hósdagur 27. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 18 - 27. januar 2005
Leygarkvøldið varð
skipað fyri stuðuls-
konsert í Kelduni í
Skálafirði. Kend
tónleikanøvn vóru á
pallinum til hesa
konsertina, ið gav
27.000 kr. Henda upp-
hæddin fer beinleiðis
til hjálpararbeiðið á
Sri Lanka
STUÐULSKONSERT
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Teir 350 áhoyrarnir í Keld-
uni fingu leygarkvøldið
eina tónleikauppliving av
teimum sjáldsomu.
Her var møguligt at hoyra
kendar sangarar í dag fram-
føra sínar sangir. Og her
varð eisini høvið at hoyra
sangkreftir, sum vóru meiri
frammi fyri nøkrum árum
síðani. Alt í alt var hetta eitt
sera fjølbroytt og ríkt
kvøld.
Luttakarar á konsertini
vóru Magni Christiansen,
Jens & Kristel Lisberg, ein
bólkur úr Lívdini í Havn og
Ecclesia úr Klaksvík, sum
stillaði upp við teirri gomlu
manningini. Henda bólkin
kenna vit frá einum av slag-
arunum
í
útvarpinum,
nevniliga "Siglur tú lív-
sins", sum enn er at hoyra,
hóast hann hevur nógv ár á
baki.
Men leygarkvøldið vísti
Ecclesia at bólkinum er enn
lív lagað, tí nú vóru tað
næsta ættarlið hjá teimum
gomlu sangarunum, sum
spældi undir.
Hetta var sum longu
nevnt ein stuðulskonsert,
og inn komu íalt 27.000 kr.
Henda upphæddin var fyrst
og fremst fingin til vega
umvegis atgongumerkini.
Men fleiri av áhoyrarunum
lótu eisini eyka, tí pening-
urin jú skuldi fara óskerdur
til tey neyðstøddu á Sri
Lanka.
Ein hægri eind
Tað var eftir herviligu flóð-
alduna 2. jóladag, og sum
kostaði umleið 200.000
fólkum lívið, at føroyingar í
hópatali tóku stig til at
senda neyðhjálp hagar.
Reyði Krossur stóð á
odda fyri tí metstóru lands-
innsavningini, men eisini
aðrar størri og smærri upp-
hæddir eru komnar inn í
neyðhjálp til tey raktu.
Vit hava hoyrt um lands-
stýrið, kommunur, stovnar,
felagsskapir, barnagarðar
og onnur, sum hava ynskt at
stuðla neyðhjálpini. Men
eisini kirkjur og samkomur
hava gjørt sítt til at tey tey
eftirsitandi í Asia kundu
byrja eina nýggja tilveru í
heimlandi teirra.
Leiðslan í samkomuni
"Kelduni"
í
Skálafirði
ynskti eisini, sum ein part
av virksemi sínum at vísa
samkenslu við tey raktu og
at stuðla teimum beinleiðis
við eini peningagávu úr
Føroyum.
Avgjørt varð tí, at skipa
fyri eini stuðulskonsert í
Kelduni seinasta leygar-
kvøld. At hava slíkar kon-
sertir í Kelduni liggur
ómetaliga væl fyri, tí bæði
ljóð- og ljósviðurskiftini
eru av teimum bestu í land-
inum.
Og seinasta leygarkvøld
fingu so hesi 350 fólkini
enn eitt høvi at uppliva,
hvussu sangur, tónleikur,
áheitan og peningarligur
stuðul kann ganga saman í
eina hægri eind samstundis.
Beinleiðis hjálp
Tað skilst bæði á fyrireik-
arum og luttakarum at hetta
hevði verið eitt megnar
kvøld. Tónleikurin var á
høgum støði, og alt gekk
upp á stás undir framførsl-
unum.
Konsertin byrjaði við eini
kunning um fylgjurnar av
herviligu flóðalduni. Terji
Vestergaard hevði sjálvur
gjørt eina framførslu, sum
var víst á stórskíggja. Her
varð støðan líkasum sett
upp, soleiðis at áhoyrarnir
fingu enn eina staðfesting
av, hvussu álvarsom henda
vanlukkan í roynd og veru
er.
Henda framførslan var
kryddrað við faktiskum
upplýsingum, myndum og
sjálvandi eisini tónleiki.
Hann hevði gjørt eina sam-
røðu við Stellu Zacharias-
sen, ið sjálv er av Sri
Lanka, og sum eisini tekur
ímóti stuðlinum frá kon-
sertini.
Stella Zachariassen er
gift við føroyingi, og hevur
í bløðunum heitt inniliga á
føroyingar um at stuðla
teimum neyðstøddu. Hon
hevur sjálvandi hjarta fyri
øllum teimum raktu, men í
størstan mun er hon upp-
tikin av støðuni hjá íbúgv-
unum á oyggj hennara, Sri
Lanka.
Við hesi konsertini fær
hon eitt gott ískoyti at lata
til tey, sum veruliga hava
brúk fyri tí. Tí tann inn-
komni
peningurin
fer
óskerdur til hjálpararbeiðið
á Sri Lanka.
Eftir framførsluna á stór-
skíggjanum spældu bólk-
arnir ein fyri og annar eftir.
Tá fólkið fór til hús hetta
kvøldið, vóru tey samd um,
at hetta hevði verið eitt gott
kvøld, men at tað eisini
hevði verið eitt álvarsamt
kvøld, tí tey høvdu verið
vitni til stóra skaðan í Asia.
Tá ein hevur savnað so
fræg nøvn, sum tey oman
fyri nevndu, er kanska
onkur sum kundi ynskt sær
eina upptøku av konsertini.
Men hetta er ikki møguligt,
hóast ein lættliga kundi
gjørt hetta, við teirri tekn-
isku útgerðini, sum finst í
Kelduni.
Tað kann so vera eitt
hugskot til eina aðru ferð!
27.000 kr. úr Kelduni til Sri Lanka
Tríggir av teimum í Ecclesia. Teir kunnu enn at syngja um sín frelsara
Magni er vælkendur sum sangari, og hann gav tí alt hann átti, eisini til hesa framførsluna
Jens Lisberg er ein av teimum meiri royndu sangarunum