Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 27. januar 2005 13 Steen Blicher Skopun Eftirsum eg tíverri ikki havi nakað floksblað at venda mær til, fari eg at biðja Sosialin geva mær innivist fyri hesum ørfáu reglum. Fari bara heilt stutt at heita so inniliga á allar tjóðveldisveljarar kring landið, um at fara á val 8. febr. Vit tjóðveldisfólk eru helst øll meira ella minni samd um, at eitt fólkatings- val í roynd og veru átti bert at verið fyri danir. Men vit vita eisini, at støðan tíverri ikki er soleiðis – enn. Tveir føroyingar skulu niður á Danating at um- boða okkum. At tala okkara søk. Latum okkum tí semjast um, at vit skulu hava minst annan. Vit mugu ásanna, at umboð okkara har niðri seinnu árini mangan er komið væl við. Vón mín skal vera, at tjóðveldisfólk hugsa um hetta og fara fjølment á val. Og sjálvandi eru allir aðrir føroyingar eisini hjartaliga vælkomnir at veita okkum – og harvið sær sjálvum – eina hjálpandi hoind. Tjóðveldisrøddin má ikki tagna! Áheitan VIÐMERKINGAR Høgni Hoydal Fólkatingsvalið er eitt val, um hvørja leið, vit skulu halda í føroyskum politikki. Skulu vit framá ella afturá? Hetta er eitt gylt høvi hjá veljarunum at senda eini týðilig boð til polit- isku skipanina. Skulu eisini fólkatingsessirnir nýtast til eitt parkerings- pláss fyri allar hugsjónir og øll frælsismál í før- oyskum politikki? Ella skulu vit nýta hetta valið og hesar sessir til at halda kósina móti eini frælsari framtíð? Óli Breckmann segði tað so rámandi í sam- røðu við Útvarpið. At nú er føroyskur politikkur farin aftur í tað gamla lagið, og tí vónaði hann at fáa eitt gott val. Bert rumbul og ongin kós – stúgvandi fult eins og sild í dós Jú, nógv bendir á, at vit eru farin aftur í tað gamla í føroyskum poli- tikki. ABC-flokkarnir hava valt at virka eftir sam- bandsins ABC. Búskaparliga skilið er blakað á bláman. Við risastórum halli á fíggj- arlógini lata teir skatta- lættar til tey ríkastu. Kring landið skulu fólk sita og bíða eftir, at samgongan semist um at orðna tingini. Og tá tær sonevndu breiðu semj- urnar loksins verða kunngjørdar - so er tað ber luft. Studningur til vinnuna er á veg aftur í føroyskan politikk – og vinnulívið bíðar eftir, hvat ABC- flokkarnir munnu fara at finna uppá. Alt skapandi virksemi í samfelagnum verður køvt og lagt undir dýn- una hjá ABC-flokkun- um. Gransking, mentan og útbúgving, sum eru veg- urin til eina ríkar og frælsar Føroyar, verða skerd og burturgoymd við tómum tosi. Øll mál verða parker- að og ongin kós er at hóma nakrastaðni, hóast samgongan er stúgvandi full í tinglimum. Niðurbinding í full- veldismálinum Í fullveldismálinum vilja ABC-flokkarnir krúpa niður í posan hjá donskum flokkum, sum vilja binda kjaftbandið fast um danska eindar- ríkið. Í ES-málinum hava ABC-flokkarnir lagt av- gerðirnar á hendurnar hjá donskum politikar- um. Enn ikki spurningin um limaskap í Norður- landaráðnum, hevur henda samgongan sett krøv fram um, men góð- tekur donsku forðingar- nar. Tjóðveldisflokkurin hevur greið úrslit og greið boð Mótvegis hesum stendur Tjóðveldisflokkurin sum verji fyri, at føroysk áhugamál ikki verða avreidd í máttloysinum hjá ABC-flokkunum. Men Tjóðveldisflokk- urin stendur eisini sum framherji fyri, at vit koma framá í føroyskum politikki. - Vit hava greið boð um, hvussu Føroyar skulu vinna á mál sum sjálvstøgt land. - Vit hava greið boð um, hvussu vit skulu slóða okkum ræsir mótvegis ES. - Vit hava greið boð um, hvussu vit fáa á- ræðið og viljan innaft- ur í føroyska samfe- lagið. - Vit hava greið boð um, hvussu Føroyar skulu mennast sum eitt nútímans land í altjóða samstarvi. Á Fólkatingi hava vit prógvað, at tað ber til at røkka úrslitum og vinna sær virðing gjøgnum miðvíst arbeiði. Tí er valið greitt. Vilja vit aftur til tað gamla í føroyskum poli- tikki, so skulu vit velja ABC-flokkarnar. Vilja vit framá í før- oyskum politikki og í heiminum, so skulu vit velja Tjóðveldisflokkin. Aftur til tað gamla í føroyskum politikki? - Tjóðveldisflokkurin er verjan móti afturstigum og framherji fyri framtíðini VAL05 Gjald fyri valgreinar Eins og tað hevur verið vanligt í tíðini fram til eitt val, fer Sosialurin aftur hesa ferð at taka gjald fyri valgreinar, sum verða settar í blaðið, hetta fram til fólkatingsvalið. Gjaldið fyri valgreinar er helvtin av vanligum lýsingarprísi. Sosialurin Alfred Olsen Títt valevni á Sambands- listanum Tit ungu eru framtíð okk- ara. Tað eru tit sum koma at stýra vinnulívinum og sam- felagnum í framtíðini. Fyri at tit kunnu vera so væl fyrireikaði sum gjørligt til hesa uppgávu, vil Sam- bandsflokkurin virka fyri, at tit hava bestu møguleikar at taka eina útbúgving, sum kann styrkja tykkara per- sónliga frælsi. Altjóðagerðin og størri førleikakrøv eru veruleikar í dag, og lærdómur gerst eitt alt meira neyðugt virkisamboð innan øll øki í framtíðini. Tí er neyðugt, at tit ungu fáa ta neyðugu út- búgvingina til framtíðar virki tykkara. Politikkurin hjá Sam- bandsflokkinum er trygdin fyri at bæði tað føroyska og tað danska undirvísingar- verkið og lærustovnar í øðrum londum standa opin fyri tykkum, eisini í fram- tíðini. Okkara skylda At tryggja okkara ungu møguleikar til at økja vit- anarstøðið og styrkja tað persónliga frælsi við at taka eina útbúgving er skylda hjá okkum øllum. Tí er áheitan mín á bæði ung og eldri, at tit valdagin velja trygdina fyri øktum útbúgvingarmøguleikum í framtíðini Tað gera tit best við at velja Sambandsflokkin. Tær avmarkingarnar í ríkisfelagsskapinum, sum loysingarflokkarnir eru so grammir at vísa á, hava tað við at minka mun- andi, tá vit hyggja nærri at teimum. Helgi Abrahamsen valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið Tað er so synd í okkum før- oyingum, hoyrist javnan frá teimum, sum berjast fyri at fáa okkum úr verandi ríkis- felagsskapi, stundum við góðum og stundum við ill- um. Vit fáa ikki sjálvstøðuga umboðan í altjóða hvala- veiðunevndini, vit eiga onga flaggstong í New York o.s.fr. Søgurnar kenna vit. Søgur um, at einki ber til, tí danir siga nei. Veruleikin er, at vit fáa alt tað, sum vit vilja hava. Vit kunnu saktans fáa sjálv- støðuga umboðan í hvørjari altjóða nevnd og hvørjum felagsskapi tað skal vera. Men tað hevur sín prís, og prísurin er, at so mugu vit úr danska ríkinum, og harvið missa vit nógv av teimum rættindunum, sum vit hava í dag. Tann prísin vil meirilutin av føroysku veljarunum ikki gjalda, og tí sigur veljarin nei til loys- ing. Føroyski veljarin veit, at vit hava bert tveir valmøgu- leikar, og tí ræður um at velja tað, sum gagnar okk- um mest - um tað so skal kosta onkrum ein almennan nevndarsess. Meirilutin av Føroya fólki sær størri møguleikar í ríkisfelags- skapinum, enn í til dømis altjóða hvalaveiðunevndini. Danska stjórnin hevur greitt boðað frá, at um før- oyingar velja loysing, so verður loysing. Í tí málin- um er full semja millum partarnar í felagsskapinum. Tað gevur tí onga mein- ing at loysingarsinnaðir føroyingar sita og granska gamla jura, fyri at finna feilir, sum danir skulu hava gjørt. Hesir politikarar stríðast á skeivum hermóti, tí teirra fíggindi er ikki danska stjórnin, men før- oyski veljarin og demo- kratiið. Sambandsflokkurin er trygdin fyri at tit ungu hava frítt at velja útbúgving – í Føroyum og um allan heim VAL05 Vit fáa tað sum vit vilja hava tað VAL05