Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 18 - 27. januar 2005 VIÐMERKINGAR Óli Mikkelsen Eg takki Alfred Olsen fyri áhugaverda grein 18. januar, har fleiri upplýsingar koma fram um flogvøll og undir- sjóvartunnil. Ikki minst skal hann hava takk fyri at kostnaðarmetingarnar frá kanningini um flog- vøll frá 1963 koma fram. Tað undrar meg, at flogvøllur á Sandoynni er mettur til 16 mió. kr. móti 25 mió. kr. á Skor- hæddini. Leysliga hevði eg mett at 2000 m. flog- breyt á Skorhæddini í landnyrðing/útsynning var lættari at gera enn tilsvarandi flogbreyt í Søltuvík; men kanska er meira tikið við á Skor- hæddini. At flogvøllur á Glyvursnesi er nógv dýrari (57 mió. kr.) ógv- ist eg ikki við. Útbygg- ing í Vágum var mett til 32 mió. kr. Tað er meir enn nýggj floghavn á Skorhæddini kostar. Tað mátti verið sjálvsagt, at vit byggja eina betri floghavn fyri minni íløgu, enn tað kostar at skoyta nakrar metrar uppí flogvøll í Vágum. Kanningin frá 1963 er eitt gott útgangsstøði, men treingir til at metast av nýggjum, tí nógv er broytt seinastu 40 árini, ikki minst viðvíkjandi tekn- iskum hentleikum. Undirsjóvar- tunnil Fast samband millum Suður- streym og Eystur- oy hevur alstóran týdning fyri framtíðar Føroy- ar, og eigur at gerast sum skjótast. Hesum grundgevur Al- fred Olsen væl fyri. Grund- gevingarnar fyri at undirsjóvartunnilin skal leggjast um Strendur og enda í Runavík eru meira ivasamar. At fáa nógv økta ferðslu gjøg- num Runavík, kann ikki vera rætt. Har er nóg trupult sum er. Nýggjur vegur má gerast í øllum førum. Enn ber til at leggja hann omanfyri húsini yvir móti Lamb- areiði. Undirsjóvartunnil Hvítanes, Strendur, Runavík verður 10,2 km til longdar. Strekkið úr Sandvíkum til eystara enda á Toftavatni er undir 7 km. Munurin er sostatt góðar 3 km. Skálafjørðurin um Salt- nesgrynnuna er um 800 m. breiður. Hendan far- leiðin má loysast leys av meginbergholinum. Tá fáa strandingar um 11 km til Havnar, meðan flest onnur fáa millum 5 og 6 km styttri leið, enn um farast skal um Strendur. Høvuðssakin er, at her er talan um íløgu í framtíðar møgu- leikar í Føroyum og at funnið verður tann besta loysnin fyri allar Før- oyar. Flogvøllur og undir- sjóvartunnil Kristina Háfoss Fólkatingsvalevni Tjóðveldisfloksins Nú fólkatingsval skjótt er í hondum hava nakrir flokk- ar lagt fram valskrá sína. Sambandsflokkurin var fyrstur, og ikki óvæntað er høvuðsevni Sambandsflok- sins, at hesin flokkur vil seta í verk Nýskipanarupp- skot sítt, ið sigst at verða ein nýggj skipan millum Føroyar og Danmark. Veru- leikin er, at tað er sera trupult at finna nakra ný- skipan í hesum uppskotið, og tað sum verri er, er at hetta uppskot Sambands- floksins bindir Føroyar enn meira niður enn heima- stýrislógin ger. Hvar er nýskipanin í Ný- skipanaruppskotinum? Heitið Nýskipanaruppskot ber boð um nýskipan, men tá umræður hetta uppskot Sambandsfloksins, so ber snøgt sagt ikki til at finna nakra nýskipan. - Kongshúsið, Grundlóg- in, Uttanríkismál, Verju- mál, Gjaldoyra og Rættar- skipanin skulu verða fe- lagsmál, men harumframt staðfestir Nýskipanarupp- skotið, at nevndu mál IKKI skulu kunna yvirtakast av føroyingum. - Danski ríkisborgaraskap- urin skal varðveitast — eins og nú. - Danska fólkatingsum- boðanin skal varðveitast — eins og nú. - Onnur málsøki skal heimastýrið hava møgu- leika til at yvirtaka — eins og nú. - Gjaldskylda fylgir við yvirtøkuni — eins og nú. Uppskot Sambandsins: Rættarmál og uttanríkismál skulu IKKI kunna yvirtak- ast. Hetta uppskotið er sam- bært Sambandsflokkinum ein nýskipan og sum tikið verður til á teirra heima- síðu: ”motorvegurin” inn í framtíðina. Og hetta má undra mangan. Tí sum nevnt, so fer hetta uppskot- ið longur á sambandsleið enn heimastýrislógin. Størsta nýskipanin er, at uppskotið staðfestir, at ein røð av málum IKKI skulu kunna yvirtakast — eitt nú rættarmál, ið føroyingar undir undanfarnu sam- gongu fyrireikaðu seg til at taka aftur til Føroya. Verandi heimastýrislóg staðfestir onki um, at møguligt IKKI er at yvir- taka nøkur málsøki. Hetta vil til eina og hvørja tíð verða upp til politiska myndugleikan at avgera. Eitt nú eru málsøki yvirtik- in — Skipaeftirlitið og Havumhvørvið — ið ikki eru nevnd í heimastýrislóg- ini. Arbeitt varð somuleiðis við at yvirtaka løgregluna og rættarskipanina undir undanfarnu samgongu. Men hetta arbeiðið hevur núverandi samgonga steðg- að. Leggjast kann afturat, at í valskrá Sambandsfloksins til fólkatingsvalið verður enntá staðfest, at: ”Sam- bandsflokkurin sær sam- gonguskjalið hjá verandi samgonguflokkum, sum eitt gott amboð at nýta, fyri at seta Nýskipanarupp- skotið í verk”. So vita vit tað. Føroyski uttanríkis- politikkurin rekast úr Brússel ? Nýggjasta ætlanin hjá Sam- bandsflokkinum er, at taka fult undir við at føroyskur uttanríkispolitikkur skal umsitast og stjórnast í Brússel — hjá ES myndug- leikum. Eisini hetta metur flokkurin verða til gagns fyri føroyingar. Tykist sum sambandshugsjónin er grundað á, at onnur — tvs. myndugleikar í Danmark og ES — eru betur til at umsita grundleggjandi før- oysk mál, enn føroyingar sjálvir. Motorvegurin, ið gjørdist til blindveg Sum væntað má staðfestast, at tann skipan, ið Sam- bandsflokkurin kallar ”mo- torvegur” í veruleikanum er ein ”blindvegur”. Tí verður Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins fylgt og staðfest, so koma føroying- ar ikki at fáa møguleika fyri at koma víðari á sjálvbjarg- nisleið — og als ikki tá um- ræður eina røð av týðandi og grundleggjandi málum, so sum rættarskipan, trygd- armál og uttanríkismál Før- oya, ið verða flutt til ES at umsita — stendur tað til Sambandsflokkin. Tá heldur velja ein veru- ligan ”motorveg” inn í framtíðina — ein veg, ið leiðir fram ímóti viður- kenning, vøkstri og virðing - ein veg, ið gevur okkum fulla ábyrgd av egnum landi. Hesum vegi fer Tjóð- veldisflokkurin at slóða fyri á Fólkatingi. Les meira á heimasíðu míni: www.hafoss.com Finn Jensen Hetta er evni, sum ivaleyst hevur fingið onnur enn meg at gruna um seinastu árini. Havi ofta havt hug at lagt upp til eitt kjak hesum viðvíkjandi, og nú val stundar til er kanska rætta tíðin til tað. Ilt er at siga, um talan er um eitt serføroyskt fyri- brigdi, men tað er við at vera undantakið heldur enn reglan, at okkara fólka- valdu eru á einum máli við serfrøðingarnar her á landi, og ein kann av røttum spyrja hví so er. Dømini eru nógv, eitt nú innan fiskivinnuna, har tað nærum altíð verður handla øvutt í mun til tað serfrøð- ingarnir tilráða. Eitt annað dømi er hvussu fráfarandi formaðurin í búskaparráð- num hevur verið viðfarin. Feskasta dømi er heilt greitt Suðuroyarætlanin hjá sam- gonguni, sum at kalla ikki fær undirtøku hjá nøkrum, sum hevur fakligt innlit í slík mál. Og sum kuriosum kann nevnast at tað fleiri ferð er komið fyri, at løg- tingsmenn og landsstýris- menn sáða iva um úrskurðir hjá Løgtingsins Umboðs- manni. Hetta er sera gjarvt, og hevði neyvan verið tolt nakra aðra staðni enn í Føroyum. Hví henda støðan er upp- staðin sum dagligdagskost- ur í Føroyum, kann eftir mínum tykki bert hava tvinnar orsøkir. 1) Talan kann vera um at fólksins út- valdu royna at tekkjast velj- aranum, ella 2) okkara politikarar eru ikki nóg dugnaligir. Viðvíkjandi tí fyrra, er ikki nógv at gera við, annað enn at veljarin má verða vitugur um hesar lótir, tá hann setir sítt álit á politik- aran. Hinvegin, vita vit, at inn- an fótbólt, og annan ítrótt fyri tann skuld, finnst kanska eitt talent fyri hvørjar 10.000 íbúgvar. Hetta er ivaleyst eisini galdandi í politikki, og tað merkir allarhelst at vit hava undir 5 evnaríkar politikk- arar í Føroyum. Hesin trupulleiki er ikki hin sami í øðrum londum, av tí at tey eru so nógv fólkaríkari enn vit, og tí er trupulleikin heldur ikki so eyðsýndur sum her heima hjá okkum. Ein gongd leið at bøtt um støðu politikarana í Føroy- um kundi verið, at sett eina serliga útbúgving fyri politikarar á stovn, sum kundi snúð seg um løg- frøði, búskaparfrøði og samfelagsfrøði. Kravið kundi til dømis verið at ein og hvør sum kom inn á ting, skuldu tikið hesa út- búgving fyrsta árið við- komandi sat á tingi. Eg eri vísur í, at hetta hevði bøtt um støði á polit- iska víðvøllinum munandi í framtíðini. Motorvegurin, ið gjørdist til blindveg VAL05 Hví eru politikarar og serfrøðingar so ósamdir í Føroyum?