Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 27. januar 2005 5 - Hetta snýr seg um miljónir, og óhugs- andi er ikki, at málið endar í einum gerðar- rætti, siga bussfør- arar, sum nú hava vent sær til sakførara við málinum. Teir halda, at sáttmálarnir við Bygdaleiðir verða ov lítið reguleraðir – og als ikki á sama hátt, sum teir gomlu, ið lógu til grunds fyri tilboðnum, vórðu reguleraðir FLUTNINGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í skjótt eitt ár hava buss- førarar, sum hava sáttmála við Bygdaleiðir, stríðst við at fáa eina betri lønarregu- lering, men hetta hevur higartil ikki eydnast. Part- arnir tulka sáttmálan ym- iskt – ja, so ymiskt, at talan er um miljónir á muni mill- um tulkingarnar. Allir, sum hava sáttmála við Bygda- leiðir, standa saman í hes- um máli, og teir vendu sær herfyri til sakføraran, Sig- mund Poulsen, sum nú tekur sær av málinum fyri teir. - Vit eru rættiliga ósamd- ir við Bygdaleiðir um tulk- ingarnar, og vit halda, at sáttmálarnir verða ov lítið reguleraðir, siga bussførar- ar, sum Sosialurin hevur tosað við. Tað eru einir níggju ar- beiðstakarar kring landið, sum hava høvuðssáttmálar við Bygdaleiðir, og síðan eru fleiri undirsáttmálar. - Vit hava einki felag, sum vit stríðast saman við, men vit standa saman, allir sum ein. Tað er eitt Bussfelag, men í hesum felag eru fleiri aðrir limir enn teir, sum koyra fyri Bygdaleiðir, og tí hava teir, sum hava sátt- málar við Bygdaleiðir, valt at koyra hetta málið sjálvir – og nú við hjálp frá sakfør- ara. - Sáttmálarnir eru í lagi, um vit fingu ta regulering, sum vit fingu við gomlu sáttmálunum. Í harðari kapping millum arbeiðs- takarar bjóðaðu vit út frá teimum fyritreytum, sum vóru galdandi framman- undan, men nú vilja Bygda- leiðir hava, at løna-rregu- leringin verður øðrvísi, enn hon áður hevur verið. Sum skilst, vilja Bygda- leiðir, at reguleringin í sátt- málunum hongur saman við prístalinum, men ar- beiðstakararnir duga ikki at síggja, hví tær vørur, sum prístalið byggir á, nú knappliga skulu nýtast sum grundarlag fyri reguler- ingini hjá teimum. - So, her eru vit rúkandi ósamdir, siga bussførarar- nir, sum Sosialurin hevur tosað við. Klára ikki skeiðið Sáttmálarnir, sum bussfør- ararnir hava við Bygda- leiðir, eru galdandi í fimm ár, og teir flestu hava hálvt triðja ár eftir. Onkur sátt- máli er gjørdur eitt sindur seinni, og gongur tí eisini út eitt sindur seinni. Men hvat kann so í ringasta føri spyrjast burtur úr, um regu- leringin ikki kemur upp á pláss, soleiðis sum arbeiðs- takararnir høvdu væntað, tá ið teir bjóðaðu upp á rutur- nar? - Tað kann henda, at onk- ur arbeiðstakari, sum hevur ein lakari sáttmála, ikki klárar at koyra alt skeiðið, og tískil noyðist at gevast – um lønarreguleringin ikki kemur upp á pláss. Sum skilst á bussførarun- um hjá Bygdaleiðum, eru vónirnar um loysn á trætuni ikki nakað serligar, og tí er ikki óhugsandi, at málið endar í einum gerðarrætti. - Umsitingin hjá Bygda- leiðum avvísir okkum, og tí noyðist nú sakførari okkara at taka málið upp. Arbeiðstakararnir siga seg ikki hava hugsað um tiltøk, har koyringin møgu- liga verður niðurløgd fyri at mótmæla reguleringini, men teir halda hinvegin, at tað "bleytasta" er at lata ein gerðarrætt taka støðu í mál- inum. - Vit hava samtykt at koyra málið í ein gerðar- rætt, um sakførari okkara kemur til somu niðurstøðu, siga bussførararnir, sum Sosialurin hevur tosað við. Stríð um lønar- reguleringina hjá Bygdaleiðum - Vit hava samtykt at koyra málið um lønarreguleringina í ein gerðarrætt, um sakførari okkara kemur til somu niðurstøðu, siga bussførararnir, sum hava sáttmála við Bygdaleiðir Tilvildarlig mynd