mikudagur 26. januar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 • mikudagur • 26. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Heðin framvegis
ÍSF-forseti
Forsetin í Ítróttar-
sambandi Føroya eit-
ur framvegis Heðin
Mortensen, hóast
fleiri vildu verða við,
at hann noyddist at
leggja frá sær, tá ið
hann gjørdist borgar-
stjóri í Havnini
ÍSF-FORSETIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Beint sum tað eftir býráðs-
valið í november mánað
gjørdist greitt, at Heðin
Mortensen fór at gerast
næsti borgarstjórin í høv-
uðsstaðnum, bleiv spurn-
ingurin reistur, um hann
kundi halda fram í for-
setasessinum í ÍSF.
Liggur í
innlendismálaráðnum
Fleiri vildu verða við, at
kommunustýrislógin ikki
loyvdi einum borgarstjóra
at hava slíkan álitissess
sum forsetasæti í ÍSF, sam-
stundis sum hann var borg-
arstjóri.
Sjálvur
dugir
Heðin
Mortensen ikki at síggja
nakað galið í tí, at hann er
ÍSF-forseti,
samstundis
sum hann eisini er borgar-
stjóri í Havn.
– Forsetaembætið í ítrótt-
arsambandinum er eitt frí-
tíðarítriv hjá mær, sum eg
havi havt í mong ár við
síðuna av mínum dagliga
yrki. Talan er um eitt ólønt
starv, sum ikki ávirkar mítt
dagliga starv, og tí dugi eg
ikki at síggja nakað galið í
tí, at eg siti sum ÍSF-forseti,
samstundis sum eg eri
borgarstjóri, sigur Heðin
Mortensen.
– Fyrr var tað nógv meiri
krevjandi at sita í stjórnini í
ÍSF, enn tað er nú. Í dag
hava vit eina umsiting við
skrivstovufólki og ráðgeva,
og tað lættir ómetaliga
nógv um arbeiðsbyrðuna á
stjórnina, sigur ÍSF-for-
setin.
Av tí at tað er ógreitt, um
tað er nakað, ið forðar fyri,
at Heðin Mortensen kann
røkja bæði borgarstjóra-
starvið og forsetaembæti
samstundis, eru fólk í
innlendismálaráðnum farin
undir at kanna málið, og
Heðin Mortensen sigur seg
vænta eitt svar í næstum.
Aðalfundur í næstum
Um so er, at innlendismála-
ráðið kemur til ta niður-
støðu, at Heðin Mortensen
ikki kann røkja starvið sum
ÍSF-forseti,
samstundis
sum hann er hægsti maður í
høvuðsstaðnum,
so
fer
hann allarhelst í farloyvi úr
ÍSF.
– Eg vóni tó, at um so er,
so fái eg møguleika til at
avvikla tingini ordiligt. Vit
hava aðalfund í komandi
mánað, og tá kundi eg
hóskandi fyribils handa
einum
øðrum
persóni
ábyrgdina av leiðsluni í ÍSF,
meðan eg eri í farloyvi.
Men eg vóni tó, at hetta
ikki gerst neyðugt, og at
innlendismálaráðið metir,
at eg kann røkja báðar sess-
irnar samstundis. Vit hava
jú fleiri dømi um politikk-
arar, sum sita bæði sum
løgtingslimir og borgar-
stjórar í sínari heimkomm-
unu, og eg dugi ikki at
síggja, at tað er nakað
frægari enn mín støða,
sigur Heðin Mortensen.
Tá ið ÍSF hevur aðalfund
í komandi mánað, stendur
Heðin Mortensen sjálvur
ikki fyri vali. Hann hevur
eitt ár eftir av sínum
valskeiði, men hinir báðir
stjórnarlimirnir í ítróttar-
sambandinum, Sverri Mid-
jord og Petur Elias Peter-
sen, standa báðir fyri vali á
komandi aðalfundi.
Neistin tykist hava
annað beinið í
steypafinaluni und-
an seinnu hálvfinal-
uni móti Søljuni á
Hálsi í kvøld
NEISTIN-SØLJAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tann fyrra hálvfinalan
millum liðini bæði var
leikt á Giljanesi fyri júst
tveimum vikum síðani, og
tað var ein heldur løgin
dystur. Í tí dystinum sá
tað nevnliga leingi út til,
at Søljan fór at vinna ein
tryggan sigur, tí tær vóru
eitt skifti á odda við sjey
málum.
Men
Neista-
kvinnurnar fótaðu sær, og
tær megnaðu at vinna við
sjey málum, tá ið alt kom
til stykkis.
Ræður um at steðga
Nicoletu
Tað er eingin loyna, at hjá
Søljuni stendur og fellur
tað mesta við Nicoletu
Radu Hansen, ið hvørt
einasta vikuskifti er topp-
skjútti hjá vágakvinnum.
Um
mótstøðuliðini
megna at steðga henni í
einum dysti, so er nógv
vunnið, tí tá er lítið um
Søljuna.
Onkur vil kanska verða
við, at tað sama er gald-
andi við Neistanum og
Simonu Petersen, men tað
kann ikki heilt samanber-
ast, tí breiddin á neista-
liðnum er væl betur enn
hjá Søljuni. Havnarliðið
hevur fleiri aðrar javnt
góðar leikarar, ið kunnu
fáa álopsspælið at koyra,
uttan at Simona er ein
partur av tí.
Júst breiddin kann tykj-
ast verða munurin á hes-
um báðum liðunum. Hjá
Søljuni eru tað umframt
Nicoletu leikarar sum
Lina Andriulyte og Heidi
Maria Akselsen, ið draga
tað tunga lessið saman
við Kristinu í málinum.
Hinvegin hevur Neistin
eitt sindur fleiri leikarar,
ið kunnu avrika nakað
einsamallar. Her verður
hugsað um eitt nú Simonu
Petersen, Ásu á Neystabø,
Marjun Tróndarson, Ann-
ika Thomsen, Lív Søren-
sen og aðrar við.
At Neistin eisini megn-
aði at venda einum hótt-
andi stórtapi til ein greið-
an sigur, er óivað við til at
geva teimum bláu úr
Havn eitt sindur eyka
sjálvsálit undan dystinum
á Hálsi í kvøld.
Óansæð um tað verður
Neistin ella Søljan, sum
vinnur sær sess í finaluni,
so noyðist viðkomandi lið
at finna seg í at verða "the
underdogs", tá ið finalan
verður leikt, tí vinnandi
liðið av hinari hálvfinal-
uni millum Stjørnuna og
VB verður stórfavorittur.
Sær gott út hjá
Neistanum
Eftir trygga sigurin í fyrru hálvfinaluni, eru kvinnurnar
hjá Neistanum nú heilt nær fyrsta finaludystinum í sjey ár
– Vit hava aðalfund í komandi mánað, og tá kundi eg hóskandi fyribils handa einum øðrum
persóni ábyrgdina av leiðsluni í ÍSF, meðan eg eri í farloyvi, sigur Heðin Mortensen, sum altso
framvegis er virkandi ÍSF-forseti