Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 27. januar 2005 3 – Náttin gjørdist eina løtu til dag, og ljósið var sera bjart, áðrenn stóra logandi eldkúlan fór í havið, sigur flog- skiparin Hans Erik Jakobsen, sum undir eini náttarvenjing við tyrluni eystanfyri Svínoynna var eygna- vitni til ein sjáldsam- an tilburð. Manning á norskum nótabáti var upplivdi eisini bjarta ljósið, sum sambært stjørnufrøðinginum Pól Jespersen helst hevur verið ein rúmd- arsteinur NÁTTÚRA Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Náttina til mikudagin vóru manningar á skipum, tyrlu og fólk frá landi eygnavitni til eitt sjáldsamt bjart ljós við nógvari ferð á luftini norðanfyri Føroyar. Bæði MRRC-sjóbjargingarstøðin og løgreglustøðin fingu frá- boðanir um sjáldsama tilburðin frá skipum, tyrlu og fólki á landi líka úr Norð- oyggjum og suður til Sands, so talan hevur verið um ein sjónligan tilburð, sum hevur verið at síggja frá stórum parti av Føroyum. Eygnavitni Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways var náttina til mikudagin á náttarvenjing, og staddir eystanfyri Svín- oynna út fyri Draganum bóru teir eyga við bjarta ljósið. – Náttin gjørdist eina løtu til dag, og ljósið var sera bjart, áðrenn stóra logandi eldkúlan fór í havið. Kjarnin á kúluni var heilt hvítur, meðan stórir logar vóru kring kúluna. Talan var um ein ógvuliga flotta og stórsligna sjón, men einu løtu óttaðust vit, at ljósið fór at koma ov nær, greiðir tyrluflogskiparin Hans Erik Jakobsen frá. Spurdur um støddina á lutinum, teir sóu, sigur Hans Erik, at teir upplivdu bjarta ljósið sum sera stórt, hóast tað sjálvsagt er ógjør- ligt at siga, tá frástøðan ikki er kend. – Í okkara eygum sá ljósið út til at vera størri enn nakað skip ella flogfar, men ljósið kann sjálvsagt hava verið nógv longri burtur, enn vit upplivdu, so tað er ógjørligt at áseta støddina á lutinum, sigur tyrluflogskiparin. Fráboðanir Av MRCC-sjóbjargingar- støðini verður sagt frá, at teir fingu fráboðanir frá bæði tyrlu, skipum og fólki á landi úr Norðoyggjum, Eysturoynni, Tórshavn og Sandoynni. – Vit hava ongantíð fing- ið fráboðan um slíkt fyrr, men vit skiltu, at ljósið hvarv í havið, so vit fóru ongantíð avstað. Ein norskur nótabátur lá um 200 kilometrar í ein land- nyrðing úr Føroyum, og teir vóru eygnavitni til tilburðin og boðaðu okkum eisini frá. Norsku fiskimenninir søgdu, at kúlan kom til sjóndar í ein vestan og hvarv í ein eystan, og teir hava eftir øllum at døma verið sera nær tilburðinum, verður sagt av MRCC- støðini Rúmdarsteinur Pól Jespersen, sum undir- vísir á Føroya Studenta- skúla í Tórshavn, hevur undirvíst og skrivað læru- bøkur um m.a. slík evni. Hann kann sjálvsagt ikki siga við vissu, hvat talan var um norðanfyri Føroyar, men tað er sambært honum sannlíkt, at talan hevur upprunaliga verið um ein rúmdarstein, sum er komin inn í okkara atmosferu utt- an at vera kókaður burtur, sum teir vanliga gera. – Tað, at steinar koma niður á jørðina úr rúmdini, er ikki heilt óvanligt. Fyrst eita teir flogsteinar, og tá teir koma inn í okkara loft- hav, er talan um tað, vit kalla stjørnuskot. Um stjørnuskotið yvirlivir á ferðini móti jørðini, kalla vit tað ein loftstein, og tað er møguliga tað, fólk hava borið eyga við norðanfyri Føroya, sigur Pól Jesper- sen. Hann greiðir frá, at nógvir slíkir eru á veg móti jørðini, men teir plaga at brenna upp og gerast til dust, áðrenn teir lenda á jørðini. Jørðin tyngist hvørt ár fleiri túsund tons av tilfari úr rúmdini, men tá tilfarið rakar jørðina, er tað vanliga dust og ikki sjón- ligir steinar. – Men av og á eru sjáld- som undantøk, tá loftstein- arnir yvirliva á ferðini móti jørðini, og hetta er møgu- liga eitt av hesum undan- tøkum, sigur Pól Jespersen. Men Pól leggur afturat, at tað als ikki er vist, at stein- urin er farin í havið, tí hann kann saktans hava verið langt burturi, verða farin framvið jørðini og horvin í horisontinum. Pól Jespersen sigur, at hann hevur spurt føroysku myndugleikarnar fyrr, um nakar slíkur loftsteinur er funnin í Føroyum, og svarið var nei. – Men frásagnirnar frá fólki eru fleiri í Føroyum, og t.d. skrásetti ein radari í Mjørkadali einaferð ein lítlan lut í luftini, sum lendi í Føroyum. Uttanlanda eru stór arr eftir slíkum stein- um úr rúmdini, og gitnastu tilburðirnir eru helst frá 1947 í Sibiria, tá ein stein- ur, sum vigaði 1,7 tons rakti jørðina, eins og í Arizona í USA, tá ein líknandi til- burður fór fram og gjørdi eitt kilometra stórt hol. Jørðin hevur fleiri slík arr, sum hevur tíggjutals kilo- metrar í tvørmál, sigur Pól Jespersen at enda. Vit føroyingar kunnu bert fegnast um, at steinurin ikki rakti okkara smáu oyggjar... Stórur rúmdarsteinur norðanfyri Føroyar Eingin veit, nær kilometra stóra og sera djúpa holið í oyðimørkini í Arizona í USA kom, men holið hevur vakt ans um allan heim Tyrlu- og skipsmanning var náttina til mikudagin vitni til eitt sterkt og bjart ljós á luftini eystanfyri Svínoynna. Talan er helst um ein upprunaligan rúmdarstein, heldur Pól Jespersen, sum hevur skrivað um slíkar tilburðir