Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 17 - 26. januar 2005 ÍTRÓTTARHUG- LEIðING Heri Ziska Á Sosialinum var skipa fyri einari atkvøðugreiðslu millum ítróttarskrivarar um ársins ítróttarfólk, meðan Dimmalætting nú skipar fyri einari atkvøðugreiðslu millum lesarar um ársins ítróttarbragd. Eg haldi at tað er stuttligt at man royn- ur at samanlíkna ymisk brøgd, sjálvt um tað onkun- tíð er rættuliga torført at siga um annað er betur enn hitt. Eg haldi tó at listin sum Dimmalætting hevur gjørt er í styttra lagi, og har saknið eg tvey av teimum sum eg haldi megnaðu ávikavist tað størsta og triðstørsta bragdið. Eg vil tí við hesum bræv- ið vísa hvørji tey 10 størstu brøgdini eru sæð frá mínum sjónarmiði, hetta verður gjørt sum eitt uppskot til ein lista yvir 10 tey bestu úr- slitini í farnað árið í altjóða høpi. Lat tað verða sagt beinan vegin at tað hevur verðu sera toført at gerða hendan listan, serliga tá tað snýr eg um placeringarnar frá 4-10. Tær fyrstu tríggjar placeringarnar haldi eg verða rættuliga greiðar. Orsøkin til at hetta einans kemur at snúgva seg um úr- slit uttan fyri landoddarnar er at tað er ringt at sammeta ein føroyameistara við ein annan. Undirritaði dugir í øllum førðum ikki at siga um greipan í fóbtóltið hjá 1. mansliði hjá HB er betur enn greipan í Fótbóltið hjá 1. kvinnuliðið hjá KÍ ella um FM heitini hjá Gunnar Dahl Olsen er betur enn steypasigurin í hondbóltið hjá STÍF monnunum. Har- afturat kann sýnast at nøkur meistaraheitið í Føroyum eru lættari at koma til enn onnur. Hetta hevur til døm- is verði støðan innan kvinnufótbólt í bestu deild- ini seinnu árðini. Tað er tó so at tað einans letur seg gera at vinna á teimum sum eru við og vinnur man allar dystir/kappingar stórt, so merkir tað einans at man er nógv betur enn tey ein kappast ímóti og ikki at man er góður ella at kapp- ingarneytarnir eru ringir. Úrslit har Føroyingar hava tapt verða ikki tikin við av tí at tað einans kann staðfestast at man var verri enn tey man kappaðist ímóti. Her er tó møguligt at gerða undantak um úrslitið er mált í metrum ella sek- undum tí tá er møguligt at siga heilt precist hvussu gott úrslitið var hóðast man tapti. Harafturat eru per- sónar sum velja at luttakað fyri onnur lond í landsliðs- høpi ikki tikin við tí at hesi í ítróttarhøpi ikki longur eru Føroyingar og kunna tí ikki standa fyri ársins bragd hjá føroyingum. 10. U-17 landslið í Fótbóltið U-17 landsliði í Fótbóltið tók øll av bólið í fyrsta dystinum um norðurlanda meistaraheitið tá teir vunnu 1-0 á Danmark. Hetta úrslit er eitt sera gott úrslit fyri ungu føroyingarnar, og um teir høvdu megna at fingið eittans stig afturat í kapp- ingini so høvdu teir verði longur frammi á listanum. Teir endaðu tó framman fyri Svøríki í bólkaspælin- um og spældu um 5-6 plássið í endaspælinum har teir tíðanverri taptu 1-7 móti Finnlandi. Men ein góð kapping, og vónandi verða fleiri góð úrslit at siggja frá hesum ungu monnunum í framtíðini. 9. manslandslið í flogbóltið Mannslandsliði í flogbóltið luttók í EM í C-bólkinum. Her gekk sera gott við tað at Føroyingar vunnu á Skotlandi og Andorra, men av tí at teir taptu mótið Kypros og Luxemburg so gjørdust teir akkurát for stuttir til at flyta upp í næst besta bólk (B-bólkin). Tað at teir megnaðu at koma so langt sum til hesa kapping og at vinna tveir av dystun- um ger, at eg haldi teir eiga níggjunda plássi á hesum lista. 8. Gunnar Dahl Olsen Gunnar Dahl Olsen hevur leingið verði ein av okkara bestu súkklarum. Í nøkur ár var hann í harðari kapping við Boga Kristiansen og Rógva Johansen um at verða tann besti, men tað sýnist sum um Gunnar bert blívur betur ár fyri ár, og onkur helt fyri at tað var best at hann gavst tá kapp- ingarárið 2003 var liðugt tí ongin kundi liva upp til alt tað hann hevði klára. Men Gunnar helt fram, og er tað sera gott fyri føroyskan ítrótt at hann gjørdi so, tí at hann megnaði í 2004, ann- að árið á rað, at vinna kapp- ingina Tour de Iceland, men tó haldi eg at annað plássið í Statoil Kring Føroyar er tað sum gerð at Gunnar eig- ur áttandi plássi á hesum lista. Hvussu sterkur hann er blivin sæst við at hann var 9 sekund frá fyrsta plássinum, men 47 min framman fyri næsta føroy- ing, sum var ongin annar enn Bogi Kristiansen í leingi hevur verði ein av bestu súkklarum og sum eisini hevur kappast í A- bólkin í tí sterku súkklu tjóðini Danmark. Tað verður stuttligt at síggja um Gunnar aftur í 2005 enn eina ferð megnar at vinna øll FM heiti hann kappast um, Tour de Ice- land og eitt heiðursmerkið á oyggjaleikum. Men eg roknið nú við at ein sigur í Statoil Kring Føroyar er tað sum Gunnar einamest vil vinnað og tað ynskji eg honum góða eydnu við. 7. Kvinnurnar á Scillyoyggjunum Føroyingar hava luttikið tey seinastu nógvu árðini í kapprógving á Scillyoyggj- unum. Úrslitini hava verði eitt sindur misjøvn, men 2004 var avgjørt eitt av betru árðunum hjá føroy- ingum, har kvinnurnar megnaðu at blíva nummar seks eftir at hava róð seg í A-bólkin við einum trygg- um sigri í B-bólkinum. Tað sum gerð hetta bragd til nakað serligt er, at kapp- ingin ikki ferð fram í teim- um bátum sum róð verður við her í Føroyum, og tann báturin, sum verður brúktur til venjing í Føroyum, er rættuliga gamal og tungur, meðan tann báturin sum kappast verður við er nýggjur og lættur. Sostattt eru tað nógvar orsøkir til at føroyingar ikki eiga at klára seg væl móti øllum teimum sum rógva í slíkum bátum til dagligt og harafturat hava saman bát til venjing sum kapping, men føroysku kvinnurnar hava víst at hóðast umstøður ikki er tær bestu so megnað tær at verða millum tey bestu. 6. Gentulið hjá Havnar fimleikafelag Fimleikasambandið er byrjað at senda FM vinnar- ar til danska meistara heiti Ársins ítró Tað er sera torført hjá einum so lítlum landi sum Føroyum at gerða seg galdandi innan liðítrótt tí at tað krevst at at vit hava nógv fólk av sera høgum klassa á toppinum samstundis