Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 26. januar 2005 21 Pool-kapping í Gøtu Ein av teimum kapping- um, sum stava frá billard- ítróttini, er pool, sum er tann meira amerikanska útgávan av spælinum. Borð til endamálið hava í nøkur ár verið at sæð ymsastaðni kring landið, men sjáldan er talan um almennar kappingar í hesum. Um vikuskiftið var tó ein slík hildin í Syðru- gøtu. Her eydnaðist Helga L. Petersen, sum eisini er kendur frá øðrum bólt- spølum, at vinna kapp- ingina framman fyri Rúna Klein Joensen. Hanus Jacobsen gjørdist numm- ar trý. Í alt vóru 43 luttakarar í kappingini, so illa kann sigast annað enn, at talan er um eina væl umtókta ítróttargrein. Seinasti møguleikin at vinna heiður í ár Bæði hjá StÍF og H71 er steypakappingin allarhelst seinasti møguleiki at tryggja felagnum nakran heiður í hesum kappingarárinum STÍF-H71 Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Strandingarnir hava bestu kortini á hondini. Teir vunnu fyrru hálvfinaluna í Hoyvík við einum máli, og harumframt má sigast, at teir hava sálarligu yvirvág- ina móti H71, tí teir hava vunnið tvær ferðir á teim- um innan fyri stutta tíð. Mótbrekka hjá hoyvíkingum Hjá H71 hevur tað gingið ógvuliga striltið seinastu vikurnar. Eftir ein serstak- liga góða byrjan upp á kappingarárið, hevur tað seinastu vikurnar verið talan um eina tunga mótbrekku hjá hoyvíkingunum. Hóast teir hava verið nær við at fáa stig til høldar, hevur tað so at siga hvørja ferð kiksað í seinastu løtu, og tá kann tað verða tungt at fáa menn upp aftur við høvdunum. Júst hesi bæði liðini hitt- ust í steypafinaluni í fjør, og tá vóru tað strandingar, ið drógu longra stráið og vunnu ein tryggan sigur. Liðið hjá StÍF er lítið broytt í mun til í fjør, og hava strandingar ein góðan dag, kunnu teir lættliga koppa øllum liðunum í Føroyum. StÍF og H71 eru eisini tvey ógvuliga ymisk lið. Meðan hoyvíkingarnir eru stórir og vælvaksnir við nógvum stórum skjúttum, so sum Halgir Dahl Olesen, Piti Negru, Henrik Gerster og Niels Viggo Niclasen, so dúva strandingar meiri upp á sínar lágvaksnu og fót- fimu menn. Tað hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri strandingar, at teir hava spælt skjótan hondbólt, og fáa teir gongd á skjótálopini hjá sær, eru teir truplir at steðga. Ein dystur millum StÍF og H71 leggur eisini upp til ein dyst millum nakrar av bestu málverjunum í landinum. Marian í málinum hjá StÍF er óivað besti málverji í landinum, meðan bæði Levi Nybo og Jens Skipagøta eru millum teir allarbestu før- oysku málverjarnar. StÍF noyðist nokk at átaka sær favoritleiklutin, men hoyvíkingar verða óiv- að uppsettir upp á at fáa okkurt gott burtur úr steypakappingini, nú teirra leiklutur í landskappingini tykist verða avgreiddur. Finalistarnir frá seinasta kappingarári verða helst ikki heilt frammi í oddinum í landskappingini, og tí er steypakappingin høvið, um gull skal fáast til høldar Talan verður óivað um eina stúgvandi fulla høll í Vestmanna í kvøld, tá ið VÍF og Kyndil bresta saman í seinnu hálvfinaluni VÍF-KYNDIL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lagt er upp til eitt ordans brak av einari hálvfinalu, tá ið arvafíggindarnir báðir og risarnir i føroyskum mans- hondbólti, VÍF og Kyndil, í kvøld skulu gera av, hvat av liðunum skal verða við í steypafinaluni, sum verður 5. februar. Vestmenningar lítlan fyrimun Tann fyrra hálvfinalan í Havn endaði við einum teprum sigri til VÍF upp á eitt mál, og tí hava teir ein evarska lítlan fyrimun í kvøld, men hann er einki at tosa um. Vestmenningarnir eru óivað ógvuliga uppsettir upp á at vísa sínum við- haldsfólkum, at ósigurin fyri KÍF sunnudagin var ein svipsari, og tað er einki at ivast í, at um VÍF í kvøld vinnur sær pláss í steypa- finaluni, so fara áskoðar- arnir at fyrigeva teimum ósigurin móti KÍF. Hinvegin er spurningurin eisini, hvørja ávirkan tað hevur á moralin hjá VÍF, at teir taptu greitt sunnudagin. Verður tað ein eyka motiva- tiónsfaktorur hjá teimum, ella verður tað hinvegin ein bági, sum fer at geva teim- um eitt sindur fleiri nervar undan dystinum í kvøld. Tað er ein styrkur fyri vestmenn- ingar, at bæði Eli Müller og Daniel Rapa nú eru aftur á liðnum, eftir at teir báðir tveir hava verið uttan fyri í drúgva tíð við skaða. Kyndlaliðið tykist verða væl fyri í løtuni. Gamaní stóð tað nógv á hjá teimum, áðrenn teir fyri góðari viku síðani fingu tryggjað sær bæði stigini móti KÍF, men sunnudagin vunnu teir ein tryggan sigur á H71, sum teir annars mangan áður hava havt stórar trupulleikar av. Í fyrru hálvfinaluni vóru hvørki Janus Einar Søren- sen ella Høgni Klein við hjá Kyndli, men teir verða báðir við í kvøld, og teir styrkja munandi um liðið hjá havnarmonnunum. Jan- us Einar var leikbannaður í tí dystinum, meðan Høgni hevur verið skaddur í eitt styttri tíðarskeið, og hóast hann ikki er heilt frískur í fótinum enn, so verður hann við í kvøld. Sunnu- dagin var hann við eina løtu móti hoyvíkingum, og tá fekk hann fimm mál. Púra opið í Vestmanna Bert eitt mál er á muni undan seinnu hálvfinaluni millum Kyndil og VÍF. Hvørki teirra hevur staðið við steypinum seinastu trý árini, og tað munnu báðir partar ætla sær at broyta Dystaryvirlit 26.01.05 Coca-Cola kappingin Seinnu hálvfinalurnar: 26.01.05 Kvinnur 26.01 Neistin – Søljan 19.00 Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen 27.01 Stjørnan – VB 19.30 Kristjan Johansen & Sámal Hansen Menn 25.01 StÍF – H71 20.00 Hannis Wardum & Uni Wardum 26.01 VÍF – Kyndil 20.00 Kristjan Joensen & Karstin Joensen