hósdagur 27. januar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 18 - 27. januar 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Røkke fekk væl
í sín part
Norsku Aker Yards-
skipasmiðjurnar,
sum
ríkmaðurin Kjell Inge
Røkke eigur meirilutan
í, hava úr at gera.
Í fjør fingu norskar
skipasmiðjur bílegging-
ar fyri tilsamans ellivu
milliardir norskar krón-
ur, og av hesum komu
bíleggingar fyri seks
milliardir í bíleggingar-
bøkurnar
hjá
Aker
Yards-skipasmiðjunum,
skrivar Aftenposten. 80
prosent av bíleggingun-
um eru frá norskum
reiðaríum ella við norsk-
ari fígging. Sum er ar-
beiða umleið 1500 fólk
á skipasmiðjunum hjá
Aker Yards, men tá gond
er komin á allar nýbygn-
ingarnar, verða umleið
3.000 fólk til arbeiðis,
sigur stjórin í Aker
Yards, Karl Erik Kjel-
stad, við Aftenposten.
Annars seldi Kjell
Inge Røkke ein part av
sínum partabrøvum í
Aker Yards mánadagin,
men hann er tó fram-
vegis høvuðspartaeigari
í felagnum.
Enn ein
avrætting
Í 1985 bleiv tann 18 ára
gamli
Troy
Kunkle
dømdur til deyða fyri at
hava myrt tann 31 ára
gamla Steven Horton í
býnum Corpus Christi í
amerikanska statinum
Texas og fyri at hava
stolið 13 dollarar frá
honum.
Gjáranáttina
bleiv Troy Kunkle av-
rættaður í fongslinum.
Undir rættarmálinum
fyri 20 árum síðani kom
fram, at Troy Kunkle og
tríggir vinmenn hansara
høvdu boðið sær til at
koyra Steven Horton til
hús eitt kvøldið í august
í 1984. Hann tók av, men
tá teir kravdu at fáa
pengarnar, sum hann
hevði uppi á sær, segði
hann nei, og tað endaði
við, at hann fekk eina
kúlu í nakkan. Undir
rættarmálinum vitnaðu
vinmenninir hjá Troy
Kunkle, at tað var hann,
sum
skjeyt.
Úrslitið
varð, at Kunkle bleiv
dømdur til deyða, með-
an hinir fingu drúgva
fongsulsrevsing.
Ætlanin var, at Troy
Kunkle skuldi avrættast
fyri ársskiftið, men av tí
at hann bað hægstarætt í
Texas um grið, mátti av-
rættingin útsetast. Rætt-
urin vísti kortini umbøn-
ini frá sær. Trey Kunkle
er annar fangin, sum er
avrættaður í Texas í ár.
Ærumeiddi
pávan
Myndugleikarnir í Pó-
landi hava gjørt av at
draga blaðstjóran Jerzy
Urban í rættin, tí hann
fyri trimum árum síðani
skrivaði eina sera niður-
látandi grein um Jó-
hannes Páll páva.
Í greinini kallaði blað-
stjórin pávan "ein im-
potentan gamlan mann"
og samanbar hann við
fyrrverandi
sovjetska
leiðaran Leonid Bresh-
njev. Hetta var polsku
myndugleikunum
ov-
boðið, og teir gjørdu av
at ákæra blaðstjóran fyri
at hava ærumeitt pávan,
sum í hesum føri verður
roknaður sum útlendsk-
ur leiðari. Verður hann
funnin sekur, kann hann
fáa
ímillum
tríggjar
mánaðar og seks ára
fongsul.
Tað er ikki lukkuligt
at finnast at Jóhannesi
Páll páva í Pólandi.
Pávin er sum kunnugt
pólendingur, og hann er
sera nógv avhildin í
heimlandinum. 38 milli-
ónir fólk búgva í Pó-
landi, og av teimum eru
35 milliónir katolikkar.
Fuglasløg
í vanda
Amerikanskir gransk-
arar vilja vera við, at
umleið 10 prosent av
øllum heimsins fugla-
sløgum fara at doyggja
út, áðrenn hendan øldin
er runnin. Harafturat
verða 15 prosent afturat
í vanda fyri at doyggja
út.
Granskararnir,
sum
arbeiða á lærda háskúl-
anum í Stanford, siga, at
ímillum seks og tíggju
prosent av øllum fugla-
sløgunum í heiminum
fara at hvørva innan
2100, og at ímillum 700
og 2.500 fuglasløg verða
í vanda fyri at verða út-
ruddað tá. Granskararnir
byggja
metingina
á
veðurlagsbroytingarnar,
sum sambært teimum
fara at fáa sera stórar av-
leiðingar fyri fuglalívið
á Jørðini.
Amerikonsku gransk-
ararnir gera vart við, at
verða so mong fuglasløg
útruddað, fer tað eisini
at fáa stórar avleiðingar
fyri fleiri plantusløg, og
tað fer at fáa avleiðingar
fyri vistfrøðina yvir-
høvur, siga teir.
Í gjár var ein mánaði
síðani flóðalduna í
Suðurasia. Hendan
mánaðin eru meiri
enn 300.000 fólk deyð
av aids, malaria og
tuberklum í Afrika
NEYÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá flóðaldan skolaði inn
yvir strendurnar fram við
Indiska Havinum fyri ein-
um mánað síðani, rakti hon
fleiri milliónir fólk. Umleið
280.000 fólk doyðu í van-
lukkuni, sum er ein tann
ringasta náttúruvanlukkan
nakrantíð, og sum fekk
heimssamfelagið at seta tað
størsta
hjálpararbeiðið
nakrantíð í verk.
Hendan mánaðin síðani
vanlukkuna í Suðurasia eru
fólk í hundraðtúsundatali
deyð av sjúkum og stríði
ymsastaðni kring heimin,
uttan at vit hava hoyrt ella
lisið nakað um tað. Okkum
nýtist bert at hyggja at
Afrika, tí har hava sjúkur
sum malaria, aids og tu-
berklar
kravt
umleið
315.000 mannalív hendan
seinasta mánaðin, skrivar
Dagsavisen.
- Høvdu heimssamfelag-
ið raðfest hesi viðurskiftini
líka frammarlaga sum flóð-
alduna í Suðurasia, kundu
vit havt bjargað hesum
fólkunum, tí vit kunnu basa
malaria, aids og tuberklum,
bara viljin er til staðar, sig-
ur norski læknin Atle Fret-
heim, sum er nevndarlimur
í
hjálparfelagsskapinum
Læknar Uttan Landamark.
Heimsheilsustovnurin
WHO metir, at 2,4 milli-
ónir fólk í Afrika doyðu av
aids í fjør, og at umleið
900.000 doyðu av malaria.
Tey seinastu hagtølini við-
víkjandi tuberklum eru frá
2002, og tey vístu, at tað
árið kravdi sjúkan 556.000
mannalív í Afrika.
- Ein kvirr flóðalda er á
veg í Afrika, sigur ST-ráð-
gevin Jeffrey Sachs herfyri
og vísti á, at hvønn einasta
mánað doyggja túsundtals
børn í Afrika av malaria.
Kinesisk vísindafólk
fara nú at kanna,
hvussu høgt heimsins
hægsta fjall veruliga
er
FJØLL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í 1954 kom ein indiskur
vísindamaður til ta niður-
støðu, at heimsins hægsta
fjall, Mount Everest, er
8.848 metrar høgt. Hetta
talið kom at standa í skúla-
bókunum um allan heim,
men fyri fimm árum síðani
kunngjørdu amerikanskir
granskarar,
at
Mount
Everest er í veruleikanum
8.850 metrar høgt. Teir
amerikonsku granskararnir
gjørdu sínar kanningar við
GPS-skipanini.
Men nú vilja granskarar
vera við, at Mount Everest
er 1,3 metur lægri enn hig-
artil hildið, tí tann veksandi
hitin á Jørðini hevur fingið
ísin á tindinum at bráða.
Ganga vit so eftir ameri-
konsku kanningini í 1999,
skuldi Mount Everest verið
8.848,7 metrar í dag, men
so einfalt er roknistykkið
ikki. Tí granskararnir vísa
á, at broytingar í undir-
grundini í Himmalaya-
fjøllunum gera, at fjøllini
har verða trýst umleið ein
centimetur uppeftir um
árið.
Við øðrum orðum hækk-
ar Mount Everest ein centi-
metur um árið, samstundis
sum ísurin á sjálvum tind-
inum lækkar....
Tann kvirra flóðaldan
Hvussu høgt er
Mount Everest?
Síðani flóðalduna í Suðurasia hava sjúkur kravt uppaftur fleiri mannalív í Afrika, sum
flóðaldan kravdi. Tað er tann kvirra flóðaldan
Mynd: Reuters
Tað er ikki lætt at halda skil á, hvussu høgt Mount Everest er.
Undirgrundin trýstir fjallið uppeftir, men samstundis minkar
ísurin á tindinum
Mynd: Reuters