Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í dag, 27. juni, rundar Jórun Peter- sen í Kaldbak tey seksti og gevur sostatt sínum mongu næstra- og vinfólkum høvi at steðga á og gera upp ta lívsferð, sum vit higartil hava gingið so nær hvør øðrum, at tað av og á hevur borið upp á prei. Jórun er fødd Thomsen í Porkeri, dóttir Hans(imann) í Skemmuni og Onnu Sofíu (Tausen) úr Hovi. Tey bæði fingu børnini Eivind (ið doyði fyri hálvum fjórða ári síðan), Anniku, Jórun, Niels, Ásgerð og Heðin. Jórun kom til Havnar 12 ára gomul og búði hjá fastrini "Didd- uni" og Niels Vang tað fyrsta árið. Tá vóru útlit fyri, at Hansimann skuldi arbeiða fast á Matrikul- stovuni eftir tey arbeiðsavrik, hann hevði lagt úr hondum í Suðuroy. Tey settu búgv í Bókbindaragøtu, har 91 ára gamli kappin Hansi- mann búleikast enn. Eftir skúlaár arbeiddi Jórun í Grønlandsbúðini hjá Sigurd Danielsen og síðan hjá Sjeddikk í Djóna í Geilgøtu. Henda ágrýtna gentan tók realprógv um kvøldið eftir arbeiðstíð. Í 1965 giftist Jórun við Pálli Petersen (á Smið) í Kaldbak. Tey brutu upp ermar og settu seg í nýtt búgv niðri við Strond. Nýggja heimið gjørdist tryggur karmur um barndómin hjá teim fýra børnun- um, Gudný, Eyðgerð, Hera og Inga. Jórun tók leiklutin sum móður upp á seg í fullum álvara og arbeiddi heima, til børnini vórðu floygd og náttúrliga flugu úr reiðri. Tey eru í dag fjølgað til 15 ommu- og abbabørn og so mangar sign- ingar Heimið Yviri við Strond var eisini vinnuligt lívsgrundarlag. Páll var snikkari og hevði verkstað í kjallaranum. Hóast tað tykist so stutt síðan, er mangt so almikið broytt hesi árini. Tá vóru handverk- arar ofta sjálvstøðugt vinnurekandi heimanífrá. Ein náttúrligur javni var millum heima- og arbeiðslív. Lutvíst settu veður og skiftandi árstíðir ymisk krøv og ymsar møguleikar handverkarum í boði. Síðan hevur handverk verið meiri merkt av stórum virkjum og fyri- tøkum. Tað man vera heppin gongd, at teldurnar hava aftur givið mongum okkara høvi og møguleikar til at útinna arbeiði heimanífrá. Men í Jórunar og Pálls føri var mest talan um at tvífalda arbeiðs- tíðina. Arbeitt var ofta heilan dag úti og so niður á verkstaðin at strev- ast um kvøldið. Mamman heima hjá fýra smáum børnum kravdi eisini dupult arbeiðsavrik av mann- inum. Og konan slapp at royna seg við. Tað gav at býta tey eini jólini, tá Páll hevði lovað ein køk lidnan til jóla og mátti arbeiða til kl. 8 aftans- morgun, tá hann fór út til kundan at seta køkin upp, og Jórun at rudda verkstaðin áðrenn jólastákanina. Hon var vissiliga von at arbeiða við: pussa, líma, halda og bera. Uppgávurnar vóru mangar: stólar, borð, handilsskivur, innbúgv o.t. alt við hond, hegni og handatólum. Í 1982 gjørdu tey bæði av at flyta til Kaldbaks, sum var vorðin partur av høvuðstaðarkommununi. Heils- an argaði, og Páll mátti umskúlast til tekniskan assistent. Tá rakk Alma ikki so langt, heldur. Vegurin var komin til Kaldbaks, og grøni barndómsdalurin tøldi tilkomna og búna mannin, sum seinni varð valdur í býráðið í Havn. Havnar- konan tordi væl at flyta úr miðbý- num og seta búgv - fyrst í barna- heiminum hjá Pálli og síðan í egn- um húsum á Smið. Tey fluttu samstundis sítt anda- liga heim úr Ebenezer inn í Naza- reth, har tey hava gingið so trúliga síðan. Jórunar partur hevur liggur ikki eftir. Sjáldsama miðvís og vilja- sterk. Tá Páll seint í 80-árunum hevði bygt virkisbygning úti í Mykinesgøtu til stóran snikkara- verkstað, vendi búskaparrákið í ólukkumát. Men tey fullu ikki í fátt. Tey vendu hóttan til møguleika. Tey bóru ikki lykilin í bankan og løgdu frá sær. Neyvan nakað mansbarn kennir ikki Pállstova í dag. Her var ein avbjóðing, sum síðan er vend til eitt gott nútíðar vinnu- og tænastu- virki. Jórun og Páll eru vertir fyri mangari samkomu og veitslu í sambandi við føðingar- og aðrar merkisdagar. Ikki minst kenna mong Jóruna frá teimum 5-6 bingokvøldunum hvørja viku í Pálstovu. Her ger hon samstundis stórt sosialt arbeiði. Tað er so javnan, at Jórun lesur tølini upp og gevur teimum mongu vitjandi spenning og lívsinnihald. Jórun er gløgg og gávað. Einki bendir á, at tey 60 árini hava tálmað hennara virkisfýsni. Hon er líkað løtt á fótum og munnkát sum nakrantíð. Hesi seinni árini hevur hon leitað aftur í tíðina og er íðin ættargranskari. Umframt arbeiðs- skyldur sínar hevur Jórun avlop av orku til at binda upp á tey mongu ommubørnini. Latum okkum ynskja hesi røsku og fryntligu "kaldbaks"konu og hennara kæru hjartaliga tillukku við degnum. Vit gleða okkum til at hitta hana og familjuna úti í Pálsstovu nú leygardagin (29. február), har Jórun býður væl- komið til opið hús og stórt kalt borð frá middegi til kl. 6. Hjartaliga tillukku og Guðs sign- ing mong ár fram. Vinur NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nr. 18 - 27. januar 2005 15 Dagurin 27. januar. Chrysostomos, deyður ár 407. Jóannes æt hann, men fekk navnið Chrysostomos (gull- smiður), av tí at hann var tiltikin at prædika. Var patriarkur í Konstantinopel, men fekk so nógvar fíggindar innan fyri kirkjuliðið, at hann fleiri ferðir mátti taka til rímingar, og á einari av ferðunum doyði hann, men varð seinni skírdur halgimenni. Jórun Petersen 60 Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Kunngjørt verður, at okkara elskaði, maður, pápi, abbi, verfaðir og beiggi Kjartan Hansen vanliga nevndur Kjartan í Garðinum Klaksvík fór heim til Harran 24. januar, 66 ára gamal. Farið verður úr Kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi heim í Betesda, mikudagin kl. 17.30. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13.30. Vegna tey avvarðandi Ranvá Tey, ið vilja minnast Kjartan, kunnu lata eina peningagávu til »Akurin«, kontur í peningastovnunum.