin (sí annars umrøðu aðrastaðnis í blaðnum). Tíverri hava vit ikki fingið nakran dómara- seðil sendandi úr Runa- vík, og tí ber ikki til hjá okkum at gera eitt yvir- lit yvir málskjúttar, brotskøst, útvísingar og annað. StÍF vann stórsigur, tá tær leygardagin vitjaðu í Runavík Mynd: Álvur Haraldsen Neistamenn vóru bert ein lítlan minutt frá at tryggja sær tvey kærkomin stig, tá ið teir sunnudagin vitj- aðu strandingar í høllini á Skála ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var líka við og næstan hjá Neistanum á Skála sunnudagin. Havnarliðið, sum liggur á aftasta plássi í fremstu mansdeildini, var á odda við tveimum málum, tá ið minni enn ein minuttur var eftir at leika. Tað eydn- aðist tó strandingum at skora tvey mál í allarsein- astu løtu, soleiðis at StÍF fekk tryggjað sær, at annað stigið bleiv verandi eftir á vestara armi á Skálafjørð- inum. Rótutur dystur Hesi bæði liðini, StÍF og Neistin, hava størsta partin av kappingarárinum ligið og stríðst í niðaru hálvu av stigatalvuni, men í seinast- uni hava strandingar tikið seg nógv fram, og teir hava bitið rættuliga frá sær. Í steypakappingini hevur StÍF góð kort á hondini, nú teir í annaðkvøld skulu spæla seinnu hálvfinaluna á heimavølli móti H71. Fyrru hálvfinaluna í Hoy- vík vunnu teir við einum máli, so útlitini fyri at røkka enn einari steypafin- alu eru góð hjá stranding- um í ár. Neistin hevur hinvegin havt tað trupult í hesum kappingarárinum. Fyri góðari viku síðani vóru tó nakrir glottar at hóma, tá ið teir góvu vestmenningum ein skarpan gang í høllini á Hálsi, og sunnudagin vóru teir beinleiðis óhepnir ikki at fáa bæði stigini við sær aftur til Havnar. Dysturin á Skála var ann- ars rættuliga rótutur, og tað var langt millum tey góðu væl gjøgnumspældu álopini hjá báðum partum. Í flestu førum var talan um ein- mansavrik, har serliga góðu skjúttarnir hjá liðunum báðum gjørdu vart við seg. Sera tætt Tað var allatíðina rættuliga javnt millum liðini í dystin- um. Tó kundi tað viðhvørt verða so, at annað liðið fekk upp í fýra mál á rað, men mótstøðuliðið var skjótt at svara aftur. Serliga var tað havnarliðið, ið hevði leiðsluna fyri steðg- in, men StÍF slapp ongantíð endanum. Til dømis var Neistin miðskeiðis í fyrra hálvleiki á odda við trimum málum, men tað tók bert eina lítla løtu, so vóru strandingar komnir upp á javnt aftur. Strandingar hava altíð verið kendir fyri ein framúr góðan stríðsvilja, og sunnu- dagin prógvaðu teir enn einaferð, at hann ikki er farin í søgubøkurnar. Dramatiskur endi Í seinna hálvleiki var dystargongdin tann sama sum fyri steðgin. Sum oft- ast var tað rættuliga javnt, men viðhvørt hevði Neistin at fara frá StÍF, sum tó megnaði at svara aftur hvørja ferð. Móti endanum av dystin- um sá tað tó út til, at Neistin fekk gjørt ein enda á teimum seinastu dreym- unum hjá heimaliðnum um stig, tí einans slakar fýra minuttir fyri leiklok var havnarliðið á odda 24-20! Hendan leiðslan vísti seg tó ikki at verða nóg mikið hjá Neistanum, tí teir mistu fullkomiliga høvdið sein- astu løtuna. Strandingarnir bardust sum úlvar á skóg, sjálvt um tey allarflestu høvdu av- skrivað møguleikarnar hjá teimum fyri at fáa stig. Neistamenninir gjørdust frustreraðir av ágrýtnu strandingunum, og seinastu fimm minuttirnar av dyst- inum fekk havnarliðið ikki færri enn fimm útvísingar. Við ágrýtnum verjuspæli stressaðu strandingar neistamenn, sum gjørdu fleiri óneyðug mistøk sein- astu løtuna, og heimaliðið var skjótt at revsa í hinum endanum. Teir tóku seg inn á Neistan, men tá ið Alex- andur Johansen misnýtti eitt brotskast við støðuna 24-22, og minni enn ein minuttur var eftir at spæla, tóktist tann seinasta vónin hjá heimaliðnum at slókna. Men sum so mangan verður tikið til, so er einki avgjørt, fyrr enn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð, og tað kunnu so bæði strandingar og neistamenn skriva undir uppá, at so er. StÍF og Leivur Justinussen megnaði nevnliga at skora tvinni mál seinastu sekund- ini, soleiðis at tað endaði við javnleiki 24-24, og tað er einki at siga til, at tað var stór frøði á strandingum, at tað eydnaðist teimum at tryggja sær annað stig í evstu løtu. Neistamenninir hinvegin vóru vónbrotnir um bert at fáa annað stig burtur úr einum dysti, sum teir áttu at havt vunnið. StÍF-Neistin 24-24(14- 14) StÍF: Leivur Justinussen 7(1), Alexandur Johansen 6(3), Sveinur Justinussen 6, Jón Rasmussen 2, Borgar Danielsen 1, Artur Johan- sen 1, Bárður Danielsen 1 Neistin: Damir Oros 8(1), Áki Mørk 6, Blagoje Buha 4(1), Ólavur Brimnes 3, Rani Slættanes 1, Jón Lud- vík 1, Trondur Kragesteen 1 Brotskøst: StÍF 6(4), Neistin 2(2) Útvísingar: StÍF 5, Neistin 10 Dómarar: Kristian og Karstin Joensen StÍF-Neistin 24-24(14-14): Neistin misti á stokkinum Hóast teir vóru aftan fyri 20-24 stutt undan leikloki, so eydnaðist StÍF at vinna sær eitt stig, tá Neistin vitjaði sunnudagin