hósdagur 27. januar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 18 - 27. januar 2005
Vágs Býráð tvíheldur
um, at miðnáms-
skúlin skal byggjast í
Vági og tað hevur
eisini givið honum
byggiloyvi. Men
Býráðið ætlar eisini at
tosa við Landsstýrið
um at byggja
røktarheim í Suðuroy
MIÐNÁMSSKÚLI OG
RØKTARHEIM
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er eitt tekin um eitt
frískt samfelag, at borgar-
arnir eru vaknir og fylgja
við tí, sum hendir.
Við
hesum
orðunum
heilsaði
Kirstin
Strøm
Bech, borgarstjóri í Vági
teimum 200 mótmælisfólk-
unum, sum vóru møtt á bý-
ráðsfundi í Vági týskvøld-
ið.
Tað var ikki av ongum, at
200 vágbingar gingu krav-
gongu týskvøldið.
Býráðsfundurin
týs-
kvøldið var nevniliga tann
týdningarmesti hjá býráðn-
um nakrantíð, vóru tað
nógv, sum hildu.
Á
hesum
fundinum
skuldi býráðið nevniliga
viðgerða
ætlanina
hjá
landsstýrinum
at
flyta
ætlaða miðnámsskúlan í
Vági og leggja hann í ein
skúladepil í Hovi, saman
við heilsuskúlanum og at
byggja røktarheim í Vági
ístaðin.
Um tað var kravgongan
sum gjørdi munin skal vera
ósagt. Men í øllum førum
samtykti ein meiriluti í Bý-
ráðnum at halda fast við, at
miðnámsskúlin skal byggj-
ast í Vági.
Tá ið býráðsfundurin var
settur, royndi Kirstin Strøm
Bech, borgarstjóri, at fáa
málið um ætlanina hjá
landsstýrinum útsetta til
næsta býráðsfund.
Hon helt, at tað var rætt
at útseta málið so at tey,
sum ikki hildu at tey vistu
nóg nógv um málið, kundi
fáa tað neyðugu kunning-
ina.
– Fyri borgarunum hava
vit skyldu til at kunna okk-
um so væl sum gjørligt um
tey mál, vit hava til við-
gerðar, segði hon.
Tí mælti hon til, at málið
varð útsett til næstafund, so
at býráðið kundi fáa fund
við landsstýrið fyri at fáa
vita itøkiliga, hvørjar ætl-
anirnar vóru.
Hinvegin hildu býráðs-
limir hjá tjóðveldisflokkin-
um, at tað vóru fá mál, sum
tað varð kunnað so væl um,
sum hetta, og at tey, sum
ikki vóru kunnað um tað
nú, vórðu tað ongantíð.
Urslitið var, at uppskotið
um at útseta málið, varð felt
og sostatt kom tað til við-
gerðar.
Eiga at tosa við
landsstýrið
Tá ið so málið kom til við-
gerðar, helt borgarstjórin, at
tað var rætt at ganga lands-
stýrinum á møti um at
koma á fund um ætlanina at
byggja skúyladepil í Hovi
og røktarheim í Vági.
Hon helt, at tað var rætt
at fáa fund við landsstýrið
fyri at vita, akkurát, hvør
ætlanin er.
– Hetta er ikki tað sama
sum at avreiða miðnáms-
skúlan av bygdini, tí vit
skulu ikki taka endaliga
støðu til málið nú. Men tað
er rætt at fáa málið lýst frá
øllum síðum og tí haldi eg,
at vit eiga at tosa við lands-
stýrið fyri at fáa málið lýst.
Kirstin Strøm Bech vísti
bæði til Økismenningar-
álitið, eldraálitið og ráð-
stevnuna í Øravík fyrr um
dagin.
– Allastaðni verður víst á,
at fólkatalið minkar og at
tað serliga er stórt trot á
størvum til konufólk og al-
mennum
størvum
sum
heild.
Hon vísti á, at í kreppu-
árunum fluttu ikki færri
840 fólk úr Suðuroynni og
av teimum vóru heili 416
konufólk í burðardyggum
aldri.
– Tí eigur býráðið at við-
gera alt, sum kann skapa
almenn arbeiðsplás í oynni,
segði hon.
Ongin munur
Jógvan Krosslá segði, at
ágangurin á miðnámsskúl-
an var øgiligur og hann
dugdi ikki at síggja nakran
mun á, antin hann verður
bygdur í Vági ella í Hovi.
Men hann helt at Vágs
Býráð av øllum, kundi ikki
siga ja til at flyta miðnáms-
skúlan úr bygdini.
Hans Joensen var púra
samdur. Hann vísti á, at nú
var komið so langt, at tað er
klárt at byggja heilt skjótt.
Hann metti, at skúlin kundi
skapa trivnað í bygdini og
hann helt, at býráðið kundi
ómøguligt
lóggeva
45
milliónir úr bygdini.
Men hann tók avgjørt
undir við, at ellisheim verð-
ur bygt fyri tað og hann
helt, at býráðið kundi á
einum seinni fundi bjóða
landsstýrinum
ókeypis
grundstykki til eitt ellis-
heim.
Halda fast
Tað endaði við, at Dánjal
Bjarkhamar skeyt upp, at
býráðið samtykti at halda
fast um støðuna hjá undan-
farna býráðið um, at skúlin
skal byggjast í Vági, sum
ætlað.
Men harafturat vildi hann
hava býráðið at samtykkja
at tosa við landsstýrið um
at byggja røktarheim í
Suðuroy.
Og hetta uppskotið varð
samtykt. Seks býráðslimir
atkvøddu fyri og tríggir
atkvøddu ikki.
Teir, sum atkvøddu fyri,
vóru
Ásgerð
Stenberg,
varaborgarstjóri,
Jógvan
Krosslá, Hans Joensen,
Dánjal Bjarkhamar, Sølvi
Andreasen og Poul August-
inussen.
Tey, sum atkvøddu blankt
vóru sostatt Kirstin Strøm
Bech, borgarstjóri, Eyðfinn
Mørk og Svenning Borg.
Vágbingar vendu tummulin niðureftir
Býráðslimir í Vági vóru umgyrdir av mótmælisfólki, tá ið tað viðgjørdi ætlanina hjá landsstýrinum um at flyta miðnámsskúlan til Hovs og at byggja røktarheim í
Vági ístaðin
Eini 200 fólk gingu kravgongu í Vági týskvøldið fyri at mótmæla at miðnámsskúlin verður fluttur til Vágs, so tað var trongligt í
býráðsalinum, tá ið býráðið viðgjørdi málið. Um tað var hetta, sum gjørdi munin, skal vera ósagt, men ein meiriluti av Býráðnum
gekk kravinum á møti