týsdagur 25. januar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 16 - 25. januar 2005
Óheftir løgfrøðingar
og andstøðan ákæra
stjórnina hjá Anders
Fogh Rasmussen fyri
at misnýta embætis-
menn í valstríðnum
eftir, at fíggjarmála-
ráðið hevur roknað
uppá ætlanina hjá
Javnaðarflokkinum
Made in Denmark.
Fogh heldur fast við,
at einki skeivt er farið
fram
FÓLKATINGSVAL
Marjun Dalsgaard
Arbeiði
skuldi
bjarga
Lykketoft, men fáar dagar
inni í valstríðnum vóru
yvirskriftirnar í Jyllands-
postinum og Børsen, at
milliardir vænta í, fyri at
ætlanin Made in Denmark,
ið skal skapa 50.000 nýggj
størv yvir fimm ár, kann
lata seg gera.
Útrokningarnar koma frá
fíggjarmálaráðnum hjá VK
stjórnini, og nú hevur
danski Javnaðarflokkurin
klaga stjórnina til fólka-
tingsins umboðsmann fyri
misnýtslu
av
embætis-
monnum í tænastu. Men
einki skeivt er farið fram,
sigur Anders Fogh Rasmus-
sen. Hann leggur aftrat í
einum tíðindabrævið, at nú
heldur hann, at tað er uppá
tíðina, at tosað verður um
innihald heldur enn smá-
lutir og skjøl.
Anders Fogh Rasmussen
heldur fast við, at ongar út-
rokningar eru gjørdar eftir,
at
fólkatingsvalið
varð
skrivað út tann 18. januar.
Fogh er eisini lagdur undir,
at hava nýtt tøl frá hesum
somu útrokningum, tá ið
hann hitti mótstøðumannin,
Mogens Lykketoft í hólm-
gongu á sjónvarpsrásini
TV2 týskvøldið 18 januar.
Men hesum vísir hann
eisini aftur. Hesi tølini eru
roknaði út í sambandið við
skattaætlanina hjá Javnað-
arflokkinum frá 4. januar
og skjølini eru dagfest tann
14. januar, sigur Fogh.
Longu tveir dagar áðrenn
valið varð skrivað út, legði
Mogens Lykketoft fram
ætlanina Made in Den-
mark, og tí kundi fíggjar-
málaráðið rokna út, hvat
hon kostar. Hesir upplýs-
ingar eru síðan komnir í
hendurnar á fjølmiðlunum.
Óhóskandi valstíð
Fleiri serfrøðingar halda, at
tað er sera óhóskandi, at
fíggjarmálaráðið undir VK
stjórnini roknar uppskotið
hjá Javnaðarflokkinum eftir
fyri síðan at leka tað út til
fjømiðlarnar undir valstríð-
num.
Løgfrøðiliga
er
spurningurin, um fíggjar-
málaráðið hevur roknað
uppá uppskotið eftir, at
valið varð skrivað út, tí
einki virksemi eigur at vera
í ráðunum frá, at val er
skrivað út, til ein nýggj
stjórn tekur við. Tó heldur
løgfrøðingurin Claus Haag-
en Jensen, ið er professari á
lærda háskúlanum í Ål-
borg, at fíggjarmálaráð-
harrin Thor Pedersen undir
øllum umstøðum ikki átti at
hava sett útrokningar av
ætlanini í verk. Thor Peder-
sen hevur vitað, at valið fór
at verða skrivað út tveir
dagar seinni, og setir hann
tá embætismenn at rokna
eftir einum valuppskoti hjá
mótpartinum, er eingin ivi
um, at hann brúkar embæt-
ismenn í valstríðnum.
Javnaðarflokkurin vónar
nú, at viðgerðin av klaguni
verður liðug áðrenn 8.
februar. Stjórnin eigur í
øllum førum at almanna-
kunngera líknandi úrslit, tá
talan er um, hvussu ætlanin
hjá Vinstraflokkinum hong-
ur saman, sigur Pia Gjelle-
rup formaður í tingbólkin-
um hjá Javnaðarflokkinum.
Hon heldur ikki, at úrslitið
verður stórt øðrvísi, tí pen-
ingurin skal fáast til vega
yvir eina tíð, men hetta er
komið út á ein hátt, ið
skaðar valstríðið hjá Javn-
aðarflokkinum.
Marianne Jelved, for-
kvinna í Radikala Vinstra-
flokkinum heldur, at Bú-
skaparráðið átti at rokna út,
hvussu ymisku politisku
uppskotini kunnu innast út í
verki so sleppast kann
undan gitingum um, hvørt
útrokningar eru politiskar
ella ikki.
Arbeiði einasti
møguleiki
Fyrimunurin hjá Javnaðar-
flokkinum er, at útrokning-
in hjá fíggjarmálaráðnum
vísti eisini, at ætlanin Made
in Denmark skapar 25.000
nýggj størv yvir stutta tíð
og tí í prinsippinum riggar.
Ætlanin skal tryggja 50.000
nýggj størv yvir fimm ár og
100.000 yvir 10 ár. Millum
annað við at fyribyrgja at
ídnaðarstørvini flyta út í
heimin og við at skapa
nýggj størv innan tænastu-
vinnua. Hetta skal gerast
við lægri skattum á arbeiði,
við útbúgving, gransking
og viðlíkahaldi til dømis av
jarnbreytanetinum.
Mett varð í byrjanini av
valstríðnum, at um Lykke-
toft skal hava nakran møgu-
leika at vinna sessin frá
Fogh,
skal
valstríðið
snúgva seg um arbeiði. Á
hesum økinum hevur Javn-
aðarflokkurin teir fyrimun-
ir, at sosialdemokratiska
stjórnin basti arbeiðsloysin-
um í Danmark í 90’unum
við eini ætlan, sum Lykke-
toft stóð aftan fyri. Síðan
hevur VK stjórnin ikki
megnað at skapa nýggj
størv, hóast eitt av teirra
vallyftum í 2001 var 16.000
nýggj arbeiðspláss. Har-
aftrat vísa nýggj tøl, at
60.000 fleiri danir fáa
fíggjarliga veiting frá land-
inum enn undir Nyrup
stjórnini.
Niels Kjærgaard, fyrr-
verandi búskaparfrøðiligur
vísmaður, heldur ikki, at
politikkurin hjá VK stjórn-
ini kann skapa tey 60.000
størvini, sum stevnuskráin
hjá Vinstraflokkinum bygg-
ir á. Umfatandi nýskipan
skal til, tí einki bendir á, at
fólk verða longri á ar-
beiðsmarknaðinum ella, at
innflytarir í størri mun fara
í arbeiði, og hetta er tað,
sum stjórnin lovaði fór at
henda við sínum politikki.
Umfatandi nýskipan skal
til, og stjórnin hevur boðað
frá at eingin nýskipan verð-
ur á økinum, sigur Niels
Kjærgaard.
Fogh misnýtir embætismenn
í valstríðnum
Danski Javnaðarflokkurin
hevur klagað til fólkatingsins
umboðsmann eftir, at
fíggjarmálarráðið hevur
roknað eftir teirra ætlan,
Made in Denmark, og latið
upplýsingar til fjølmiðlarnar
um at ætlanin ikki ber seg.
Mynd: Símun J. Hansen