Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 17 - 26. januar 2005 Føroya Postfelag Aðalfundur Aðalfundur felagsins verður í HB-húsinum leygardagin 26. februar 2005, kl. 10.00 Dagsskrá sambært lógum felagsins. Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera send felagnum í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum – t.e. leygardagin 5. februar 2005. Nevndin Kunngerð Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað, og fer hetta fram: týsdagin tann 8. februar 2005. Fyri bygdirnar Skæling, Leynar, Stykkið og Kvívík, fer valið fram á kommunuskrivstovuni í Kvívík. Fyri bygdina Válin fer valið fram í Vestmanna. Atkvøðutíðin er frá kl. 9.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg,og verður tá valið lýst liðugt. Brævatkvøða: Veljarar, sum verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða bræv- atkvøðu, kunnu í seinasta lagi leygardagin 5. februar 2005 greiða brævatkvøðu, við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Heimaval: Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi leygardagin 5. februar 2005 við at boða kommunuskrivstovuni frá, helst innan kl. 15.00, ella valnevndini á tlf. 27 24 50. Brævatkvøður skulu vera valnevndini í hendi innan valið byrjar, kl. 9.00, týsdagin 8. februar 2005. Valkort: Valkort verða send við postinum og um per- sónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær val- kort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna. Mint verður á,at tygum eiga at hava valkortið við á val. Tann 24.januar 2005 Kvívíkar kommuna FO-340 Kvívík Tlf. 42 12 94 ella tlf. 21 02 94 Lærari til Kollafjarðar skúla Fyri lærara í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir lærara í tíðaravmarkað starv frá 7.februar til 30.juni. Talan er um fult tímatal. Lærugreinirnar eru: • handarbeiði í 4.-7. fl., • náttúra og tøkni í 4. og 5. fl., • danskt í 4. fl., • søga í 4. og 5. fl. • og 9 tímar vegna serligan tørv. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi fríggjadagin 28. januar. Nærri fæst at vita frá skúlaleiðaranum tlf. 421475. Kollafjarðar skúlastýri v/ Ben Arabo, form. á Oyrareingjum 110 FO-415 Oyrareingjum Fólkafloksfundur Fólkaflokkurin í Eysturoynni hevur fund í bygdarhúsinum í Leirvík mikudagin 26. jan. kl. 19.30. Anfinn Kallsberg og Óli Breckmann luttaka. Øll fólkafloksáhugað eru vælkomin. Fólkatingsvalið 8. februar 2005 Til veljarar í Tvøroyrar kommunu Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 9.00 – 20.00. Valkort verða send veljarunum. Seinasta freist at greiða brævatkvøðu til fólka- tingsvalið er leygardagin 5. februar. Í hesum sambandi verður kommunuskrivstovan opin frá kl. 13.00- 17.00. Tey, ið ynskja at greiða brævatkvøðu heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 371085 innan kl. 16.00 fríggjadagin 4. feb. Bussur koyrur til valstaðið hvønn heilan tíma úr miðbýnum, runt Froðba og til Øravíkar. Um onkur ynskir bil á valstaðið, kann ringjast til ein av hýruvognunum. Minnist til at hava valkortið við. Tvøroyrar kommuna T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Føstu fundardagar hjá Tvøroyrar býráð eru hesir: 7. februar 5. september 7. mars 3. oktober 11. apríl 7. november 9. mai 5. desember 6. juni Allir fundirnir verða kl. 17.00 í býráðshúsinum. T V Ø R O Y R A R K O M M U N A -har tað hendir