Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 18 - 27. januar 2005 Sum vit nevndu í gjár, so hevur Suðuroyarætlanin bæði sterkar og veikar síður. Vit loyva okkum tó at halda, at hon hevru fleiri sterkar enn eikar síður. Her eru avgjørt ting, ið eru verd at byggja á, men her eru eisini veikt orða punkt, sum avhjørt eiga at verða strammað upp. Til tey sterku punktini hoyrir orðingin um flaka- vinnuna og um fiskapakkan. Her verður ásannað, at verandi støða innan flakavinnuna í Suðuroynni als ikki er nøktandi, og víst verður á møguleikan fyri, at Suðuroyggin verður ein feskfiskamiðdepil, sum hon var í fyrru helvt av 90’árunum, tá beinleiðis sam- band var millum Suðuroynna og Skotland. Ein for- treyt fyri hesum er, at skip, fólk staðnum og aðrir íleggjarnar fáa møguleika at fara undir slíkt virk- semi. Ássanað verður, at tað er ein bati, at Fiska- virking nú fer undir fiskaframleiðslu á Polarfrost í Vági í mars mánaði, har brúk verður fyri 35-40 ársverkum. Men síðan verður restin líkasum latin yvir til fiskapakkan, ið skal tryggja, at føroysk fiskavirki fáa veruligan møguleika at bjóða uppá botnfiskin, sum føroysk fiskifør veiða í føroyskum og í íslendskum sjógvi. Hetta økið verður skipað við lóg. Hetta er ivaleyst ein gongd leið, men tað hastar við lóggávuni, og má hon fremjast her í vár, um hon skal hjálpa Suðuroynni. Men her má meira til, eitt nú ein tíðaravmakraður íverksetarastuðul til og ein- hvør skipam, ið kann tryggja, at allir djúpvatns- trolararnir í oynni landa veiðuna í oynni. Eitt hitt mest áhugaverda í ætlanini er spurningurin um fluttingin. Landsstýrið ásannar, at Suðuroyggin er sera fjarskotin, bæði tá tað snýr seg um flutnings- sambandið innanoyggja og við umheimin. Hetta ger, at virkir í oynni eru verri fyri enn virkir aðrastaðni í landinum, serliga tá talan er um útflutning av fesk- um fiskaúrdráttum. Staðfest verður, at ein fráferð úr Suðuroynni til skotska meginlandið hvørt fríggja- kvøld hevði ivaleyst styrkt um vinnugrundarlagið á staðnum. Síðan verður boðað frá, at landsstýrið fer at kanna, hvussu flutningsmøguleikarnir innlendis og til meginlandið kunnu betrast og virka fyri, at Suðuroyggin verður javnstillað við restina av landinum. Hetta verður gjørt í samstarvi við flutn- ingsfeløgini. Hetta er ov veikt orðað. Tað, sum vinn- an í oynni mest av øllum hevur brúk fyri, er ítøkiliga at fáa at vita, nær beinleiðis samband fæst tiol meginlandið og nær vinnan í Suðuroy verður javn- stillað við vinnuna í restini av landinum, hvat flutn- ingskostnaðu viðvíkur. Tað bøtir ikki, at sam- ferðslumálaráðharrin eftirfylgjandi fer út og boðar frá, at nýggi Smyril ikki fer at sigla til Skotlands! Her hongur ikki saman og løgmaður má samskipa hesa atgerðarætlan betur og ansa eftir, at allar góðar kreftir hála í somu hamlu. Tað hevur longu verið sagt, at Suðuroyarætlanin er meira ein visión enn ein ætlan. Tað er nakað um tað. Visiónir eru neyðugar fyri at langsiktað mál kunnu røkkast. Vit venda aftur til hetta evnið. DAGSINS MEINING Sosialurin Suðuroyarætlanin 2 VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Í orðaskiftinum um fólka- tingsumboðan Føroya hava ymisk sjónarmið verið frammi. Eitt sera áhugavert sjónarmið, sum m.a. Kári á Rógvu, stjórnmálafrøðing- ur hevur ført fram er, at Føroyar høvdu fingið nógv størri nyttu av fólkatings- umboðunum, um tey vóru í Fólkatinginum burturav og ikki, sum nú, bæði í Løg- tinginum og í Fólkatingin- um. Hann heldur, at hetta at okkara fólkatingsumboð í nógv ár hava røkt Løgtings- sessin fram um Fólkatings- sessin, hevur gjørt, at nógv- ir týdningarmiklir menn- ingarmøguleikar eru farnir fyri skeytið. Føroya Løgting er evsta vald í Føroyum, og arbeiðið í Løgtinginum krevur eitt fólk fult og heilt. Men fólkatingssessurin krevur eisini eitt fólk fult og heilt, um hann verður tikin í álv- ara. Tí er henda dupultum- boðanin skeiv. Soleiðis hugsa tey eisini aðra staðni. Í Danmark loyva flokkarnir t.d. ikki, at sami persónur umboðar flokkin í bæði fólkatinginum og í EU- parlamentinum. Um ein fólkatingslimur verður valdur í EU-parlamentið, leggur hann fólkatingssess- in frá sær, soleiðis at hon ella hann kann leggja alla sína orku í EU-politikkin. Millum annað hevur tann í Føroyum gitni Poul Nyrup Rasmussen sagt fólkatings- sessin frá sær, nú hann varð valdur í EU-parlamentið, og tað gjørdu eisini øll hini fólkatingsumboðini, sum vóru vald í EU-parlament- ið. Eg ivist ikki í, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Føroyar, um so er, at okkara fólkatingsumboð vóru fólkatingsumboð burturav. Um nøkur meining skal vera í hjá føroyingum at hava umboð í Fólkatingin- um, so eigur minsta kravið at vera, at føroyskt vinnu- lív, føroyskt mentunarlív, útbúgvingarskipan okkara, granskingin og ikki minst politiska skipan okkara fær nógv størri nyttu av hesari uttanlandsumboðan føroy- inga enn í dag. Dupultum- boðan er bert hálv um- boðan. Edmund Joensen Føroyar hava bestu møgu- leikar í verandi ríkisfelags- skapi, har allir møguleikar, sum ríkið bjóðar, standa føroyingum í boði. Serliga tey ungu eru í sterkari støðu. Felags ríkisborgararætt- urin er eitt gylt atgongu- merki hjá øllum føroying- um, men kanska serliga hjá teimum ungu, ið vilja út- búgva seg á hægri læru- stovnum í Danmark ella aðrastaðni í Evropasam- veldinum. Okkara ungu, sum vit áhaldandi skulu eggja til at fara út í stóru verð at søkja sær vitan fyri síðan at koma aftur at byggja land, hava bestu møguleikar við ES passinum í hondini. Hesar møguleikar mugu tey ikki missa. Hugsið um, at fleiri polit- iskir flokkar í Føroyum ætla at lata av hondum felags ríkisborgararættin. Flokkar sum nú aftur bjóða seg fram at umboða tykk- um á fólkatingi næstu 4 árini. Hugsið eisini um, at liberali sambandspolitikk- urin er í tráð við nútímans støðuna her í framkomna partinum av heiminum. Fólk vilja hava frælsi at velja frítt. Fólk vilja hava veruligt fólkaræði. Sambandsflokkurin er hornasteinurin í føroyskum politikki. Flokkurin stendur fyri einum politikki sum ger tað møguligt at vera partur av einum størri ríki í heimssamfelagnum og samstundis stýra egnum landi. Tað er ein sterk støða fyri okkum føroyingar. Uttan ein sterkan Sam- bandsflokk er eingin trygd fyri, at hesir møguleikar vera varðveittir Føroya fólki. Minnist til tað á valdegnum 8 februar. Dupultumboðan er hálv umboðan VAL05 Ríkisborgararætturin er eitt gylt atgongumerki VAL05