hósdagur 27. januar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 27. januar 2005
11
Jón Guttesen
Trongisvágur
Loksins var suðuroyar-
ætlanin borðin heim í
húskini í suðuroynni og tað
er væl skilligt at suðuroy-
ingar kenna seg vónbrotnar.
Sigast má eisini at bráð-
feingishjálp til suðuroynna
ikki er at finna í nakrari
ætlanin.
Men eg ætlaði at tríva í
okkurt sum ikki hevur
verðið nevnt í kjakinum
farnu tíðina.
Sjálvbjargni
Sjálvbjargni og drívmegin
og ynski um sjálvbjargni er
fremsta tilfeingi hjá einum
fólki. Hetta býr eisini í
suðuroyingum og hetta eiga
suðuroyingar ikki at lata frá
sær til nakra samgongu.
Suðuroyarætlanin
sum
fyriliggur eigur at styrkja
okkum í, at vit sjálvi sita
við framtíðini í okkara
hondum og at tað er okkara
máttur og dirvið sum
skapar framtíð her suðuri.
Nýstovnaða
íleggjara-
felagi hjá Suðuroyar Spari-
kassa prógvar viljan til at
skapa virksemi í oynni.
Samhaldsfesti
Suðuroyingar
eiga
at
ásanna at hvør stertur sum
kemur á land her suðuri og
hvørt arbeiðspláss sum
verður skapt í oynni kemur
øllum suðuroyingum til
góðar. Hvør vøra og tæn-
asta sum verður seld uttan-
lands ella norðureftir, kem-
ur øllum suðuroyingum til
góðar. Somuleiðis er hvør
arbeiðstøkur suðuroyingur
og hvør ungdómi farin av
oynni, ein missur fyri alla
oynna. Áhaldandi sundur-
lyndi er ein forðing í menn-
ingini av oynni.
Nýstovnaða alivirkið er
prógvið ið vísir at vit
megna. Fremsti eginleiki
hjá nýggju fyritøkuni er at
hon hevur ringar á fyrðum
kring allað oynna. Somu-
leiðis er virkið komi í lag í
við íleggjarum úr báði
Tvøroyri og Vági.
Nýggjar landsíløgur
Tørvur er á áhaldandi íløg-
um fyri at hava virksemi í
oynni. Hov-Øravík berg-
holið og miðnámsskúli eru
verkætlanir
sum
vóru
raðfestar av undanfarnu
samgongu. Sitandi sam-
gonga eigur at taka táttin
upp og fáa raðfest nýggjar
íløgur í oynni, so at steðgur
ikki kemur í virksemi.
Aðrar vinnugreinir
Suðuroyggin má gerðast
minni bundin av fiskatil-
feingi. Einoygd fokusering
á fiskatilfeingi og flaka-
vinnu forðar fyri menning
av øðrum vinnugreinum og
fyri ílegum í aðrar vinnu-
greinir. Vit mugu sýggja
okkara tilfeingi í síni heild.
Møguleikarnir í ferða-
vinnuni eru als ikki troyttir.
Illvilji móti at játta pening
til ferðavinnuna má fáast
burtur og neyðugt er at seta
professionella leiðslu til at
savna og menna ferðavinn-
una her suðuri. Ein sterk
ferðavinna gevur arbeiði til
ófaklærd og er ein náttúr-
ligur avtakari av einum
parti av tí arbeiðsmegi sum
nú gongur fyri einki.
Almenn arbeiðspláss
Samgongan eigur at taka
málið um strandferðsluna
uppaftur, sum varð so
dyggiliga vrakað fyri árið
síðani. Almannastovan frá-
tikin, tá er strandferðslan
helst einasti almenni stovn-
ur sum hevur meginpartin
av sínum virksemi í Suður-
oynni. Eftir at farmaleiðir
eru einskjildar og siglingin
um Leirvíksfjørð steðga, er
fremsta
endamál
hjá
strandferðsluni
at
reka
suðuroyarleiðina. Tað er
sjálvssagt at strandferðslan
skal virka úr Suðuroynni.
Almenn fjarstørv
Ásannandi tann trekleika
sum er í móti at flyta al-
menn arbeiðspláss til útjað-
aran, eigur løgmaður at seta
fram krav um, at starvandi
fáa møgulleika at búgva í
útjaðaranum samtstundis
sum tey starvast í almennu
fyrisitingini. Hetta tí løg-
maður er fremsti myndug-
leiki í almennu fyrisiting-
ini. Somuleiðis eigur lands-
stýri at seta fram krav um,
at allir almennir stovnar
sum landstýri varðir av,
hava ein starvsfólkapolitik
sum loyvir teirra starvs-
fólkum at fjarstarva. Mið-
savningin
av
førleika-
krevjandi størvum má mót-
vigast við, at tey starvandi
fáa møguleika at búgva á
útoyggj og í útjaðaranum.
Fleiri útbúgvingar
Suðuroyggin er við skerdan
lut tá tað ræður um útbúgv-
ingar. Byggingin av einum
nýggjum
Almanna-
og
Heilsuskúla (AHS) skal
ikki tarnast. Heldur skulu
bý- og bygdaráðini savnast
um nýggja skúlan, og
krevja at møgulleiki verður
fyri at skúlin í framtíðini
eisini kann hýsa útbúgv-
ingini sum sjúkrarøktar-
frøðing. AHS, saman skúl-
um norðanfyri, prógvar at
tað ber væl til at hava út-
búgvingarstovnar úti um
landið.
Sjálvbjargni aftur
Men sum eg byrjaði við.
Sjálvbjargni og drívmegin
og ynski um sjálvbjargni er
fremsta tilfeingi hjá einum
fólki. Hetta býr eisini í
suðuroyingum og hetta eiga
suðuroyingar ikki at lata frá
sær til nakra samgongu.
Suðuroyarætlanin sum fyri-
liggur eigur at styrkja okk-
um í, at vit sjálvi sita við
framtíðini í okkara hondum
og at tað er okkara máttur
og dirvið sum skapar fram-
tíð her suðuri.
Tórhallur
Áslaksson
Tjóðveldisflokkurin
Kári
P
syngur
um
"frælsið at velja hvønn
ein skal selja seg sjálvan
og frælsið sítt til"
Fólkaflokkurin hevur
selt sína sál til teir kon-
servativu, alt sum kann
skaða sosialismuna sig-
ur Breckmann. Javnað-
arflokkurin
stuðlar
Mogens Lykketoft og
Sambandsflokkurin
stuðlar Anders Fogh.
Einasti flokkur sum ikki
hevur selt seg áðrenn
valið, er Tjóðveldis-
flokkurin.
Tjóðveldisflokkurin
fer at selja sína atkvøðu
har vit fáa mest fyri
hana og ikki lata nakran
dana ella danskan flokka
sína atkvøðu / ur framí-
hjá.
Tjóðveldisflokkurin
fer á fólkatingi fram-
haldandi at arbeiða fyri
upplýsing til bæði føroy-
ingar og danir og grøn-
lendingar, at avdúka
hvussu danir hava vill-
leitt altjóða felagskapir
og tala ósatt um viður-
skiftir í ríkisfelagsskap-
inum, sum teir kalla tað.
Tín atkvøða er avger-
andi eisini til hettar
valið.
Vel lista E
Frælsið at velja
Petur Dahl Nolsøe,
í Vági
Fiski- og útróðramenn
úr Sri Lanka og Indones-
ia hava mist túsundtals
útrórðarbátar (trillur) og
sjórænararnar-bíbetur-
næstan allar.
Hvat hevði verið meiri
hjálptsamt av okkum
føroyingum enn at bygt
einar 1000- 2000 smá-
bátar til neyðhjálp?
Sjálvandi skuldu vit
havt hugsað um hetta,
áðrenn tann velduga inn-
savningin varð gjørt eftir
ársskiftið!
Eru tað ikki grunnar í
Danmark, ella í Norður-
londum, ella í ES, sum
kunnu stuðla Awi-boats,
ella Hvalvík, ella um
fleiri smábátarvirki eru í
Føroyum- at bygt hesar
bátar
fyri
200.000-
300.000
krónur
fyri
hvønn?
Ein fín skipasmiðja er
í Vági í Suðuroy. Tað
kundi givið arbeiði eini
10 ár fram í tíðina.
Komið nú- komið nú,
ímeðan landstýrið brýtur
svøvn fyri at bjarga
syðru helvt ella allari
Suðuroynni. - Finni okk-
urt "hol" har. Lat ikki alt
hava stert, sum skal
bjarga øllum.......
Bert eitt hugskot.
E.S: Fyri 13 árum síðani
fortaldi ein boripalls-
verkfrøðingur mær um-
borð á Smyrli, at bretar
fyri langari tíð síðani
vóru farnir at bora hori-
sontalt og at teir vóru
langt inni undir okkara
fiskimarki.
Annita á
Fríðriksmørk
"Samstarv
er
vegurin
fram". Soleiðis ljóðar slag-
orð Sambandsfloksins í
hesum fólkatingsvalstríði.
Tjóðveldisflokkurin er
púra samdur!
Munurin hjá heusm báð-
um flokkum er bara undir
hvørjum fortreytum sam-
starvið skal byggja.
Sambandsflokkurin sig-
ur, at endamálið við sam-
starvinum við danir er frið-
ur og semja og at hetta skal
gerast fyri ein og hvønn
prís.
Men skal friður og semja
valda landanna millum,
mugu fortreytirnar fyri
samstarvinum verða tær
somu.
Tað er ov bláoygt at lata
alt vald til donsku stjórnina
og so bara vænta, at úrslitið
av tí er friður og semja.
Slíkt forkar seg eitt fet til
viks og trý aftur.
Onkin stjórn — heldur
ikki tann danska — hevur
nakra sum helst virðing fyri
slíkum bláoygdum poli-
tikki.
Erlendur Patursson hevði
stóra virðing millum tað
danska fólkið, og millum
teir donsku politikararnar.
Tað sama kann sigast, um
tvey tey undanfarnu fólka-
tingsumboðini hjá Tjóð-
veldisflokkinum. Orsøkin
til hesa virðing er eina og
aleina, at hesir hava um-
boða eina hugsjón, sum vil
fram á leið. Eina hugsjón,
sum sigur, at føroyingar og
bara føroyingar í samstarvi
við onnur lond, kunnu fáa
Føroyar fram á leið.
Sambandsómegdin, sum
heldur uppá, at alt uttan-
ríkisvald og allur føroyskur
yvirvaldsrættur treytaleyst
skal latast til danir at hava
ábyrgdina av, skapar ikki
virðing millum donsku
politikararnar. Hetta tekur
hinvegin fyrst og fremst
ábyrgdina frá okkum før-
oyingum og forðar harvið
fyri framburði. Harnæst
gevur henda ómegd eisin
donsku stjórnini frítt spæl
at nokta føroysku tjóðini
viðurkenning sum tjóð, hon
gevur donsku stjórnini frítt
spæl at nokta móðirmálið
okkara viðurkenning sum
tjóðarmál føroyinga. Blá-
oygni Sambandsfloksins er
snøgt sagt eitt haft um
beinini á øllum framburði,
og
er
samstundis
ein
kærkomin gáva til eina
yvirvøld, sum ynskir at vísa
fyri umheiminum, hvør í
ræður í danska ríkinum, og
hvørja støðu fólkini í
útnorði hava.
Ynski um hetta ábyrgdar-
loysi, hevur eisini víst seg
at givið hesum somu fólka-
tingspolitikarum
munn-
kurv. Hetta vísir seg millum
annað í teimum stigum,
sum tikin eru í á Fólkatingi
av føroyskum fólkatings-
limum seinastu 7 árini:
Síðani ´98 hava ABC
umboðini reist tilsamans 13
mál á Fólkatingi (knøpp
tvey mál um árið)
Tjóðveldisumboðini
einsamøll hava reist 66
(seksogtrýss) mál seinastu
4 árini.
Manglandi ynski eftir
ábyrgd forkar føroyskan
politikk og rættindi eitt fet
til viks og trý aftur
Tjóðveldisflokkurin fer
eftir ábyrgd og rættindum tí
fer hann bara fram.
Hugskot til Løgtingið
um at bjarga Føroyum
og Suðuroy
VAL05
VIÐMERKINGAR
Tjóðveldisflokkurin fer eftir ábyrgd og
rættindum, tí fer hann bara fram
VAL05
Suðuroyarætlan