Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 27. januar 2005 9 – Talentið og teknikkurin hjá Eivør Pálsdóttir er framúr, sigur dirigenturin hjá Danmarks Radio Big Band, sum væntar sær nógv av útgávuni við føroysku songkvinnuni TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Danmarks Radio Big Band væntar sær nógv av útgáv- uni, sum kenda danska ork- estrið ger saman við Eivør Pálsdóttir. Samstarvið byrjaði í fjør, tá ið Eivør var í studio sam- an við DR Big Band. Ætl- anin var, at hon skuldi syngja tveir sangir inn, men danska orkestrið var so hugtikið av føroysku song- kvinnuni, at upprunliga upptøkurnar vórðu ikki brúktar, tí orkestrið vildi heldur sleppa at gera eina heila fløgu saman við henni. Í januar mánaði var Eivør í studio saman við DR Big Band, og har var tónleikur- in til nýggju fløguna spæld- ur inn. – Talentið og teknikkurin hjá Eivør Pálsdóttir er framúr. Úrslitið er nakað heilt fyri seg og hevur tikið allar luttakararnar í hesum projektinum við stormi, sigur Nikolaj Bentzon, sum er dirigentur og framleiðari hjá Danmarks Radio Big Band. Komandi klassikari Sangirnir, sum Eivør hevur spælt inn saman við danska orkestrinum, eru sangir hjá Eivør og tulkingar av sang- um hjá øðrum. Peter Jensen og Jesper Riis hava lagt tónleikin til rættis fyri big band, men Eivør verður framvegis í miðdeplinum við síni frálíku rødd. – Eivør hevur ein serstakt listarligt úttrykk, sum kanska byrjar og endar við Føroyum, men sum har- ímillum avdúkar nógvar aðrar eginleikar og ávirkan- ir. Tað gevur samanlagt ein solist við sterkum, hugtak- andi og upprunaligum eyð- kenni, sigur Nikolaj Bent- zon. – Vit kenna á okkum, at vit hava gjørt ein komandi klassikarar, sigur hann um útgávuna, sum kemur út seinni í ár. Eisini konsertir Umframt útgávuna skulu Eivør Pálsdóttir og Dan- marks Radio Big Band eis- ini hava konsertir saman – bæði í Danmark og í øðrum londum. Konsertirnar verða í tveimum umførum í ár. Í mars mánaði verða konsert- ir ymsastaðni í Danmark, og í heyst spæla tey í Dan- mark og øðrum londum. Fyrsta konsertin verður 18. mars í mentanarhúsnum Gimle í g Føllenslev. Síðani verða konsertir í Næstved, Copenhage Jazzhouse, Hallkær Kro og í Aalborg. Formaðurin í stýr- inum fyri Listasavn Føroya roknar við, at leiðarastarvið á Listasavnið verður lýst leyst av nýggjum. Men so skal stýrið fyrst semjast um orðingina fyri eina lýsing LISTASAVN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stýrið fyri Listasavn Føroya kann ikki semjast um, hvør skal setast í starv- ið sum leiðari fyri savnið, og nú er sannlíkt, at starvið verður lýst leyst av nýggj- um. Tvær innstillingar og meirilutin peika á Helga Fossádal, men formaðurin í stýrinum er ímóti, tí hann heldur, at leiðarin sambært starvslýsingini skal hava listfrøðisliga útbúgving, og tað hevur Helgi Fossádal ikki. – Fyri mær er tað púra greitt, at leiðarin á Lista- savninum skal hava list- frøðisliga útbúgving, sigur Gunnar Hoydal, formaður í stýrinum fyri Listasavn. Hann heldur, at hetta er so avgerandi fyri starvs- setanina, at hann vil ikki boyggja seg, hóast viðtøk- urnar fyri Listasavnið siga, at avgerðir í stýrinum verða tiknar við vanligum meiri- luta, og tríggir av fýra lim- um vilja hava Helga Fossá- dal í starvið. Nýggj lýsing kann skapa stríð Tað hevur ikki eydnast stýr- inum at gera eina felags niðurstøðu, hóast fýra fundir hava verið um málið, og nú vil meirilutin hava landsstýrismannin við mentamálum at staðfesta avgerðina hjá teimum. Landsstýrismaðurin hev- ur áður víst málinum frá sær, tí hann sigur, at tað er stýrið fyri Listasavnið, sum skal seta leiðaran. Verður hetta aftur svarið frá Jógvan á Lakjuni, er tað sannlíkt, at starvið sum leiðari á Listasavni Føroya verður lýst leyst av nýggj- um. – Um landsstýrismaðurin einki vil gera við málið, so mugu vit í stýrinum aftur tosa um málið, og so er mest sannlíkt, at starvið verður lýst leyst av nýggj- um, sigur Gunnar Hoydal. Og spurningurin er so, hvussu tað verður við nýggju starvslýsingini. – Stýrið skal semjast um eina orðing til starvslýsing- ina, áðrenn starvið verður lýst leyst av nýggjum, sigur formaðurin í stýrinum. Júst hendan orðing og týdningurin, sum verður lagdur í, at leiðarin skal hava listfrøðisliga útbúgv- ing, kann gerast næsta stríðsmálið í stýrinum fyri Listasavnið. Býráðs- fundur útsettur Fyrsti regluligi bý- ráðsfundurin hjá ný- valda býráðnum í Klaksvík skuldi verða týskvøldið, men á middegi varð hann av- lýstur. Orsøkin verður søgd at verða, at nøkur praktisk viðurskifti forðaðu fyri, at fund- urin kundi haldast. Býráðsfundurin er útsettur í nakrar dagar, og lýst verður, tá ið hann verður hildin. Tosa um nýtslu hjá børnum Hóskvøldið fer Erika Anna Hayfeld at tosa um børn og teirra brúk. Tað ger hon á Klaksvíkar bókasavni frá klokkan 19.30. Erika Anna Hay- field er phd-studer- andi í tí partinum av marknaðarførslu, ið snýr seg um atburðin hjá brúkarum. Hon fer at tosa um tann týdn- ing, børn hava sum brúkarar. Sagt verður, at fyri- lesturin er á føroysk- um og einum støði, sum er vælegnaður til bæði ung og vaksin. Aftaná fyrilesturin verður høvi at seta spurningar. Eisini verður kaffi og køkur at fáa. Eivør er nakað serligt Dirigenturin hjá Danmarks Radio Big Band, Nikolaj Bentzon, væntar sær nógv av samstarvinum við Eivør Pálsdóttir Starvið helst lýst leyst aftur Stýrið fyri Listasavn Føroya klárar ikki at seta nýggjan leiðara, tí formaðurin og hinir stýrislimirnir eru ósamd. Nú endar tað helst við, at starvið verður lýst leyst av nýggjum Mynd: Jens Kristian Vang