mikudagur 26. januar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
um um várið. Men um
túrurin varar í ein mánaða,
verður hetta ikki ein vána-
ligur túrur kortini.
Vanliga eru 16 mans við
Napoleon, men nú teir fóru
til Eysturgrønlands, vóru
18 mans umborð.
- Á túrinum undir Eystur-
grønlandi pakka vit so
nógvar rækjur, sum vit náa
í eitt kilo eskjur, sum fara
til Japans. Hesar verða
skildar í ymiskar støddir og
verða pakkaðar ráar. Nógv
arbeiði er av hesum, og tí
eru vit tveir mans fleiri við
hendan túrin.
Hann sigur, at rækjurnar
eru skjótari at selja, tá ið
tær eru pakkaðar soleiðis,
og tað eru bara grønlands-
rækjurnar, sum verða pakk-
aðar í eitt kilo eskjur.
- Men hetta er ikki nøkur
nýggj framleiðsla, tí hend-
an linjan stóð umborð á
skipinum, tá ið tað kom í
1989.
Svalbard aftur
vorðið áhugavert
Tað eru fleiri ár síðan, at
Napoleon, sum er fyrrver-
andi Ocean Castle, royndi á
leiðunum við Svalbard,
men sum skilst á skiparan-
um, eru hesar leiðir aftur
vorðnar meira áhugaverdar,
nú rækjurnar á Flemmish
Kap eru so smáar, og
skipini stundum hava havt
hampiliga góðan fiskiskap
við Svalbard.
Hann sigur, at Havborg
fiskaði í fleiri mánaðir við
Svalbard í seinasta ári, og
Kappin er eisini við Sval-
bard.
- Sum eg havi skilt, hevur
tað bara gingið rímiliga væl
hjá føroysku rækjutrolarun-
um har uppi.
Høgifossur, sum er triði
rækjutrolarin, eru antin á
Flemmish Kap ella á Grand
Bank í løtuni.
Pauli sigur, at verður
hesin túrurin hjá Napoleon
í Eysturgrønlandi ikki alt
ov drúgvur, ætla teir sær
beinleiðis upp til Svalbard
at royna.
- Vit ætla okkum upp
hagar at fylla upp í lastina,
sum hann tekur til.
Hann viðgongur, at hann
er spentur upp á at royna
hesar leiðir.
- Soleiðis, sum vit hava
skilt gongdina við Sval-
bard, seta vit í løtuni størri
vónir til Svalbardsleiðirnar
enn til Flemmish Kap.
Pauli sigur, at rækjurnar,
sum skipini hava fingið við
Svalbard, eru bæði stórar
og smáar – og tær eru ógvu-
liga reyðar í litinum, sum
dámar summum keyparum
væl.
Hampilig inntøka
Sum nevnt, hevur Pauli
Justinussen
siglt
sum
skipari við Napoleon í hálvt
triðja ár.
Hann sigur, at hóast
rækjuvinnan hevur verið
nógv í andglettinum sein-
astu árini, eru nógvir av
monnunum framvegis teir
somu, sum tá ið hann kom
umborð.
- Tað er lítil útskifting í
manningini, og serliga síð-
an ísfiskavinnan í Føroyum
fór at geva minni av sær, er
næstan ikki dagur, at menn
ringja og vilja sleppa við.
Men vit mugu tíverri – ella
kanska tíbetur – siga, at vit
eru mannaðir, sigur hann.
Pauli sigur, at hóast
rækjuvinnan hevur ligið
lágt seinastu árini, so hevur
manningin kortini fingið
eina hampiliga ársinntøku,
og soleiðis var eisini sein-
asta ár.
- Vit hava so ligið oman
fyri minstulønina, leggur
hann aftrat.
Stór ábyrgd
Vit spurdu at enda skipar-
an, hvussu tað kennist at
hava ábyrgdina umborð á
einum skipi í tí partinum av
flotanum, ið er so nógv
frammi, sum rækjuflotin
hevur verið seinastu árini.
- Í fyrsta lagi kennist tað,
sum ein stór ábyrgd, tá
raksturin er tungur, men vit
kunnu ikki gera annað enn
okkara besta. Tað er sjálv-
andi eisini troyttandi at vera
í andglettinum so støðugt,
sum rækjuflotin hevur ver-
ið tað, sigur Pauli Justinus-
sen at enda.
Stýrimaður umborð á
Napoleon hendan túrin er
Jens Jacobsen, sum býr í
Hoyvík.
Nr. 17 - 26. januar 2005
19
enn ikki ringja og biðja kjans
- Tað kennist sum ein stór ábyrgd, tá ið
raksturin er tungur, men vit kunnu ikki
gera annað enn okkara besta. Tað er
sjálvandi eisini troyttandi at vera í
andglettinum so støðugt, sum rækjuflotin
hevur verið tað, sigur Pauli Justinussen,
skipari á rækjutrolaranum, Napoleon
Napoleon er nú á veg til Eysturgrønlands, har ein stórur partur av rækjunum verða pakkaðar í eitt kilo eskjur, sum fara til
Japans. Hendan túrin eru 18 mans við í mun til teir 16, sum talið vanliga er