Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 25. januar 2005 23 Eitt styrkt VÍF-lið gjørdi uppgávuna hjá neistakvinnunum truplari enn væntað var. Nicolina Eyð- bjørnsdóttir var fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum at síggja á liðnum hjá vestmannakvinnum SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo VÍF hevði styrkt seg við Nicolinu Eyðbjørnsdóttir og Alis Høghamar til dystin móti Neistanum í Havn sunnudagin, og við eitt sindur av hepni hevði tað kanska eisini eydnast VÍF at fingið okkurt burtur úr dystinum. Gott undirhald Teir okkurt um hálvtannað- hundrað áskoðararnir, ið høvdu leitað sær niðan í høllina á Hálsi til dystin millum Neistan og VÍF, fingu gott undirhald fyri pengarnar. Dysturin var í løtum heilt væl leiktur, og nógv góð mál vóru eisini. VÍF legði bragdliga fyri, og tær løgdu seg eisini á odda tíðliga í dystinum. Nicolina Eyðbjørnsdóttir, sum er komin aftur eftir hondbóltsuppihaldi í Spania, var sum áðurnevnt aftur at síggja á VÍF-lið- num, og hon gjørdi beinan vegin vart við seg. Av teim- um seks málunum, sum VÍF fekk fyrsta korterið, skeyt hon tey trý. Tá var støðan 6-4 til VÍF. Í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki kom heimaliðið meira fyri seg, meðan gest- irnir úr Vestmanna steðg- aðu upp eina løtu. Hetta førdi við sær, at Neistin frá at verða aftan fyri við tveimum málum, bráddliga legði seg á odda við fýra málum, áðrenn farið var til hálvleiks. Manuela stóð væl VÍF tók seg inn aftur á Neistin beint eftir steðgin, men hvørji ferð at tær vóru nær við, fekk heimaliðið svarað aftur. Vestmanna- kvinnurnar vóru eisini eitt sindur óhepnar hesa løtuna, tí marginalarnir vóru ikki við teimum. At tað gekk striltið hjá Neistanum at fáa lagt seg avgerandi á odda í dystin- um, var eisini málverjanum hjá VÍF, Manuelu Stan, fyri at takka. Manuela stóð ein sera góðan dyst, og hon hevði fleiri góðar bjarging- ar frá púra leysum neista- leikarum. Tað eydnaðist Neistanum at halda seg framman fyri VÍF, og tá ið teir 60 minutt- irnir vóru farnir aftur um bak, stóð tað 27-23 til Neistan á máltalvuni. Har- við heldur Neistin fast í bronsuplássinum, nú farið verður undir endaspælið. Hinvegin kann staðfest- ast, at nú VÍF hevur styrkt sær um liðið, man lítið verða at ivast í, at tær fara geva hinum liðunum dygg- ari mótstøðu og fara óivað at fáa fleiri stig til høldar. Neistin-VÍF 27-23(13- 9) Neistin: Simona Petersen 11(6), Ása á Neystabø 6, Annika Thomsen 3(1), Marjun Tróndarson 2(1), Lív Sørensen 2, Mildrið Jacobsen 1, Jórun Ludvig 1, Unn Kragesteen 1 VÍF: Ioana Rapa 9(2), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4(1), Fríða Marjunardóttir 4(1), Finngerð Jensen 3, Eyðrit Andreasen 2, Linda Johannesen 1 Brotskøst: Neistin 10(8), VÍF 5(4) Útvísingar: Neistin 2, VÍF 3 Dómarar: Heri Petersen og Brandur Johansen Við at vinna á H71, samstundis sum VÍF snávaði í Vestmanna, stríddi Kyndil seg sunnudagin upp aftur á oddasessin í Atlan- tic Airways-kapping- ini ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo H71 hevur leingi verið ónda marran hjá Kyndli, men nú hava teir grønu úr Havn vunnið á hoyvíking- um tvær ferðir á rað í lands- kappingini, so nú halda tey flestu Kyndla-viðhalds- fólkini, at H71-kompleksið er farið í søguna. Skjótt spæl Tað tóktist sum um, at bæði liðini høvdu avtalað, at bestu ráðini vóru at spæla sera skjótt. Undir øllum umstøðum var tað soleiðis fyrstu løtuna, at tað gekk ómetaliga skjótt úr enda í annan, og liðini vóru ógvu- liga skjótt at royna seg við skotum upp á mál. Sjáldan sást tú, at annað liðið líka setti ferðina niður og spaku- liga koyrdi bóltin runt í álopinum, áðrenn roynt var við onkrari álopsskipan. Kyndil legði seg beinan vegin fram um hoyvíkingar, og teir hildu seg framman fyri gestirnar allan dystin. Eftir at tað hevði staðið á jøvnum 4-4, tá ið slakir tíggju minuttir vóru leiktir, fór Kyndil frá H71, sum ongantíð kom upp á javnt aftur. Seinastu dystirnar hevur Høgni Klein ikki verið at sæð á Kyndlaliðnum, men sunnudagin var hann við aftur, og tað gjørdi góðan mun. Høgni skeyt fýra av málunum hjá heimaliðnum fyrsta korterið, men bleiv síðani spardur rættuliga nógv, tí at hann ikki er komin heilt fyri seg eftir skaðan í fótinum, sum hann fekk í landskappingardysti á Skála. H71 hevði hvørki Niels Viggo Niclasen ella Birgir Kass við í hópinum sunnu- dagin. Hví Niels Viggo ikki var við, eydnaðist okkum ikki at fáa uppspurt, men Birgir hevur boðað frá, at hann er givin við hondbólti á høgsta støði, tí at hann er so nógv upptikin av sínum arbeiði. Eftir farna vikuskifti, tá ið H71 var fyri ósigri móti strandingum í Hoyvík, skrivaðu vit, at spælið hjá hoyvíkingum vísti seg at koyra nógv betur, tá ið leik- andi venjarin, Henrik Gerster, helt seg uttan fyri vøllin. Um Gerster hevur tikið okkara orð til eftir- tektar, skal verða ósagt, men stóri danin var í hvussu so er als ikki á vøll- inum sunnudagin. Breiddin og Johan Eitt skifti móti endanum av fyrra hálvleiki, sá H71 út til at fara hótta Kyndil aftur, men tá ið tað stóð eitt sind- ur á, vísti Finnur Hansson ábyrgd, og hann skeyt nøk- ur týðandi mál innan fyri nakrar fáar minuttir beint fyri hálvleik. Kyndil var á odda við fimm málum í hálvleikin- um, 18-13, og ein av høv- uðsorsøkunum til at tað gekk so væl hjá heimalið- num at halda seg fimm mál framman fyri H71, var tann, at Johan Danielsen í Kyndla-málinum spældi ein frálíkan dyst. Ferð aft- aná ferð bjargaði hann frá púra leysum hoyvíkingum, og serliga vengurnir hjá H71 høvdu ilt við at fáa bóltin framvið Johan. Eisini kostaði tað hoyvík- ingum dýrt, at teir misnýttu so nógv brotskøst. Fýra av sjey brotskøstum vóru brend, og tað er ov nógv. Harumframt var tað alt ov ofta, at Kyndil skoraði upp á returar, sum verjan hjá H71 ikki fekk fatur á. Beint eftir steðgin royndi H71 seg við at verja rættu- liga offensivt. Við einari so- nevndari 3-2-1 verjuskipan royndu teir at bróta rútm- una í álopsspælinum hjá Kyndli, og tað riggaði eisini eina løtu. Teir fingu minkað um munin niður í trý mál, og høvdu eisini møguleika til at minka niður í tvey mál, men gamli Kyndla- leikarin Sigtór Andreasen misnýtti brotskastið við støðuna 22-19 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Ein tann størsti munurin á liðunum báðum í dystin- um sunnudagin var óivað breiddin á liðnum. Kyndil hevur kanska landsins størstu breidd, og teir kunnu skifta nógv út á lið- num, uttan at liðið gerst veikari av tí sama. Til døm- is sótu menn sum Josef Abrahamsen, Jónleif Sól- sker og Rókur Akralíð á beinkinum, tá ið dysturin byrjaði. Hvussu við mikukvøldinum Mikukvøldið skulu bæði liðini aftur í eldin, tá ið seinnu hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini verða leiktar. Hoyvíkingar skulu inn á Skála at dystast við StÍF, sum vann fyrra dystin í Hoyvík við einum máli. Hetta verður uttan iva ein torfør, men ikki ómøgu- lig uppgáva hjá H71, sum noyðist at satsa upp á steypakappingina, um teir skulu vinna felagnum nakran heiður í ár. Kyndil skal eins og H71 spæla á útivølli mikukvøld- ið. Teir skulu norður til Vestmanna, har teir skulu dystast við arvafíggindar- nar úr VÍF, sum vunnu fyrra dystin í Havn við einum máli. Nú VÍF sunnudagin tapti fyri kollfirðingum, eru teir í Vestmanna uttan iva sera uppsettir til dystin mikukvøldið, tá ið teir fáa møguleika fyri at reisa seg aftur eftir óvæntaða ósig- urin fyri kollfirðingum. Kyndil-H71 30-23 (18-13) Kyndil: Jakob Jónsson 5(1), Høgni Klein 5(1), Finnur Hansson 5, Hans Áki Dal-Christiansen 4, Janus E. Sørensen 4, Ragnar Stakksund 3, Rókur Akralíð 2, Josef Abrahamsen 1, Jónleik Sólsker 1(1) H71: Piti Negru 9, Esbern Patursson 4, Halgir Dahl Olesen 4(1), Sigtór Andrea- sen 4(2), Johnny Durhuus 1, Høgni M. Joensen 1 Brotskøst: Kyndil 4(3), H71 7(3) Útvísingar: H71 6 Dómarar: Poli Hansen og Hartvig Joensen - Tóktust viðhvørt eitt sindur iva- samir í sínum avgerðum, og marginalarnir vóru avgjørt ikki til fyrimuns fyri hoy- víkingar. Hinvegin hevði teirra avrik onga ávirkan á úrslitið Kyndil-H71 30-23(18-13) Kyndil vann á H71 Neistin-VÍF 27-23(13-9): Truplari enn væntað Tað gekk ikki heilt so lætt, sum roknast kundi við, tá Neistakvinnur sunnudagin tóku ímóti VÍF