Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 18 - 27. januar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 28. januar kl. 16 til 18 letur ein fram- sýning við verkum hjá Rannvá Mortensen upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Rannvá Mortensen hevur nú í fleiri ár gjørt seg gald- andi í listaheiminum, við spennandi og fjølbroyttum myndum. Hon nýtir nógva ymiska tøkni og tilfar til sínar myndir, og myndevnið er eisini øðrvísi í mun til, hvat vit eru von við. Hon hevur millum annað brúkt collageformin, tað vil siga, at hon hevur brúkt foto, málað, skravað, límað o.s.fr., hon brúkar betong, leir, gips, jarn o.s.fr. Í dag stendur Rannvá sum ein eksperimenterandi listakvinna, ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir, og tað kann síggjast á fram- sýningini í Galerie Focus frá fríggjadegnum 28. jan- uar til 11. februar. Opið er týsdag til fríggja- dag kl. 14 til 18 og leygar- dag kl. 16 til 18. Rannvá Mortensen í Galerie Focus Fríggjadagin 28. januar kl. 16 letur Rannvá Mortensen upp eina framsýning í Galerie Focus. Framsýningin er verður til 11. februar Mynd: Bárður Lydersen Í 1910 læt fyrsti biografurin í Føroyum upp. Tað var "Føroya Bio", sum Andreas Niclasen (Dia Bø) hevði í Tórsgøtu til 1936. Húsini stóðu har sum Føroya Banki er í dag. Dia var frá bygdini Úti á Bø, sunnan fyri Kirkjubø, sum varð avtoftað um ald- armótið. Biografurin varð eisini róptur "Biografteatret" millum havnarfólk Frá 1910 til 1919 bleiv myndatólið vundið við handamegi, meðan gass varð nýtt til ljós at vísa myndirnar á veggin. Tá so Fridtiof Wellejus í 1920 legði elektrisitet til í bakaríið hjá Frants Restorff, fekk Føroya Bio streym frá bakarínum, til Havnin fekk streym í 1922. Myndin vísir húsini, har biografurin var í kjallaran- um. Inngongdin til biograf- in var á niðara horninum móti Tórsgøtu. Dia Bø hevði so biograf- in til 1936, tá Niels Juel Nielsen tók yvir, og rak hann til 1947, tá Sjónleik- arhúsið Bio fekk biograf- loyvi hjá Føroya Bio. Tá Sjóvinnubankin í 1946 keypti økið til at byggja nýggjan banka á, blivu tey trý húsini, sum stóðu á økinum so við og við tikin niður. Tvey vórðu setti upp úti á Rundingi (úti við Skipasmiðjuna), og eitt fór suður til Hvalbiar. Tá grundarsetinurin til tann nýggja bankan varð lagdur í 1951, vóru øll trý húsini burtur. Innsettu myndirnar eru av Andreas Niclasen (Dia Bø) (1872-1946) v.m. og Niels Juel Nielsen (1911- 1980) h.m. sum rak Føroya Bio til 1947. Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í sambandi hesa myndina, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168. Havnar leksikon: Føroya Bio – fyrsti biografurin Høvuðsmyndin og myndin av Dia Bø: Føroya Fornminnissavn Næstu ferð hava vit mynd av nøkrum ungum svimjarum frá ólavssøkuni í 1933