Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 25. januar 2005 25 3. deildarliðið hjá H71 setti leygardagin málmet, tá ið teir vunnu heili 72-37 á kollfirðingum. Lands- liðsleikarin í fótbólti, Jákup á Borg, skeyt ikki færri enn 28 mál fyri hoyvíkingar. MÁLMET Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað man verða sjáldan, at tað ikki er nóg mikið til at vinna ein dyst, tá ið eitt lið hevur skorað 37 mál. 3. deildarliðið hjá KÍF sko- raði heili 37 mál móti H71 leygardagin, men hóast nógvu málini, so noyddust kollfirðingar at leggja rygg til eitt stórtap, tí mótstøðu- menninir úr Hoyvík skor- aðu 72 ferðir. Tilsamans vóru tað tískil skorað heili 109 mál í dystinum, og tað er óivað met fyri flest mál í einum dysti í vaksna- mannadeildunum í føroysk- ari hondbóltssøgu. Jákup fekk 28 mál Óivað er tað eisini met, at eitt lið skorar 72 ferðir í einum dysti. Vit hava roynt at spurt okkum fyri hjá fólki, ið hava gott innlit í føroyska hondbóltssøgu, og eingin teirra minnist nakað til slíkt málgildi áður. Føroyski landsliðsleik- arin í fótbólti, Jákup á Borg, royndi seg í fjør á besta liðnum hjá hoyvík- ingum ein stóran part av kappingarárinum, men í ár hevur hann valt at taka sær av løttum á triðbesta lið- num, sum eisini verður nevnt "fótbóltsliðið", tí fleiri aðrir fótbóltsspælarar teljast millum leikararnar hjá 3. deildarliðnum hjá H71. Í dystinum móti KÍF leygarkvøldið slapp Jákup av álvara at "folda seg út", og hann skeyt heili 28 mál. So vítt sum vit hava frætt, er hetta eisini met fyri flest skorað mál av einum leik- ara í einum dysti í vaksna- mannadeildunum. Skomm ella bragd? Fleiri vilja verða við, at tað er stór skomm, at tað skal verða so stórur munur á tveimum liðum í vaksna- mannadeildunum í hond- bólti, men spurningurin er, hvat kann gerast við tað. Hondbóltslógirnar loyva ikki, at dómararnir kunnu blása dystin av, tí at talan gerst um so stóran mun, at tað er ósportligt. Tað kann man annars gera í øðrum ítróttargreinum. Sjálvsagt er tað væl klár- að av H71 at fáa so nógv mál, men kollfirðingar fingu eisini nógv mál. Sum skilst valdu hoyvíkingar at eitt skifti bert at hava tríggjar mans í verjuni, meðan hinir tríggir útileik- ararnir stóðu frammi á miðjum vølli og bíðaðu eftir, at KÍF antin skoraði ella misti bóltin. So kundu liðfelagar teirra gera skjótt av og senda bóltin fram til offensivu menninar, sum síðani høvdu lætt við at renna einsamallir móti neyðars málverjanum hjá KÍF. Um H71 hevði spælt við øllum seks monnunum í verjuni, so hevði KÍF neyv- an fingið eins nógv mál, men tað høvdu hoyvíkingar allarhelst heldur ikki, og so fingu vit onki met. Undir øllum umstøðum so kann staðfestast, at slík úrslit ikki eru góð reklama fyri hondbóltin, og at HSF eigur at umhugsa, hvussu man kann fyribyrgja, at so stórur munur er á liðum. Hondbóltsstøður vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 14 13 - 0 - 1 442 273 169 26 2 Stjørnan 14 13 - 0 - 1 347 265 82 26 3 Neistin 14 10 - 0 - 4 398 302 96 20 4 Søljan 14 8 - 0 - 6 384 325 59 16 5 VÍF 14 5 - 0 - 9 328 328 0 10 6 StÍF 14 4 - 1 - 9 315 363 -48 9 7 Kyndil 14 2 - 1 -11 269 392 -123 5 8 Tjaldur 14 0 - 0 -14 221 456 -235 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 3 2 - 0 - 1 391 313 78 12 2 VÍF 3 2 - 0 - 1 392 352 40 12 3 KÍF 3 2 - 0 - 1 332 357 -25 8 4 StÍF 3 2 - 1 - 0 349 377 -28 8 5 H71 3 0 - 0 - 3 377 389 -12 5 6 Neistin 3 0 - 1 - 2 354 407 -53 4 Máltindarnir Kvinnur Nicoleta Radu Hansen Søljan 147 (20) Daiva Tuomaite VB 131 (49) Ioana Rápa VÍF 123 (30) Simona Petersen Neistin 105 (26) Lina Andriulyte Søljan 89 (12) Aukse Vysniaskaite VB 81 (4) Randi Wardum Kyndil 80 (15) Rebekka Justinussen StÍF 69 (9) Sunfríð B. Jacobsen StÍF 68 (25) Marjun Tróndarson Neistin 63 (10) Heidi Maria Akselsen Søljan 62 (5) Rannvá Augustinussen VB 60 (1) Poula D. Olsen StÍF 59 Ása Dam á Neystabø Neistin 58 (2) Katarina Stepanov Stjørnan 54 (7) Menn Ingi Olsen VÍF 92 (23) Damir Oros Neistin 87 (18) Halgir D. Olesen H71 84 (8) Sveinur Justinussen StÍF 81 (7) Piti Negru H71 74 (5) Áki Mørk Neistin 74 (7) Agnar Joensen VÍF 71 (2) Leivur Justinussen StÍF 67 (9) Regin Petersen KÍF 66 (5) Josef Abrahamsen Kyndil 65 (12) Jakob Jónsson Kyndil 61 (2) Henrik Gerster H71 61 (6) Høgni Klein Kyndil 55 (3) Alexandur Johansen StÍF 55 (18) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 49 (7) H71 vann 72-37! Av teimum 72! málunum, sum hoyvíkingar skutu, gjørdi Jákup á Borg ikki færri enn 28. Tað munnu vera fáir spælarar, sum kunnu gera honum hetta eftir Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 12 11 - 1 34 8 26 13 2 TB 12 10 - 2 30 15 15 11 3 Dráttur 12 6 - 6 27 21 6 8 4 ÍF 12 5 - 7 18 21 -3 6 5 KÍF 12 4 - 8 14 27 -13 4 6 SÍ 12 0 - 12 5 36 -31 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 9 8 - 1 25 8 17 16 2 Mjølnir 9 7 - 2 23 10 13 14 3 Fleyr 10 6 - 4 22 16 6 12 4 ÍF 10 2 - 8 9 26 -17 4 5 Fram 10 1 - 9 9 28 -19 2 Flogbóltsstøður