hósdagur 27. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 27. januar 2005
7
– Dettur ætlanin um
skúladepil í Hovi
niðurfyri, fer lands-
stýrið ikki at tosa við
Vágs Býráð um eitt
røktarheim, sigur
Hans Pauli Strøm
SKÚLADEPIL OG
RØKTARHEIM
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Landsstýrið hevur fingið
nakað at hugsa um, nú
Vágs Býráð heldur fast um
at
miðnámsskúlin
skal
byggjast í Vági.
Uttan at hava tosað við
landsstýrið, metir Hans
Pauli Strøm, landsstýris-
maður í almannamálum, at
ætlanin un skúladepil í
Hovi og røktarheim í Vági
er nú dottin burtur.
– Talan var um eitt saml-
að tilboð til suðuroyingar.
Taka kommunurnar ikki
undir við tí, meti eg, at til-
boðið dettur burtur, sigur
landsstýrismaðurin.
Hann sigur eisini, at av tí
at talan var um eitt samlað
tilboð, kunnu vágbingar
ikki bara taka tað burturúr,
sum hóvar teimum best og
nokta at tosa um tað, sum
ikki hóvar teimum.
Tí heldur hann ikki, at
landsstýrið bara kann fara á
fund við Vágs Býráð um
røktarheim í Suðuroy, sum
býráðið annars legði upp til
á
býráðsfundinum
týs-
kvøldið.
– Tað er óviðkomandi at
Vágs Býráð pilkar ein part
burturúr heildini og vil tosa
við landsstýrið um eitt
røktarheim, tí talan er ikki
um eitt røktarheim fyri
Vág, men fyri alla Suðuroy.
– Hetta var eitt tilboð um
at byggja eitt stórt røktar-
heim í Suðuroy og at
byggja tað í Vági, tí vit
halda, at har halda vit at tað
ger størst gagn, sum støðan
er. Somuleiðis skuldi hetta
røktarheimið
raðfestast
frammanfyri øll onnur røkt-
arheim. Hetta var samstun-
dis eitt tilboð frá øllum
landsstýrinum og allari
samgonguni.
Hans Pauli Strøm sigur,
at nú er støðan tann, sum
hon var frammanundan, har
landsstýrið fer at viðgera
eina umsókn frá Vágs
Býráð um at byggja upp í
eldrasambýlið í Vági.
Men tað er eitt mál, har
Vágs Kommuna einsamøll
skal betala 90% av rakstr-
inum. Hinvegin skal kom-
munan ikki betala eitt oyra
av rakstrinum av einum
røktarheimi.
Kortini leggur Hans Pauli
Strøm dent, at hann fer
fegin at tosa við Vágs Bý-
ráð um at byggja sambýlið
út og um onnur mál, sum
býráðið hevur á skránni.
– Men sum eg síggi tað,
er hetta tilboðið um eina
samlaða ætlan fyri alla
oynna við skúladepili og
røktarheimi, burturdottin
og Vágs Býráð kann ikki
væntað at tað ber til at taka
ein part burturúr heildini og
fremja tað, sum passar
býráðnum best og lata tað
fella,
sum
ikki
hóvar
kommununi.
Hans Pauli leggur seg
heldur ikki út í hvussu
stórur ella lítil meirilutin í
Vági er.
– Ein meiriluti er ein
meiriluti, soleiðis er fólka-
ræðið og fyribils er mín
støða tann, at vit kunnu ikki
seta eina loysn í verk í
Suðuroy, sum kommunurn-
ar ikki taka undir við, tí vit
kunnu ikki tvinga Vágs
Kommunu til nakað.
Hann sigur kortini, at
landsstýrið fer nú at tosa
saman um støðuna.
Løgið at
Vágs Býráð
ikki vil tosa
við okkum
Jóannes Eides-
gaard, løgmaður,
undrast á at Vágs
Býráð ikki so
mikið sum vil
tosa við Lands-
stýrið um ætlanin
at byggja røktar-
heim í Vági og
skúladepil í Hovi
SKÚLADEPIL OG
RØKTARHEIM
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tá ið vit ikki so
frægt kunnu tosa sam-
an, ber eisini illa til at
samstarva saman.
– Jóannes Eides-
gard, løgmaður undr-
ast á, at Vágs Býráð
ikki so frægt sum vil
tosa við landsstýrið
um ætlanina at byggja
skúladepil í Hovi og
røktheim í Vági.
Men hann ásannar,
at hetta er so støðan
hjá Vágs Býráði og tað
landsstýrið so bara
taka til eftirtektar.
Hann sigur, at lands-
stýrið mán ú taka mál-
ið til viðgerðar og taka
støðu til, hvørja støðu
tað skal taka.
Hann sigur, at lands-
stýrið hevur biðið um
svar frá kommununum
í Suðuroy og av teim-
um sjey kommunun-
um, hava seks komm-
unur játtað at tosa við
landsstýrið og tað skal
eisini havast í huga.
Verður øll oyggin
tikin undir einum, er
stórur meiriluti fyri at
tosa við landsstýrið og
støða skal nú takast til,
hvat skal henda, hóast
ein lítil partur av oynni
hevur eina aðra støðu.
Landsstýrið má sjálv-
andi taka støðu til um
ein lítil partur av var
negativur ímóti ætlan-
ini.
Løgmaður vísur eis-
ini á, at serfrøðingar
vísa á, eisini á ráð-
stevnuni í Øravík týs-
dagin, at tað sum
størstur tørvur er á í
Suðuroy,
er
konu-
fólkastørv. Og er tað
nakað, sum eitt røktar-
heim er, so er tað eitt
arbeiðspláss til konu-
fólk, sigur løgmaður.
Skal tað skerast heilt
út í papp, vóru tað
tveir býráðslimir í
Vági, sum torpeder-
aðu ætlanina hjá
landsstýrinum at
byggja skúladepil í
Hovi og røktarheim í
Vági
SKÚLADEPIL OG
RØKTARHEIM
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ivingarsamt, hvørja
lagnu ætlanin hjá landsstýr-
inum um at byggja ein
skúladepil í Hovi og røktar-
heim í Vági, fær.
Landsstýrið vildi hava
kommunurnar at siga sína
hugsan um málið, áðrenn
farið var víðari.
landsstýrið vildi hava at
vita, um kommunurnar í
Suðuroy tóku undir við
ætlanini so at greiða fekst á
um hetta er nakað hjá
landsstýrinum at arbeiða
víðari við.
Upprunaliga hevur verið
ætlanin at byggja heilsu-
skúla á Tvøroyri og mið-
námsskúla í Vági. Men fyri
at rationaliserað bygging-
ina og raksturin, hevur
landsstýrið skotið upp at
byggja báðar skúlarnar í ein
depil í Hovi. Fyri at grund-
stykkið, sum er grivið út
fyri skúlanum í Vági, ikki
skal fara fyri skeyti, skjýtur
landsstýrið upp at byggja
røktarheim á stykkinum
ístaðin.
Umframt at gera bygging
og rakstur bíligari upp á
seg, heldur landsstýrið at
ein skúladepil í Hovi kundi
verið við til a samansjóða
oynna. Samstundis er stórt
trot á røktarheimi og somu-
leiðis kundi hetta skapt
nógv arbeiði í byggivinn-
uni. Hetta hevði eisini
skapt nógv almenn arbeiðs-
pláss í Suðuroy, serliga
konufólkastørv, sum serliga
stórt trot er á.
Nú hava so allar komm-
unurnar svarað landsstýrin-
um.
Av teimum sjey komm-
ununum í oynni, eru tær
seks til reiðar at tosa við
landsstýrið um ætlanina.
Men ætlanin fekk eitt
skot fyri bógvin, tá ið málið
var til viðgerðar í Vágs
Býráði týskvøldið, tí har
samtykti ein meiriluti uppá
seks av teimum níggju
býráðslimunum, at halda
fast um upprunaligu ætlan-
ina at byggja skúlan í Vági.
Vágbingar vilja tó fegnir
tosa við við landsstýrið um
at byggja røktarheim í Suð-
uroy.
Tað merkir, at talan var
um ein meiriluta uppá tveir
býráðslimir, sum feldu
uppskotið um at tosa við
landsstýrið.
Her skal tó skoytast uppí
at í Sumba var tann eini
bygdaráðslimurin
eisini
fyri at halda fast um upp-
runaligu ætlanina at byggja
skúlan í Vági, men hinir
fýra vóru fyri at tosa við
landsstýrið.
Í Suðuroy eru tilsamans
43 bý- og bygdaráðslimir
og av teimum eru tað so
tveir býráðslimir í Vági,
sum hava havt avgerðandi
orðið at siga- í hvussu so er
fyribils, tí nú er spurning-
urin, hvørja støðu, Lands-
stýrið kemur til.
Men soleiðis er fólka-
ræðið. Býráðið umboðar
Vágs Kommunu og ein
meiriluti er ein meiriluti,
hvussu lítil hann so er…
Vágbingar vilja bara hava
uttan at lata nakað afturfyri
Tveir býráðslimir manglaðu í
Soleiðis er fólkaræðið: Ein meiriluti er ein meiriluti, hvussu lítil hann so er og í Vági vóru tað tveir
býráðslimir, sum gjørdu munin. Støðan hjá hesum báðum hevur avgerðandi týdning fyri ætlanin
at byggja skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági: Býráðssalurin var fullur av mótmælisfólki, tá ið
málið var til viðgerðar týskvøldið
Hans Pauli Strøm tekur avgerðina hjá Vágs Býráði til eftirtektar. Hetta var eitt tilboð til allar
suðuroy, so hóast allar kommunurnar tóku undir við tí, uttan Vágur, haldi eg, at tilboðið má
metast at vera burturdottið, sigur Hans Pauli Strøm. Stór kravgonga var í býráðnum, tá ið
ætlanin var til viðgerðar