mikudagur 26. januar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 26. januar 2005
23
har føroysku liðini sleppa
at luttaka, tó uttan fyri DM-
kappingina. Í 2004 var tað
Havnar Fimleikafelag sum
umboði Føroyar, og har
gjørdi gentuliði ikki mætari
enn at vinna hesa kapping
framman
fyri
øll
tey
donsku liðini. Og her skal
havast í huga, at hóast Dan-
mark kanska ikki er av
sterkastu londum í rytm-
inskum fimleiki í løtuni, so
hava teir stórar traditiónir
innan hendan ítrótt og støði
í heimligu kappingini í
Danmark er óiva á einum
sovorðnum støði, at hetta
bragdið hjá havnargentun-
um gerð at tær hava uppi-
borið eitt sætta pláss á
hesum lista.
5. Rúni Seloy
Tað er vorðin fastur táttur
at Frælsur Ítóttur Føroya
sendur ungar evnaríkar
íðkarar til altjóða kapping-
ina Øresuns spelen í Hels-
ingborg. Í 2004 vóru 1500
luttakarar úr 9 ymiskum
londum við. Í 2004 var ein
av føroysku luttakarnum 10
ára gamli Rúni Seloy. Hann
luttók millum annað á 600
m teininum har hann megn-
aði at gerðast nummar tvey
í einari sera harðari kapp-
ing við ein javnaldra úr
Týsklandi í er kent fyri sína
styrki innan frælsa ítróttin.
Tíðin sum Rúni nýtti um at
renna teir 600 m (1 min 51
sekund) var 32 sekund bet-
ur enn gamla bólkametið
her heima. Samstundis var
tað 5 sekund betur at gamla
metið í Øresunds Spelen,
og er Rúni sostatt tann sum
hevur runnið næst skjótast
á hesum teini í hesari kapp-
ing nakrantíð. Tað, sum
gjørdi úrslitið hjá Rúna til
nakað heilt serligt, er, at
hann kappaðist á einum
undirlagi, sum hann ikki er
vanur við at venja á, og á
einum støðið sum hann
ongantíð hevur roynt fyrr,
og hetta gjørdi hann móti
javnaldrum sum allir eru
vanir við slíkar umstøður.
Nakað sum gevur meir at
hugsa um er at Rúni ikki er
langt fremstur í Føroyum
innan sín aldursbólk, og
vísir hetta hvussu stórt pot-
entiali er í Føroyska und-
góminum.
4. Rúnið Weihe
Tað sum ofta verður sett í
samband við Føroyskan
flogbólt í altjóða høpi er
oyggjaleikir, men seinnu
árini eru føroyingar byrj-
aðir at spæla seg inna á lið
uttanlanda. Ein av hesum er
Rúni Weihe sum fór til
Noregs í lestrarørindum.
Har fór hann so at venja við
einum felag og kom inn á
liðið alt fyri eitt. Hareftir
gekk einans framá og
endaði hann við at vinna
bæði norska meistaraheitið
og norsku steypakapping-
ina við liði sínum. Tað, at
ein føroyingur spæla seg
inn á eitt meistaralið í ein-
um so stórum landið, er eitt
satt bragd, sum ger, at Rúni
hevur uppiborið fjórða-
plássið á listanum.
Liðið hjá Rúna er sligið
út úr norsku steypakapp-
ingini í vetur, men vónandi
megna teir enn eina ferð at
vinna meistaraheitið, men
ivist ikki í at Rúni hevur
sum mál at koma eitt stig
longur upp á pallin á
oyggjaleikunum á Hetlandi,
og tí ynski eg honum góða
eydnu við.
3. Tódi Jonsson
Tódi Jonsson hevur í mong
ár verði roknaður sum ein
tann besti um ikki tann
besti
føroyski
fótbólts
spælarin.
Hann
hevur
vunnið danska meistara-
heitið fleiri ferðir við FCK.
Í 2004 vann hann aftur
danska meistaraheitið við
felagnum, og harafturat var
hann við til at vinna donsku
steypakappingina. Tað sum
tó ger, at Tódi í mínum
eygum eigur eitt trygt triðja
pláss á listanum, er, at hann
so vítt eg minnist megnaði
enn eina ferð at gerast tann
á FCK liðinum sum skoraði
flest mál í landskappingini,
sostatt eigur hann sín stóra
lut í gulliðnum og steypin-
um hjá felagnum. Haraft-
urat er Todi tann aktivi
spælarin í FCK sum hevur
skorað flest mál fyri felagið
yvirhøvur.
Tað hevur ikki gingið
heilt eftir vild hjá FCK
eftir at kappingin byrjaði
eftir summarferiuna í ár, og
kanska er partur av orsøkini
tann, at Todi hevur verði
nakað skaddur, og tí ikki
hevur kunna skora tey
málini sum liðið manglar í
løtuni.
2. Kvinnulands liði í
hondbóltið
Hondbóltskvinnurnar hava í
nógv ár ikki fingið møgu-
leikan fyri at royna seg í
altjóða kappingum. Hetta
broyttist í 2004 og tað var
ein broyting sum kom at
merkjast. Kvinnurnar lut-
tóku í einari challenge
trophee kapping í Italien.
Vónirnar vóru ikki stórar
undan kappingini, hetta
kom eina mest av at ongin
visti hvat hesar í altjóða
høpi óroyndi kvinnurnar
megnaðu.
Kvinnurnar
vunnu á so stórun londum
sum Belgia, Ísrael og Fin-
landi á teirra veg til finaluna
har tær at enda noyddust at
lúta fyri Italia. Bragdið í
Italia gjørdist enn meira
spennandi at fylgja av
"ársins
frásøgumanni!"
Hilmar Jan Hansen sum,
eins og onkur tók til, man
verða ein av mest partísku
frásøgumonnunum í søguni,
og tað eru vit mong sum eru
glað fyri at hann var!
Tað er sera torført hjá
einum so lítlum landi sum
Føroyum at gerða seg
galdandi innan liðítrótt tí at
tað krevst at at vit hava
nógv fólk av sera høgum
klassa á toppinum sam-
stundis, meðan tað innan
einstaklinga ítrótt einans
krevst ein fyri at koma líka
langt. Tí er avrikið hjá
kvinnunum so mikið stórt
at tað hevur fortjent eitt
trygt annað pláss á listan-
um. Og eg vóni at tað
fíggjarliga hjá hondbólt-
sambandinum lagar tað so
at vit sleppa at síggja hesar
kvinnur aftur á altjóða
pallinum har tær hava víst
at teir hoyra heima.
1. Heidi Andreasen
Eitt ítróttarfólk skaraði tó
fram um øll onnur í farna
árið. Tað var Heidi Andrea-
sen sum megnaði at vinna
gullmerki og seta heimsmet
í altjóða kappingum, og
eisini at vinna eitt bronsu-
merkið í 400 m frísvimjing
á olympisku leikunum. Øll
hesi eri úrslit sum eru av
einum slíkum klassa at
onnur føroysk ítróttarfólk
einans kunna síggja upp til
hesa ungu kvinnu, sum
hevur megna at etablera seg
sum ein av heimsins bestu
ítróttarfólkum innan sína
ítrótt. Eg havi valt at seta
Heidi á fyrsta plássi, tí at
honn vann bronsumerkið til
OL orsøkin til at eg velji
hetta úrslit framum t.d. eitt
heimsmet er, at hon hevði
hug at umbera at hon ikki
megnaði at vinna føroying-
um okkurt gullmerkið. Her
er endiliga ein føroyskur
íðkari, sum torir at vísa at
næst best er ikki nóg gott.
Og hví skal tað verða tað, tá
man hevur víst, at man
kann megnað at verða best?
Hví skulu vit ganga runt og
verða glað fyri at tapa tá vit
kunna vinna?
óttarbrøgd
Her er endiliga ein føroyskur íðkari, sum torir
at vísa at næst best er ikki nóg gott, sigur Heri
millum annað um grundgevingina fyri, at Heidi
Andreasen í hansara hugaheimi stendur ovast,
tá metast skal um ársins ítróttaravrik
Kanska er partur av orsøkini til tungu gongdina hjá FCK í løtuni tann, at Todi hevur verið
nakað skaddur, og tí ikki hevur kunna skora tey málini sum liðið manglar í løtuni