hósdagur 27. januar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 18 - 27. januar 2005
SL onga
viðmerking
til málið
FLUTNINGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin royndi at gjár
at fáa eina viðmerking
um lønarreguleringina
frá
Strandfaraskipum
Landsins, ið er arbeiðs-
gevari hjá teimum, sum
koyra fyri Bygdaleiðir.
Vit hittu Andrass Jen-
sen, sum er deildarleið-
ari á samferðsludeildini,
ið hevur Bygdaleiðir og
Oyggjaleiðir undir sær.
Andrass segði seg ikki
hava hug at gera við-
merkingar til ítøkiliga
málið, nú tað er til við-
gerðar.
Spurdur, um hann vildi
vátta, at lønarregulering-
in er vorðin eitt stríð
millum teir, sum koyra
fyri
Bygdaleiðir
og
stovnin, segði hann, at nú
mugu partarnir fyrst fáa
at síggja, um hetta er eitt
stríð ella ikki.
- Eg eri so nýggjur í
hesum starvi, at eg kenni
ikki nakað serligt til sátt-
málarnar, sum vóru gald-
andi undan hesum, vit nú
hava.
Hann vísti á, at tá ið tú
hevur sáttmálar við aðrar
partar, vil tað altíð vera
soleiðis, at einstøk mál
koma upp at venda, sum
hann tekur til.
- Hetta kunnu vera smá
mál ella størri mál, sum
partarnir tulka á ymiskan
hátt.
Andrass vísti á, at tíðin
fer at vísa, um tulkingar-
nar av lønarregulering-
unum hjá teimum, sum
koyra fyri Bygdaleiðir,
fer at gerast eitt stríðsmál
millum partarnar ella
ikki.
- Men sum sagt; eg
havi ongar viðmerking-
ar til ítøkiliga málið í løt-
uni, nú tað er til við-
gerðar, segði Andrass
Jensen, tá ið Sosialurin
tosaði við hann í gjár.
Ikki at hitta
Vit royndu eisini at fáa
viðmerkingar frá Sig-
mundi Poulsen, sakfør-
ara, til málið um lønar-
reguleringina, men sam-
bært skrivstovu hansara
verður Sigmund ikki at
hitta aftur fyrr enn í dag.
Teir, sum koyra fyri
Bygdaleiðir, siga seg
hava togast við stovnin
um lønarreguleringina
tað mesta av einum ári.
- Vit eru fullkomiliga
ósamdir um tulkingina
av hesum partinum av
sáttmálanum og hava tí
vent okkum til sakførara,
sum fer at taka málið upp
fyri okkum, siga bussfør-
ararnir, sum longu hava
avgjørt, at málið fer til
ein gerðarrætt, um sak-
førarin metir, at hetta er
gongda leiðin.
Á farstøðini við
Bursatanga í Havn
letur nýggj ferða-
skrivstova upp um
einar fjúrtan dagar.
Tað er fyrrverandi
leiðarin á skrivstov-
uni hjá Maersk Air í
Føroyum, sum nú fer
at royna seg á egnum
veingjum
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Ein nýggj vinnulig ferða-
skrivstova verður væntandi
latin upp í Havn um einar
tvær vikur. Nýggja fyri-
tøkan fer at eita Alpha
Travel, og fer at leggja seg
eftir at handla við vinnu-
fyritøkur
og
almennar
stovnar.
Tommy Næs Djurhuus,
ið eigur Alpha Travel, sigur,
at ætlanin er at lata upp
eina ferðaskrivstovu, sum
fer at leggja seg eftir at
selja ferðaseðlar og tænast-
ur, til fólk, sum ikki vanliga
ganga eftir prísinum, men
heldur, hvussu eitt nú hotel,
tey skulu búgva á, liggja í
mun til ráðstevnuhøli, flog-
vallir ella hvat nú kann vera
avgerandi í slíkum førum.
Eisini fer skrivstovan
sum nakað nýtt í Føroyum
at hava avgreiðslu alt sam-
døgurði, sigur hann.
Hetta er júst ein liður í
teirri tænastu, ein slík
vinnulig
ferðaskrivstova
skal geva kundum sínum,
sum kunnu vera for-rætn-
ingsfólk,
sjómenn
ella
onkur heilt annar, ið eru
stødd ymsastaðni á knøtt-
inum, har avgreiðslutíðir
okkara ikki passa við tær
arbeiðstíðir, ið har eru. Tá
skal kundin bara kunna
ringja og altíð fáa svar,
sigur Tommy Næs Djur-
huus.
Eisini í aðrar mátar er ein
slík vinnulig ferðaskristova
eisini øðrvísi enn tær, har
fólk vanliga fara inn at
keypa sær ein feðraseðil til
Gran Canaria ella Kreta.
Her fara kundarnir at hava
konto, sigur Tommy Næs
Djurhuus.
Nýggja ferðasskrivstovan
Alpha Travel, liggur væl
fyri. Hon húsast í ovaru
hæddini á farstøðini á
Bursatanga í Havn, har
rættiliga nógv fólk kemur
og fer, bæði í samband við
flogrutur og aðrar rutur.
Flestu
ferðaseðlarnir
skulu fyrr ella seinni um
flogvøllin, sigur Tommy
Næs Djurhuus, so í so máta
er tað høgligt at hava buss-
arnar standandi í túninum.
Hann roknar við at kunn
lata upp um eina fjúrtan
dagar ella so. Í løtuni verð-
ur bíðað eftir eini IATA
góðkenning,
sum
skal
koma úr Svøríki. Har verða
settar strangar treytir, og tí
er tað eitt sindur umstendi-
ligt at fáa hesa góðkenning-
inga. Men tá hon er komin,
er klárt at fara í gongd, sig-
ur Tommy Næs Djurhuus,
sum sjálvur annar fer at
arbeiða á Alpha Travel.
Nýggj ferðaskrivstova á farstøðini
Mikumorgunin
kunngjørdi Kaup-
thing Bank rokn-
skapin fyri 2004
ROKNSKAPUR
tíðindaskriv
Úrslitið hjá Kaupthing vaks
109,6% í 1,4 milliardir
DKK í 2004. Í mun til fyri
árið síðan vaks úrslitið fyri
seinasta ársfjórðing 66,1%.
Nettoinntøkan
vaks
52,8% meðan tilsvarandi
rakstrarútreiðslur
einans
vuksu 32%
Rentingin av eginpening-
inum eftir skatt fyri 2004
gjørdist 22,6% í mun 23%
árið frammanundan,
Samlaðu ognirnar í fe-
lagnum vuksu 174,6% og
eru í dag 136,5 milliardir
DKK, harav útlán til kund-
ar bankans 99 milliardir
DKK. Stóri vøksturin stav-
ar serliga frá keypinum av
danska vinnilívsbankanum
FIH.
Eginpeningurin í bank-
anum var við árslok 2004
13,6 milliardir DKK og
solvensurin 14,2%.
Kreditvirðið av bankan-
um er enn einaferð hækkað
av kreditmetingarstovnurin
Moody´s.
Tað hevur eisini gingið
væl hjá Kaupthing Virðis-
brævameklarafelag í 2004.
Kaupthing
virðisbræva-
meklarafelag
almanna-
kunngerð sín roknskap um
hálvan mars.
Metúrslit hjá Kaupthing Bank
Tommy Næs Djurhuus fer um einar tvær vikur at lata vinnuligu ferðaskrivstovuna Alpha Travel upp á farstøðini á Bursatanga
Mynd: Bárður Lydersen
Frá týsdegnum, 1. februar,
verður ikki longur gjørligt
at avgreiða ørindi hjá Post-
verkinum í SMS.
Tað hevur verið alment
kent í eina tíð, at avgreiðsl-
an í SMS fór at steingja, nú
sparingar av ymsum slag
enn einaferð skulu fremjast
á stovninum, og mikumorg-
unin kom so tíðindaskriv,
har endaliga avgerðina varð
fráboðið.
Postsmogurnar í SMS
verða tó verandi á staðnum
eina tíð afturat, men ætlan-
in er, at hesar í framtíðini
skulu flytast til høvuðs-
deildina
á
Óðinshædd,
verður sagt í tíðindaskriv-
inum.
Flytingin viðførir sjálv-
sagt, at pláss verður tøkt í
SMS, men enn er ikki gjørt
av, hvat skal henda við
hesum.
- Vit eru í ferð við at
planleggja eina komandi
umbygging ella renovering
av SMS, og plássið, har
Posthúsið hevur verið, er so
ein partur av hesum, er
einasta viðmerkingin, sum
Hans Mortensen, stjóri í
SMS, hevur til hetta.
-jm
Posthúsið í SMS letur aftur