mikudagur 26. januar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 17 - 26. januar 2005
Seinasta hóskvøld
kom rækjutrolarin,
Napoleon, aftur av
rækjuleiðunum við
Flemmish Kap og
Grand Bank við út
við 400 tonsum av
rækjum. Skipari
hendan túrin var
skálamaðurin, Petur
Sigurd Petersen.
Napoleon fór avstað
aftur mánakvøldið,
og tá var hin skiparin,
Pauli Justinussen, á
brúnni. Sosialurin
hevur skift orð við
Paula
RÆKJUVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Pauli Justinussen er eisini
skálamaður eins og Petur
Sigurd Petersen. Hann er
28 ára gamalur, útbúgvin
skipsførari og hevur siglt
sum skipari við Napoleon í
hálvt triðja ár. Skálamenn-
inir skiftast um at føra skip-
ið. Hesaferð bar leiðin yvir
til Eysturgrønlands, har teir
eiga 115 tons av rækjum.
Sólborg er undir Eystur-
grønlandi, har teir hava
roynt í eina tíð og sum
skilst, hava teir havt hampi-
ligar dagar. Havborg er nú
eisini um at verða komin
upp á pláss í Eysturgrøn-
landi.
Av teimum út við 400
tonsunum hjá Napoleon
hendan túrin, er ein stórur
partur kókaðar rækjur. Tær
stóru rækjurnar verða fyri
tað mesta seldar í Evropu,
meðan tær smáu fara til
Kina.
Sum skilst, hevur Napol-
eon hendan túrin lagt seg
eftir at fiska hampiliga
góðar rækjur, tí tær geva
meira í peningi.
Í andgletti
Sosialurin hitti Paula Just-
inussen, áðrenn teir loystu
mánakvøldið og settu kós
móti Eysturgrønlandi.
Seinastu
árini
hevur
rækjuflotin rættiliga verið í
andgletti. Nógv skip eru
farin
av
úr
flotanum,
summi av knóranum, og í
løtuni eru bert fimm skip
eftir
undir
føroyskum
flaggi.
Tosað hevur verið um
ymiskar
møguleikar
at
veita rækjuflotanum eina
hjálpandi hond, so vit ikki
púrasta missa hendan part-
in av flotanum.
Álit eru skrivað, men
einki er komið burtur úr.
Umleið helmingurin av tí
rækjuflota, vit fyri nøkrum
árum síðan høvdu, hórar
enn,
men
ivasamt
er,
hvussu leingi.
Talsmenn hava ført fram,
at hesin parturin av flotan-
um fiskar av rættindum,
sum vit einki lata afturfyri,
og tí halda teir, at einki
forgjørt hevði verið í, um
flotin, sum er so illa fyri
orsakað av eitt nú lágum
rækjuprísum og høgum
oljuútreiðslum, hevði fing-
ið eina ávísa afturbering
um skattaskipanina.
Stuðul ella kvotur
Pauli Justinussen hevur
sum so ikki hug at leggja
seg út í, um tað almenna
skal hjálpa rækjuflotanum
við øðrum enn bøttum
kvoturættindum.
Hann hevur ikki hug at
gera viðmerkingar til, um
rækjuflotin skal stuðlast úr
landskassanum ella ikki.
- Nei, eg veit ikki, hvat eg
skal siga um handa spurn-
ingin, sigur skiparin, sum
kortini skilir grundgeving-
arnar um, at føroyska sam-
felagið ikki rindar fyri tey
rættindi, sum rækjuflotin
hevur, og at flotin tí kanska
kundi væntað sær okkurt
slag av afturbering, tá ið
hann er so illa fyri.
Pauli sigur, at tað hevði
verið ein stórur bati hjá
rækjuflotanum, um eitt nú
kvotan undir Eysturgrøn-
landi var størri.
Hann vísir á, at hóast
henda kvota er lítil, hevur
hon stóran týdning fyri
rækjuflotan.
Sum skilst, eiga føroyin-
gar tíggju rækjuloyvi í
grønlendskum sjógvi, men
bert fimm skip eru í løtuni
aftanfyri hesi loyvi. Hinir,
sum eiga kvotur, men eingi
skip hava, kunnu tískil selja
tey tonsini, teimum eru til-
lutað, til aðrar.
Spurdur, um kvotan hjá
teimum fimm skipunum,
sum ikki eru í flotanum í
løtuni, kanska kundi fallið
til tey skipini, sum eftir eru,
sigur Pauli:
- Nei, tað dugi eg ikki at
siga. Teir, sum eiga loyvini,
eiga eisini hesi rættindi. So,
tað dugi eg slett ikki at
meta um.
Hinvegin ásannar hann,
at 115 tons aftrat undir
Eysturgrønlandi
høvdu
komið ógvuliga væl við hjá
teimum skipum, sum eftir
eru, nú grønlendsk reiðaríir
ikki longur sleppa at selja
av sínum kvotum, tí grøn-
lendsku myndugleikarnir
leggja seg ímillum.
Fleiri mans við
Pauli dugir ikki at siga,
hvussu langa tíð tað fer at
taka hjá teimum at fiska tey
115 tonsini undir Eystur-
grønlandi.
- Hetta kann taka alt mill-
um 14 dagar og tveir mán-
aðir – alt eftir, hvussu fiski-
skapurin og umstøðurnar
verða. Tað kann vera svika-
ligt at royna á hesum leið-
Rækjuflotin aftur vorðin meira attraktivur:
Tað er næstan ikki dagur, at m