Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 16 - 25. januar 2005 Kvinnuliðið hjá StÍF vann ein tryggan sigur á Kyndli sunnudagin og syrgdi harvið fyri, at tær eru tvey stig framman fyri havnar- liðið, nú farið verður undir endaspælið SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tvey av niðaru liðunum í Sunset-kappingini hittust á Skála sunnudagin. StÍF og Kyndil hava ein stóran part av kappingarárinum ligið lið um lið, og vann Kyndil dystin sunnudagin, so var javnt á stigatalvuni millum hesi bæði lið, nú farast skal undir endaspælið. Javnt fyri steðgin Í fyrra hálvleiki gekk tað eisini rættuliga javnt á. Liðini fylgdust væl, og sjáldan var nakar serligur munur á máltalvuni. StÍF hevði eina leiðslu upp á trý mál nakrar ferðir, men hvørja ferð megnaðu gest- irnir úr Havn at svara aftur og koma upp á javnt. Tað hevur munað væl hjá Kyndli, at gamli stórskjútt- in hjá teimum grønu, Lotte Sørensen, er komin aftur á liðið, men sunnudagin var tað tó ikki nóg mikið, til at tær kundu fáa stig við sær aftur til Havnar. Eftir at tað hevði staðið á jøvnum 14-14 í steðginum, lat StÍF ongan iva verða um, hvat var betra liðið í seinna hálvleiki. Tað stóð á jøvnum 15-15, tá ið tríggir minuttir vóru leiktir eftir steðgin, men tók heimaliðið sær um reiggj, og næstu løtuna skoraðu tær fimm ferðir á rað, áðrenn Kyndil aftur vann vegin til meksarnar. Fýramálsleiðsl- an, sum StÍF tá hevði tilogn- að sær, var nóg mikið til at knekka Kyndil, og so hvørt sum hálvleikurin leið, øktist munurin millum liðini bara. Tað endaði eisini við einum trivaligum sigri til heimaliðið, sum vann 31- 23, og við sigrinum tryggj- aði StÍF sær, at tær hava fimm stig, tá ið farið verður undir endaspælið, meðan Kyndil verður standandi á trimum. StÍF-Kyndil 31-23(14- 14) StÍF: Poula D. Olsen 9, Rebekka Justinussen 6, Anna Danielsen 6, Súnfríð Jacobsen 5, Paula Høgne- sen 2, Rósa Johansen 2, Malan Petersen 1 Kyndil: Súsanna Petersen 8, Lotte Sørensen 6(3), Ann-Mari Wang 3, Randi Wardum 2, Linda Weihe 2, Anya Midjord 1, Kari-Ann Petersen 1 Brotskøst: Kyndil 3(3) Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 1 Dómarar: Kristian og Karstin Joensen Vágskvinnur høvdu tað trupult móti ein- um vælupplagdum Søljuliði, sum vitjaði í Vági leygardagin SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Um tað var tí, at tankarnir hjá VB-kvinnunum longu var farnir at leita sær til Klaksvíkar og oddadystin sunnudagin, ella orsøkin var onkur onnur, so gekk tað undir øllum umstøðum óvæntað striltið hjá VB at basa Søljuni í Vági leygar- dagin. Einmansherurin Nicoleta Dysturin byrjaði annars sum væntað. Eftir at tað hevði staðið á jøvnum 2-2, fór VB fram um, men Sølj- an hekk í, og tær fylgdu við vágskvinnum upp á 8-8. Heimaliðið fór síðani aftur frá gestunum, og VB var eitt skifti í fyrra hálvleiki á odda við fýra málum, men Søljan bleiv við at hanga í, og tað var ikki frítt, at fleiri av leikarunum hjá VB gjørdust eitt sindur frustrer- aðar av tí sama. Trý mál vóru á muni í hálvleikssteðginum, og tá ið VB fimm minuttir inn í seinna hálvleik legði seg á odda við fimm málum, væntaðu tey flestu, at nú var avgjørt, men so var ikki. Søljan ella einmansher- urin Nicoleta Radu Hansen vildi ikki sleppa VB, og tær svaraðu aftur so at siga hvørja ferð, at heimaliðið skoraði. Nevnast kann, at Nicoleta skeyt ikki færri enn átta av teimum 11 mál- unum, sum Søljan fekk eftir steðgin. Eftir at VB hevði verið á odda 19-14, gjørdi Søljan ein ordans vørr, og sjey minuttir seinni høvdu tær tikið seg so nógv inn aftur á vertirnar, at VB nú einans var á odda við einum máli, 20-19. Christina Holm gav síð- ani VB aftur eitt sindur av luft, tá ið hon við tveimum skjótum málum legði tær á odda 22-19, men framvegis fylgdi Søljan við, tí Nico- leta Radu Hansen gjørdi Christinu kynstrið eftir, og við tveimum brotskøstum innan fyri ein minutt, mink- aði hon um munin, so at støðan var 22-21, og aftur bert tað eina málið á muni. Christina skoraði síðani til 23-21, men Nicoleta svar- aði aftur, og so var 23-22! Stórskjúttin hjá VB, Daiva Tomaite, legði síðani heimaliðið á odda 25-22. Lina Andriulyte minkaði um munin til 25-23, og stutt eftir fekk Søljan brotskast, men hesaferð brendi Nico- leta, og tað var líkasum, at misnýtta brotskastið tók tað seinastu orkuna hjá vága- kvinnunum, tí seinastu fimm minuttirnar av dyst- inum vóru tær fyri ongum, og ístaðin fekk VB økt, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 28-23 til heima- liðið, og tey tølini siga lítið um, hvussu javnur dysturin í veruleikanum var. VB-Søljan 28-23(15- 12) VB: Daiva Tomaite 7(2), Aukse Vysniaskaite 7, Christina Holm 5(1), Mar- greth Augustinussen 4, Rannvá Augustinussen 2, Laila Jespersen 2, Sólrun Krosslá 1 Søljan: Nicoleta Radu Hansen 12(5), Lina Andriu- lyte 7, Heidi Maria Aksel- sen 3(2), Kristianna Peter- sen 1 Brotskøst: VB 4(3), Søljan 10(7) Útvísingar: VB 9, Søljan 4 Dómarar: Kristian og Karstin Joensen Dysturin millum Fleyr og Fram í meistaradeildini hjá monnum sunnudag- in gjørdist rættuliga spennandi FLOGBÓLTUR Terji Nielsen Tveir dystir vóru leiktir í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti sunnu- dagin. Annar dysturin var á Kambsdali, har heima- liðið ÍF fekk vitjan av før- oyameistarunum úr Mjøl- nir, og hin dysturin var í Gundadalshøllini í Havn, har tey bæði havnarfeløg- ini Fleyr og Fram hittust. Sannførandi sigur til klaksvíkingar Leikararnir hjá Mjølnir fingu ikki somu mótstøðu á Kambsdali hesaferð, sum teir fingu fyri lítlum ári síðani, tá ið teir í somu høll og móti sama liði tryggjaðu sær føroya- meistaraheitið 2004. Klaksvíkingarnir vóru væl betur enn fuglfirðing- arnir, sum als ikki tykjast hava somu styrki sum sein- astu nógvu árini. Mjølnir vann ein tryggan 3-0 sigur, og settúrslitini vóru 25-21, 25-12 og 25-23. Tað tykist sum um, at einasta liðið, sum kann koppa Mjølnir av FM- trónuni, er oddaliðið SÍ, sum hevði frí um viku- skiftið. Í løtuni hava sør- vingar munin á stigatalv- uni, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at ganga, tá ið júst Mjølnir og SÍ bresta saman í steypa- finaluni tann 12. febr. Fleyr dróg longra stráið Í Gundadalshøllini var sum áðurnevnt lokalupp- gerð millum Fleyr og Fram. Fleyr hevur verið rættuliga væl við í odda- stríðnum ein part av kapp- ingarárinum, meðan Fram, ið hevur mist onkran lyklaleikara til júst Fleyr undan hesum kappingarár- inum, hevur havt tað heldur truplari. Serliga tað fyrsta og triðja settið vóru ser- stakliga spennandi. Fleyr vann dystin 3-1, men okk- urt av settunum var tungt at fáa til høldar. Til dømis var neyðugt at spæla heilt til 31 í fyrsta settinum, áðrenn tað eydnaðist Fleyr at vinna settið, og í triðja settinum var spælt heilt til 32, áðrenn Fram vann tað settið. Hini bæði settini vann Fleyr tó rættuliga trygt, og tískil vunnu teir dystin 3-1. ÍF-Mjølnir: 0-3 (21- 25, 12-25 og 23-25) Fleyr-Fram: 1-3 (31-29, 25-17, 30-32 og 25-19) Bæði oddaliðini í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti vunnu sínar dystir um vikuskiftið FLOGBÓLTUR Terji Nielsen Tveir dystir vóru í meist- aradeildini hjá kvinnum í flogbólti um vikuskiftið. Tey bæði oddaliðini, TB og Mjølnir, vóru bæði tvey á útivølli. Óvæntað trupult hjá TB Á pappírinum høvdu bæði Mjølnir og TB lættar dystir, sum tær væntandi fóru at vinna lætt, men eitt er, hvussu tað sær út á pappírinum, og eitt annað er, hvat veruleikin sigur. Mjølnir var á vitjan hjá ÍF á Kambsdali, og her gjørdu føroyameistararnir úr Klaksvík sína skyldu og vunnu dystin 3-1. Fuglfjarðakvinnur góvu annars gestunum ein hvøkk, tá ið tær løgdu fyri við at vinna fyrsta settið greitt, 25-14, men so tók Mjølnir annað skinn um bak og vann trý tey næstu settini. Settúrslitini á Kambsdali vóru hesi 25- 14, 21-25, 22-25 og 23-25. TB var og vitjaði SÍ í Sørvági, og tað gjørdist ein nógv meiri spennandi dystur, enn nakar helst hevði væntað. SÍ hevur tað trupult sum uppflytarar í meistaradeildini, men sunnudagin prógvaðu tær yvir fyri TB, at tær saktans kunnu verða við. Unga manningin hjá sørvingum gav TB harða mótstøðu frá fyrsta bólti, neyðugt var við fimm settum, áðrenn TB hevði tryggjað sær bæði stigini við suður aftur um Suðuroyarfjørð. Tvørakvinnur vunnu fyrsta settið tepurt 25-23, og síðani vann heimaliðið tvey tey næstu 25-22 og 25-20. Í fjórða settinum lat TB ongan iva verða um, at tær ætlaðu sær sigurin og vunnu 25-11. Tískil var neyðugt við javnbrótara, og hann vann TB sannfør- andi 15-6 og fekk harvið tryggja sær bæði stigini. ÍF-Mjølnir 1-3 (25-14, 21-25, 22-25 og 23-25) SÍ-TB 2-3 (23-25, 25-22, 25-20, 11-25 og 6-15) Gekk striltið hjá TB StÍF-Kyndil 31-23(14-14): Stigini vórðu verandi Eftir at liðini høvdu leikt javnt í Havn, lótu tær hjá StÍF ongan iva vera um úrslitið hesaferð VB-Søljan 28-23(15-12) Stóð nógv á hjá VB Spennandi lokaluppgerð